Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Føroyingar snýttu illa Neli Heldarskarð Sum væntað var Jóannes Jacobsen ovurfegin stutt eftir dystarlok leygarkvøldið. – Vit skulu hava í huga, at vit eru ein pinkulítil fót­ bólts­tjóð, og at tað tískil er ómetaliga stórt, at vit megna at vinna tvær ferðir ímóti hægst seedaða liðnum í bólk­inum. Vit hava leverað vør­una tvær ferðir, tá ið vit hava spælt ímóti grikkum, og tað er bara heilt framúr gott. Í mun til undanfarin ár er eyðsæð, at dagsins før­ oyska fótbóltslandslið í nógv størri mun er partur av dystinum enn fyrr. Før­ oysku leikararnir vístu mang­an gott fótbóltsspæl leygar­kvøldið, og tað var sum kunnugt nokk til tvey mál. Jóannes Jacobsen vísir á, at hetta er nakað, sum Lars Olsen og hann hava arbeitt mið­víst við. – Tað liggur í ætlanini hjá okkum, at vit skulu tora at taka størri kjansir í spælinum og menna okkum enn meir. Vit vilja, at føroyska liðið skal vera ein størri partur av sjálvum dystinum enn fyrr, og tað hevur eydnast sera væl sein­ astu dystirnar. Heima­dyst­ urin ímóti Ungarn í fjør er dømi um ein dyst, har vit spældu væl og høvdu bóltin nógv meir enn mótstøðuliðið, men vit megnaðu ikki at skapa kjansir tá. Í dag leggur ein til merkis, at vit í roynd og veru skapa rímiliga nógv­ ar kjansir. Sjálvandi eru løt­ ur, har vit eru eitt sindur á afturpartinum, men tað má ein rokna við við um­støð­ unum hjá okkum. Jóannes hevði eisini fagur­orð at bera stuðlinum frá føroysku áskoðarunum. – Eg haldi, at tað er heilt fantastiskt, at eitt so lítið land kann fylla ein slíkan leikvøll. Og kanska høvdu eini 1000-2000 verið afturat, um pláss var fyri teimum. Tað sigur eitt sindur um áhugan, sum er fyri lands­ lið­num í løtuni. Fólkið tekur undir við landsliðnum, tí at vit í nógv størri mun eru við í dystinum, og tí er tað eisini nógv stuttligari at koma til dyst sum áskoðari. Onkuntíð hevur tað verið eitt sindur tvíbýtt við fólksins stuðli, men í løtuni er rákið tað, at føroyska fólkið tekur undir við landsliðnum. Jóannes vísti eisini á, at føroyska liðið altíð fer á vøllin fyri at fáa eitt úrslit, hóast útlitini ikki altíð eru líka góð. – Vit skulu royna at vinna ímóti øllum. Útlitini eru als ikki altíð tey bestu fyri, at vit fáa stig, men vit fáa tey bara, um vit royna og søkja eftir teimum. Vit hava ein møgu­ leika áðrenn hvønn dyst, og vit fara altíð eftir møgu­ leik­anum. Í kvøld søktu vit møgu­leikan at vinna dystin, og vit gagnnýttu hann. neli@sosialurin.fo Føroyska landsliðið torir væl betri at vera á bóltinum nú enn fyrr, sigur Jóannes Jacobsen, hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum Vit tora betri at spæla fótbólt landsliðið fótbóltur Lagið var sum vera man alt annað enn gott í griksku leguni eftir 2-1 tapið ímóti Føroyum. Tíðinda­fundurin hjá Sergio Markarián, grikska lands­liðs­venj­ ara­num, gjørdist heldur drúgvur vegna nógvu spurningarnar, ið alt annað enn blíðu griksku tíðindamenninir vildu hava svar á. Markarián tosaði grikskt ígjøgnum allan tíð­ inda­fundin, og tí bar ikki til at skilja hjá undirritaða, hvat Markarián segði. Sosial­urin slapp tó at seta síðstu spurningarnar á enskum, áðrenn tíðinda­ fund­urin endaði. Spurdur um, hvat hann helt um før­oyska liðið, hevði Markarián hetta at siga. – Føroyingarnir kemp­ aðu sera væl. Men teir dugdu eisini væl at filma, snýta og drála tíðina út. Eg veit ikki, hvussu teir hava lært tað, men tað dugdu teir heilt væl. Men eg vil kort­ini ynskja Føroyum til lukku við sigrinum. Grikkaland er eitt land í svárari kreppu. Fíggjar­ støðan í landinum er alt annað enn góð, og nú er fótbóltslandsliðið, ið kom víðari úr bólkaspælinum í HM fyri bert einum ári síðani, aftast í undan­ kappingar­bólkinum til EM í Fraklandi komandi ár. Um støðuna hjá grikskum fótbólti segði Markarián soleiðis: – Vit eru í einari sera, sera ringari støðu. Trupul­ leikarnir hjá okkum eru stórir, og tí mugu vit eisini finna stórar loysn­ir til framtíðina hjá grikska landsliðnum, vóru sein­ astu orðini hjá Sergio Markarián á tíðinda­fund­ inum. 38 ára gamli Giorgos Karagounis, ið millum annað var miðvallari á til­tikna landsliðnum hjá Grikkalandi, ið vann EM í 2004, var eisini til tíðindafundin. Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá honum, men Karagounis bar seg undan. Í stuttari viðmerking ynskti hann tó Føroyum til lukku við sigrinum. neli@sosialurin.fo Grikski venjarin, Sergio Markarián, kom við einari heldur løgnari undan­førslu í samband við tíðinda­ fundin hjá honum eftir dystin leygarkvøldið