mánadagur 15. juni 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67
ítróttur
Pætur Albinus
Leygarmorgunin varð skipað
fyri árligu marathon-kapp
ingini, Tórshavn Marathon.
Hetta var 13. ferð, at skipað
varð fyri hesi kapping, og
vóru tað hesaferð metnógvir
útlendingar við. Heili 80 vóru
teir í tali og komu teir úr 18
ymiskum londum.
Skipað varð eisini fyri
einum
serligum
innslagi
hesaferð í samstarvi við
Krabbameinsfelagið, har lut
takarar høvdu møguleika
fyri at ganga eitt hálvt
marathon. Hetta var helst
við til at syrgja fyri, at saml
aða luttakaratalið fór upp
um 300.
Væl avgreitt
Tað er einki at taka seg
aftur í, at tað krevur nógva
fyrireiking at skipa fyri
Tórshavn Marathon, sum
bara stendur í vøkstri hvat
luttakarum
viðvíkur.
Til
hetta krevst eisini nógv
hjálparfólk. Í góðum sam
starvi við eitt nú Tórshavnar
kommunu og H71 vóru heili
220 vaktir til kappingina,
men var eisini ein stórur
partur av hesum sjálvboðin
fólk so sum foreldur, íðkarar,
vinir og kenningar annars.
Sambært fyriskiparunum,
so gekst tað væl at avgreiða
kappingina.
– Tað gekst óluksáliga
væl. Veðrið var gott og fólk
vóru glað, sigur forkvinnan
í Bragdinum, Ann Thomsen.
Áður hava borgarar ilsk
ast um at vegir hava verið
stongdir, men sambært fyri
skiparunum, so hevur eingin
ónøgd verið í ár. Vaktir, sum
áður hava lagt oyra til skeld
frá borgarunum, fingu frið í
ár.
Hava lýst
Kring heimin eru tað nógvir
rennarar, sum ferðast ímill
um lond at kappast í teimum
ymsu
marathon-kapping
unum, og tað eru tekin um, at
høvuðsstaðurin í Føroyum
er við at gerast eitt av ferða
málunum hjá fleiri og fleiri
rennarum. Sum nevnt, so
vóru 80 útlendingar við
hesaferð, men hetta kemur
ikki bara av tilvild.
– Tá ið føroyingar hava
verið og runnið uttanlands,
hava teir havt faldarar um
marathon-kappingina í Før
oyum við sær. Vit hava eisini
lýst nógv við tí á facebook,
sigur Ann um marknaðarfør
ingina av kappingini.
Ann, sum sjálv luttók í
kappingini, sigur, at útlend
ingarnir sum heild hava verið
væl nøgdir. Onkur rennari
gjørdist ovfarin av at síggja
seyðir renna yvir um vegin,
men vóru annars fleiri teirra
hugtiknir av hvussu tað var
at renna í nattúruni saman
við djóralívi og framvið
sjógvi.
Tó helt onkur fyri, at tey
einans ætlaðu sær at koma
higar aftur um rutan gjørd
ist flatari. Hesaferð var nevn
iliga ein stórur partur av
teininum býarrenning við
nógvum brekkum.
Breti vann
Í sjálvari marathon-kapp
ingini var tað ein breti, sum
legði øll aftur um seg. Hann
eitur Joe Dale og kemur úr
London. Hann fekk eina
rættiliga greiða leiðslu, men
tá ið rennararnir komu inn
aftur í býin og møttu teim
um nógvu brekkunum, var
tað tætt við, at hann bleiv
fangaður av øðrum renn
arum. Tættastur var Martin
Gravesen, sum er dani, men
kortsíðani er fluttur til Før
oya og venur við Bragdinum.
Hann kom á mál 40 sekund
seinni enn vinnarin. Tíðirnar
síggjast á yvirlitinum her á
síðuni.
Hjá kvinnunum var tað
Rigmor
Napoleonsdóttir
Arge, sum vann. Tær fremstu
fýra vóru allar føroyskar.
Ólavsøkan
Nú er tann heilt stóra av
ársins
rennikappingum
løgd aftur um bak, og næst
á skránni er ólavsøkurenn
ingin. Tó eru tað nakrir før
oyskir rennarar, sum skulu
luttaka á oyggjaleikunum á
Jersey um smáar tvær vikur.
Valborg Heinesen, Marna
Egholm og Bjørk Herup
Olsen skulu renna hálvt
marathon. Ongar av teimum
vóru tó við í Tórshavn Mara
thon, tí at mett varð at
hendan kappingin lá ov tætt
upp at oyggjaleikunum.
albinus@sosialurin.fo
Leygardagin varð skipað fyri Tórshavn Marathon, og vóru tað hesaferð metnógvir útlendskir
rennarar við. Hetta er úrslit av at væl hevur verið lýst við kappingini, meta fyriskipararnir
Metnógvir útlendingar
í Tórshavn Marathon
Menn
1 Joe Dale . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . London fields triathlon club . . . . . . . . . . . . . . . . . 02:53:50
2 Martin Gravesen . . . . . . . . . . . . . . Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 02:54:30
3 Cecil Weihe . . . . . . . . . . . . . . . . . . Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 02:56:23
4 Patrik Broberg . . . . . . . . . . . . . . . . Trollhättans IF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 02:59:01
5 Jannick Vestergaard Hjaltalin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:00:12
6 Eirikur Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:00:29
7 Carlo Tagliapietra . . . . . . . . . . . . . s3 running . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:04:18
8 Lau Jensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Roysnid . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:10:42
9 Andrew MILLIS . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:14:35
10 Albert Johansen . . . . . . . . . . . . . . Frælsi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:16:55
Kvinnur
1 Rigmor Napoleonsdóttir Arge . . . Hvirlan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:22:48
2 Ann Thomsen . . . . . . . . . . . . . . . . . Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:36:55
3 Krista Nielsen . . . . . . . . . . . . . . . . Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:40:05
4 Beinta Hoydal Joensen . . . . . . . . . Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:40:53
5 Emma Hurtig . . . . . . . . . . . . . . . . . Trollhättans IF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:45:35
6 Duruta Reginsdótir á Lofti . . . . . . Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:50:19
7 Alina Rodriguez-Velasco . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:55:09
8 Britta Homer . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:03:55
9 Sunneva Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:09:30
10 Eydna Weihe . . . . . . . . . . . . . . . . . Bragdið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:11:31
Úrslit
Marathon Tórshavn
Myndir: Álvur Haraldsen