Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Kappróðurin á sundalags­ stevnu í Kollafirði leygar­ dagin gekk við ein glans. Klokkan var ikki meiri enn gott hálvgum fimm, tá ið síðsta 10-mannafarið fór um mál­strikuna. Tá høvdu átta kappróðrar verið. Í fjør varð gjørt av, at nú skuldi bara kappast á 1000 metrum – umframt barnaróðurin á upp­aftur styttri teini – og tað hevur víst seg at vera plett­skot. Ivaleyst eru tað nørdar í kappróðri, sum droyma um, at 6-mannaførini og 8-manna­førini aftur fara at kappast á 1500 metra teininum, og at 10-manna­ førini aftur fara at kappast á 2000 metra málinum. Men tá ið tað verður hildið upp ímóti longu bíðitíðunum, sum kundu vera bæði hálvir og heilir tímar, með­ an arbeitt varð við at flyta fasta startin, so er tað bara ein veruleiki í dagsins ferð­ mikla samfelag, at tíðin er farin frá kappróðri, har spenn­andi kappingin millum 10-mannaførini viðhvørt var á skránni klokkan hálvgum sjey. Soleiðis er tað bara. Vigað í talinum á sigrum so hevur kappróðurin tað ógvuliga gott í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Felagið vann tríggjar sigrar leygar­ dagin – Hulda barnaróðurin hjá gentum, Firvaldur kapp­ ingina millum 5-mannaførini við gentum og Tvørabáturin kappingina millum 6-manna­ førini við monnum. Hinir sigrarnir fóru í ymsar ættir – til Miðvágs, Vest­manna, Argir, Fugla­ firðar og Klaksvíkar. Í teimum átta kapping­ unum eru tað eftir tveir róðrar tríggir bátar, sum hava vunnið fulla úrtøku. Í fimm kappingum var tað í Kolla­firði annar vinnari enn tann, sum var fremstur á norðoya­stevnu. Øgilig tvíkapping Sammett við undanfarin ár er kappingin øðrvísi mill­um 10-mannaførini. FM vinn­ arin Drekin Reyða vann á norð­oyastevnu, og í Kolla­ firði vann Klaks­víkingur. Gongdin higartil bendir á, at talan verður um framúr kapp­ing fram til á ólavsøku. Havnarbáturin var við í kappingini fyrstu tvey hundrað metrarnar. So stakk Drekin Reyði seg ein skut framum, men tað var skjótt, at Klaksvíkingur legði upp á síðuna av honum, og í tríggjar minuttir stóð púra á jøvn­um. Dramatikkurin var fantastiskur og sjónin minnis­rík, tá ið bekktøkini vórðu tikin, og Drekin Reyði og Klaksvíkingur borð um borð og stavn um stavn fóru skúm­andi fram ímóti mál­ inum. Hesaferð vóru tað meist­ arar­nir umborð á Drekanum Reyða, sum noyddust at lúta fyri sigursvandu mann­ing­ ini á Klaksvíkingi. At tað ikki eydnaðist við nýggja farinum at vinna á norðoya­ stevnu í heimasjógvi neit sjálv­andi. Men avrikið leygar­dagin vísti, at í staðin fyri at lúta við høvdinum og missa sjálvsálitið, so høvdu klaksvíkingar brynjað seg av nýggjum. Javnvágin umborð var betri – bæði borð úr borði og frá stýrimanninum og fram til teir á toftini – og so varð fjórði sigurin í Kollafirði á rað veruleiki. Sundalagsstevna er í Kolla­firði triðja hvørt ár, og Klaks­víkingur hevur vunnið í 2006, 2009, 2012 og aftur í 2015. Sama lagið Eisini í kappingini millum 8-mannaførini var talan um øgiliga tvíkapping, og eisini í hesi kappingini var talan um annan vinnara í Kolla­firði, enn talan var um á norðoya­ stevnu. Í Klaksvík endaði Heiða­ báturin omaná, og tá var fjarstøðan aftur til Argja­ bátin eitt stórt hálvt sekund. Leygardagin endaði Argja­báturin omaná, og nú var fjarstøðan aftur til Heiðabátin minni enn triðing­urin av einum sekundi. Tað fær illa verið meiri spennandi! Kappingin millum 6-manna­førini við monnum var meinlík teimum millum 10-mannaførini og 8-manna­ førini, og eisini í hesi kappingini var talan um annan vinnara enn á norð­ oya­stevnu. Í Klaksvík vann Páll Fangi lutfalsliga trivaligan sigur í heimasjógvi. Leygardagin var Tvørabáturin fyrstur á mál. Hvørgin av hesum báðum bátunum var millum teir, sum fingu besta startin, men fram ímóti málinum komu teir skúmandi stavn um stavn. Á málstrikuni var Tvørabáturin 4/25 av einum sekundi undan Páll Fanga! Meðan tað á norðoya­ stevnu var tøtt kapping millum Tjaldrið, sum vann kapp­ingina millum 5-manna­ førini við dreingjum, og Frúnna, ið var eitt stórt sekund aftan­fyri, so var í Kolla­firði talan um ruddu­ligan sigur. Inntil endaspurtin var tað heilt javnt, men í enda­spurt­inum munaðu tøkini hjá dreingj­ unum úr Miðvági meiri, og Frúgvin var eina bátslongd fyrr á mál enn Tjaldrið, sum var eina bátslongd undan Sílinum. Trivaligir sigrar Í kappingunum millum 5-manna­førini við kvinnum og 5-mannaførini við gentum var talan um trivaligari sigrar enn í kappingunum á mann­fólka­síðuni. Firvaldur við gentum vann trivaligan sigur á norðoyastevnu, tá ið fjarstøðan aftur til Jallin var fýra sekund, og Firvaldur vann trivaligan sigur leygar­ Tvøroyri átti flestu vinnararnar í kappróðrinum á sundalagsstevnu, sum gekk so væl, at tað neyvan kemur upp á tal at venda aftur til longru róðrarteinarnar Klaksvíkingur trívist væl í Kollafirði Sundalagsstevnuróður kappróður