Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 ítróttur Grikskur tíðindamaður viður­kendi føroyska av­ rikið aftaná bragdið leygar­ kvøldið. Christos Kontos er frásøgumaður á griksku útvarpsrásini, ERT, ið er sjálv tjóðarútvarpsrásin í Grikkalandi. Fyrst og fremst var Kontos berg­ tikin av føroyska avrik­ inum. – Onki í lívinum er ógjørligt, eiheldur í fót­ bólti. Tað hava føroysku leikararnir prógvað. Tit bergtóku okkum í Pireus, men vit trúðu ikki uppá, at søgan kundi endur­taka seg. Men føroy­ing­arnir vístu, at alt ber til, so til lukku til tykkum. Um Føroyar eisini spæla soleiðis framyvir, so ivist eg ikki í, at føroyska lands­liðið eisini fer at vinna ímóti øðrum tjóð­ um. At eitt land, sum hevur 50.000. íbúgvarar, kann klára seg so væl, er eitt satt undur, segði Christos Kontos, tá ið Sosial­urin fekk orðið á hann góðan tíma eftir dystar­lok. Sum væntað var grikski frásøgumaðurin tó eisini vónbrotin av av­rik­inum hjá sínum lands­monnum. – Tað hevði verið sera torført hjá Føroyum at vunnið á Grikkalandi, um okkara menn spældu á sínum vanliga støði. Grikska liðið er ikki í góð­ um standi og hevur nógvar trupulleikar. Um tað skal bera til hjá Før­oy­um at vinna á Grikka­landi, so mugu griksku leikararnir hava ein ringan dag, meðan allir før­oysku leikararnir mugu spæla á sínum topp­ støði. Grikskur fót­bóltur er í svárari kreppu. Fyri einum ári síðani komu vit víðari úr bólka­spæl­inum í HM, og nú hava vit so tapt tvær ferðir ímóti Føroyum. Tað burdi ikki borið til, at tað skuldi hilnast so illa hjá okkum, sum tað hevur gjørt seinasta árið. Aftaná minniliga sig­ ur­in í Pireus í november í fjør fekk táverandi grikski landsliðsvenjarin, Claudio Ranieri, sekkin. Kontos væntar tó ikki, at núverandi venjarin, Sergio Markarián, fer at upp­liva somu lagnu. – Eg vænti ikki, at Markarián fær sekkin eftir hendan dystin. Hetta er bara hansara ann­ar dystur, og liðið er í ein­ari sera truplari støðu. Markarián kemur sum minst at vera venjari til hend­an undankappingin endar, og so fáa vit at síggja, um grikska fót­bólts­sambandið velur at varðveita hann sum venj­ara ella at geva ein­um øðrum manni møgu­leikan. neli@sosialurin.fo Til lukku til tykkum Eg var ikki fyrireikaður Alt riggaði fyrimyndarliga væl Grikskur Tíðindamaður: fótbóltur landsliðið Alt tað fyriskipanarliga arbeiðið gekk upp á stás, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, um landsdystin leygarkvøldið Maðurin, ið endaði við at spæla meira enn 80 min­uttir á vinstra bakki leygar­kvøldið var ikki fyri­ reikaður upp á at spæla á hesum plássinum. Dysturin var ikki meira enn 13 minuttir gamal, tá ið føroyska liðið varð noytt at gera eina útskifting. Vinstri bakkurin, Gilli Sørensen, gjørdist skaddur og inn í hansara stað kom Jóhan Troest Davidsen, ið vanliga spælir antin í mið­ verjuni ella á høgra bakki hjá HB. Jóhan hevði ikki væntað at skula spæla á hesum nýggja plássinum – Eg var ikki heilt fyri­ reikaður upp á at spæla á vinstra bakki. Um eg skuldi byrja inni í dag, so hevur tankin hjá venjarunum verið, at eg møguliga skuldi byrja inni á høgra bakki. So eg varð eitt sindur bilsin, tá ið eg endaði á vinstra bakki. Tað er ikki altíð bara sum at siga tað hjá einum fótbóltsleikara, tá ið hann skal brádliga skal venja seg við at spæla á nýggjum plássi. – Eg var eitt sindur fjálturstungin, tá ið eg kom inn. Tað var ógvuliga brádligt, at eg skuldi inn á vinstra bakk, og tað tók kanska upp ímóti eini 20 min­uttum, áðrenn eg kom heilt inn í dystin. Tað spældi tó kortini val av hjá Jóhan, ið serliga í seinna hálvleiki vardi væl á vinstra bakki. – Tað spældi bara heilt væl av. Vit fingu trý stig og heilt ómetaliga góðan stuðul frá 5000 áskoð­ arum. Størri kann tað ikki blíva fyri ein føroyskan fót­bólts­leikara. Eg eri sera glaður fyri, at eg gjørdist partur av hesum bragd­ inum, segði Jóhan Troest Davidsen eftir landsdystin leygar­kvøldið. neli@sosialurin.fo Neli Heldarskarð Landsdysturin leygarkvøldið var eitt slag av elddópi hjá FSF. Hetta var fyrstu ferð, at nýggja, talgilda atgongu­ merkja­skipanin varð tikin í nýtslu, og eisini var hetta fyrsti landsdystur, at áskoð­ ararnir á eystursíðuni á Tórsvølli sótu undir taki. Spennandi var, hvussu alt tað fyriskipanarliga hjá FSF fór at hilnast, men Virgar Hvidbro staðfestir fyri Sosial­inum, at alt gekk væl. – Alt tað fyriskipanarliga, ið vit í FSF hava havt ábyrgd av í samband við lands­ dystin, hevur riggað fyri­ myndar­liga væl. Eg trúgvi ikki, at stemningurin nakran­tíð hevur verið so góður til ein fótbóltsdyst í Føroy­um, sum hann var í kvøld. Vit fara at eftirmeta lands­liðs­tiltakið mánadagin, og hóast tað altíð er okkurt, sum hevði verið kunnað gjørt betri, so eru vit sera væl nøgdir við okkara part, segði Virgar Hvidbro, tá ið Sosialurin prátaði við hann í mixed zone eftir dystin leygar­kvøldið. Fyrr hevur millum ann­ að verið ónøgd við atgongu­ merkja­søluna hjá FSF. Men aftaná dystin leygarkvøldið fór ongin ónøgdur heim, stað­festir Virgar. – Eg haldi, at fólk eru ógvu­liga væl nøgd. Eg gekk ein túr á eystursíðuni undan dystinum, og har var lagið bara heilt gott. Sjálvt á vestur­síðuni, har onki tak er á enn, kókaði stemningurin eis­ini. Harðmælti stuðulin frá Skansanum var ein ótrúl­ iga stór hjálp fyri stemningin á Tórsvølli. Tórsvøllur kók­ aði sum ongantíð áður megin­partin av dystinum. Aftaná seinastu undan­ kapp­ing var eitt slag av ónøgd við Lars Olsen, lands­ liðs­venjara, tá ið føroyska lands­liðið millum annað ikki eingongd megnaði at vinna nakran dyst ímóti ein­ari veikari fótbóltstjóð sum Kazakhstan. Lars Olsen hevur tó av álvara prógvað sítt virði nú. – Vit hava trúð upp á Lars øll hesi árini, har hann hevur verið venjari hjá okkum. Tað er heldur ikki uttan orsøk, at vit nýliga hava longt sátt­ mála hansara, so at hann er galdandi í fýra ár afturat. Hann prógvaði so dyggiliga í kvøld, at tað var rætt at leingja við honum. Føroysku leik­ararnir avrikaðu nógv meira enn tað, ið vit væntaðu framman­undan, segði Virgar Hvidbro at enda. neli@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Mynd: Sigmar Mørkøre Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF