Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Metingar av føroysku leikarunum, venjara og heildarmeting eftir frálíka sigurin móti grikkum á Tórsvølli leygarkvøldið. Metingar eru frá 1 til 6 Leikara- metingar landsliðið fótbóltur Føroyar André Olsen Gunnar Nielsen 4 Føroyski málverjin hevði eina dystar­ av­gerandi bjarg­ing í seinna hálvleiki, tá støðan var 1-0, tá hann fekk fingrar­nar á bóltin, soleiðis at hann brast á stongina og út. Var kanska eitt sindur óheppin í tveimum støðum í fyrra hálvleiki, tá hann misti bóltin, men tíbetur fyri føroyska landsliðið, so kostaðu feilirnir ikki. Tað trekkir tó eitt sindur niður uppá karakterin, men saman­umtikið fyri hesa undan­kapp­ingina hevur Gunnar Nielsen verið millum bestu føroysku leikararnar. Bárður Hansen 5 Spældi fyri fyrstu ferð frá byrjan á før­ oyska lands­lið­num, og kom væl frá sínum fyrsta dysti. Tað hjálpti væl hjá Bárði Hansen at hann hevði Atla Gregersen undir lið­ini á sær í verjuni, og Sølva Vatnhamar á miðvøllinum frammanfyri sær, tá teir allir tríggir ofta hava verið í somu støðu fyri Víking. Var sum heild tryggur í verju­spæl­ inum, og er altíð eitt farligt vápn í tí offensiva, har hann fleiri ferðir kom framvið eisini. Atli Gregersen 5 Stýrimaðurin í verj­ uni á føroyska liðnum spældi ein frálíkan dyst. Serliga móti end­anum, tá tað stóð nógv á, komu royndirnar hjá Atla Gregersen til góðar. Stóð ofta á rætta stað móti endanum av dystinum, og spældi sum heild ein frálíkan landsdyst í føroysku miðverjuni saman við makkaranum Sonna Ragnar Nattestad. Sonni Ragnar Nattestad 5 Sannførandi av­ rik frá unga verju­ leik­arunum, sum mest­sum vann allar nærdystir, sum hann lut­tók í. Var tryggur og sann­før­andi mestsum allan dystin ígjøgn­ um. Einasta løtan, har onkrar clearingar mis­eydn­aðust eitt sindur var seinastu 10 min­uttirnar, tá váti bólturin lump­aði verjuleikaran. Ann­ ars eitt frálíkt avrik í før­ oysku miðverjuni. Gilli Sørensen Inni ov stutt til at gera eina meting, tí hann var so óheppin at blíva skaddur longu aftaná 10 minuttir. Byrjaði tó dystin øgiliga væl, har hann setti seg væl ígjøgn­um í tveimum støðum. Hevur afturat eina ferð, sum vit sjáldan áður hava sæð á før­oyska landsliðnum. Ótrú­ liga spell fyri Gilla at dyst­ urin skuldi enda soleiðis, nú tá hann enduliga fekk møgu­ leikan frá byrjan. Fróði Benjaminsen 5 Setti met leygardagin sum mest leik­andi før­oyski lands­liðs­ leik­ari nakrantíð. Spældi eisini ein frálíkan dyst á miðvøllinum, har hann er leiðari fyri okkara ungu úr­mæl­ingar, Brand Olsen og Hallur Hansson. Var nógv við í spælinum, og fylti nógv í nær­dyst­inum. Fekk gult kort, men tók tað fyri liðið, tá før­oysku leik­ararnir kendu seg snýttar fyri brotsspark í fyrra hálvleiki. Hevur boðað frá, at hetta er seinasta árið hjá honum á føroyska lands­liðnum, og tað er eingin ivi um, at tómrúmið eftir Fróða Benjaminsen kemur at vera stórt á før­ oyska landsliðnum. Frá okk­ um á Sosialinum ynskja vit Fróða Benjaminsen stórt til lukku við metinum. Hallur Hansson 6 Skoraði málið til 1-0, har hann avsluttaði væl eftir upp­spæl frá Sølva Vatn­hamar. Er gull­verdur fyri før­oyska landsliðið, har hann bæði inniheldur slagkraft, ar­beiðs­ orku og bóltførleika. Var iva­samur orsakað av skaða undan dystinum, men tað sást ikki aftur á avrik­inum, sum allan dystin var heil­ hjartað og gott. Tað er ringt at peika nakran ein­stak­an út eftir eitt so frálíkt av­rik, men Hallur taldist av­gjørt millum teir bestu før­oysku leik­arar­ nar á vøllinum leygar­kvøldið. Brandur H. Olsen 6 Ein sólskinssøga á føroyska mið­vøll­ inum. Hevur hend­ an seinasta mánaðin av­gjørt tríggjar týðandi fót­ bólts­dystir. Fyrst tveir fyri danska stórfelagið FCK, og síðani leygarkvøldið móti Grikka­landi, har hann skoraði av­ger­andi málið. Spældi ein frá­líkan dyst, har hann ongantíð smæddist burt­ur, hvørki við at stríðast ella at tora at spæla fótbólt. Hevur ein bólt­førleika, ið vit nærum ongantíð áður hava sæð á føroyska landsliðnum. Hevur givið føroyska lands­lið­num eina nýggja dimensión, síðani hann trein á pallin á føroyska lands­lið­ num fyri eitt sindur meira enn einum hálvum árið síðani, har hann til tíðir kann samanberast við spanska úrmælingin Andrés Iniesta. Taldist millum bestu før­ oysku leikararnar á Tórsvølli leygar­kvøldið. Sølvi Vatnhamar 6 Fekk møguleikan á fyrsta sinni frá byrj­an seint í fjør, og hevur av álvara tikið av møgu­leikanum. Var arkitekt­urin aftanfyri bæði tey føroysku málini, tá hann við tveimum frá­ líkum send­ingum legði upp til Hall Hansson og Brand Olsen. Hevur eina frálíka arbeiðs­orku og torir deiliga væl at brúka sín góða bólt­ før­leika. Sum sagt, tað er ringt at peika nakran fram­ um nakran annan aftaná eitt so flott kollektivt avrik, men Sølvi Vatnhamar tald­ ist eisini avgjørt millum teir allarbestu føroysku leikarar­ nar á Tórsvølli leygarkvøldið. Christian Lamhauge Holst 5 Frálíki bóltførleikin hjá Christian Lamhauge Holst er altíð ein fyrimunur fyri føroyska landsliðið. Ser­ liga nú, tá landsliðið er farið at spæla so mikið væl, og tá so nógvir tekniskt sterkir leikarar eru á landsliðnum. Spældi ein frálíkan fyrra hálvleik, har hann var nógv við í spælinum. Var kanska ikki líka eyðsýndur í seinna hálvleiki, men stríddist alla tíðina væl allíkavæl. Varð útskiftur tá eitt korter rest­ aði og vit vóru á odda 2-0. Tá valdi Lars Olsen at skifta Odmar Færø á vøllin fyri at styrkja um tann defensiva partin tí seinastu løtuna.