mánadagur 15. juni 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67
ítróttur
fótbóltur landsliðið
Jóan Símun
Edmundsson
5
Var maðurin, ið av
gjørdi
undanfarna
dystin niðri í Grikka
landi.
Eydnaðist
ikki at koma á máltalvuna
hesaferð, men Jóan Símun
Edmundsson
spældi
ein
frálíkan dyst sum fremsti
maður á føroyska liðnum.
Góði bóltførleikin ger, at
hann altíð sleppur sær skila
gott av við bóltin, og so hótti
hann eisini fleiri ferðir við
síni nógvu ferð. Var eisini
nær við at leggja Føroyar
á odda 1-0 longu aftaná 10
sekund, tá hann rann frá
griksku verjuni.
Jóhan
Troest Davidsen
5
Kom inn longu aftaná
10 minuttir, tá Gilli
Sørensen
noyddist
av
vøllinum
við
skaða. Mátti sjálvandi brúka
nakrar minuttir at koma
orduliga inn í dystin, men
spældi síðani ein góðan dyst.
Misti kanska onkrar bóltar
fyrstu løtuna, men tað er eis
ini náttúrligt, tá man kemur
inn so tíðliga og so brádliga.
Var annars álítandi og skila
góður í verjuspælinum.
Odmar
Færø4
Kom inn seinasta
korterið
fyri
Christian
Holst,
tá vit vóru á odda
2-0. Kom inn fyri at styrkja
um defensiva partin, og tað
eydnaðist eisini. Stríddist
væl og var ikki bangin fyri at
taka nærdystir, men tað er
ringt at vera eyðsýndur, tá
man er inni eina so lítla løtu
sum Odmar var. Er eitt gott
boð uppá ein nýggjan defen
sivan miðvallara, tá Fróði
Benjaminsen fer at takka
fyri seg aftaná hesa undan
kappingina, sum hann longu
hevur boðað frá.
René
Shaki Joensen
Var inni ov stutt til at gera
eina meting.
Lars
Olsen6
Eigur stórt rós uppi
borið
fyri
frálíku
avrikini á føroyska
landsliðnum. Var úti
fyri eitt sindur av atfinn
ingum í oktober mánað í
fjør, men hevur so sanniliga
mótprógvað øllum. Hevur
alla tíðina lagt dent á, at vit
skulu vera við til at mynda
dystirnar við góðum spæli,
og tað sæst væl aftur á vøll
inum. Eigur eisini stórt rós
fyri val av samanseting á før
oyska liðnum, har hann í fjør
brádliga gav Brandi Olsen
og Sølva Vatnhamar møgu
leikan. Tað hevur víst seg at
vera ein skilagóð avgerð.
Samlaða avrikið,
karmar og
áskoðarar
6
Sum heild var tað frá
líkt at uppliva dystin
á Tórsvølli leygar
kvøldið.
Karmarnir
rundanum Tórsvøll eru nú
so mikið góðir og flottir, at
vit ongantíð hava sæð nakað
líknandi í Føroyum. Mest
sum allir áskoðararnir sótu
undir taki, og hetta skapti
eisini ein betri stemning enn
áður. Góði stemningurin var
avgjørt eisini við til at lyfta
liðið nøkur eyka prosentir,
tá mest stóð á. Serliga nýggja
fjepparafelagið Skansin eig
ur stórt rós, fyri at skapa lív
í millum áskoðararnar. Og
føroyska avrikið á vøllinum,
tað var til topp karakter, har
allir leikararnir í felag vóru
við til at lyfta, soleiðis at vit á
øðrum sinni fingu syft grikk
um. Frálíkt Føroyar!
Myndir: Álvur Haraldsen