Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur landsliðið fótbóltur 25 ár eftir minnisríka avrikið í Landskrona hava Føroyar við sannførandi spæli og hugburði, ið sjáldan er sæddur, lyft seg so langt upp á altjóða styrkislistan sum ongantíð áður Hellas fall í føroyska silvur­ brúdleypinum Jóannes Hansen Tað verður ikki fyrrenn 12. september, at tað verður ein fjórðingsøld síðani, at Føroyar vunnu tiltikna 1-0 sigurin á Eysturríki í Lands­ krona. Tí er tað so upplagt, at silvurbrúdleypið saman við landsliðnum verður feirað, tá ið Norðurírland fríggja­ kvøldið 4. september verður gestur á Tórsvølli. Longu nú er tað greitt, at tá verður hvør einasti stólur upptikin. Men eftir avrikið og úrs­litið á heimavølli ímóti Grikka­landi leygarkvøldið ger tað einki, at vit síggja 2-1 sigurin í søguligum høpi – saman við 1-0 sigrinum á Grikka­landi suðuri í Pereus í november í fjør. Føroyski fótbólts­heim­ urin og Føroyar sum heild eru á gosi, og altjóða fótbólts­ heim­urin undrast og spyr, hvat tað er, sum gongur fyri seg. Tølini tala. Eftir sigrarnar á Grikkalandi renna FIFA stig í stórum tali inn á før­ oysku kontuna, so tey nú eru sambært Jákupi Emil Hansen, føroyska serfrøð­ing­ inum á hesum øki, eru 456. Harvið hava Føroyar aftan­fyri seg Makedonia, Hvíta­russland, Montenegro, Finland, Armenia, Estland, Letland, Litava, Kypros, Aserbadjan, Moldova, Kasakhastan, Georgia, Liktinstein, Malta, Luksem­ bourg, San Marino og Andorra. Vit klípa okkum í lærið fyri at vita, um tað er sum hjá Jeppa í dreymaseingini. Men tað er ein veruleiki, at Føroyar vera í potti numm­ ar fýra, tá ið tað 25. juli verð­ ur drigin lutur um, hvussu londini í Europa skulu bólkast í næstu HM undan­ kapp­ingini. Harvið vera vit í sama styrkispotti sum eitt nú Írland, Bulgaria, Turka­ land og Noreg!! Grundarlagið At føroyskur fótbóltur hev­ur flutt seg við risafetum varð eitt nú staðfest síðsta summ­ ar, tá ið Víkingur megnaði at spæla seg víðari í triðja inn­leiðandi umfarið í euro­ peisku liguni. Tað verður lagt meiri fyri í feløgunum. Spælararnir venja mest sum alt árið, og longu 1. mars varð tað heima á landi farið undir lands­ kapp­ingina, sum seinastu tíggju árini hevur fevnt um 27 umfør. Av teimum ellivu, sum stóðu rættir á vøllinum, tá ið tjóðsangurin ljóðaði á Tórs­ vølli, sum nú sær út sum eitt orduligt stadion, vinna sjey til lívsins uppihald í út­lendskum feløgum, har teir liva av at spæla fótbólt. Saman við teimum vóru tríggir av víkingunum, sum hava verið so óførir í euro­ peisku kappingunum tey seinnu árini, og so Fróði Benjaminsen, liðformaðurin, sum leygar­kvøldið umboðaði føðilandið fyri 84. ferð og harvið setti nýtt met. Felags fyri allar hesar er, at teir vita, hvat tað snýr seg um, og at teir hava rætta hugburðin. Kappingin um plássini á vøllinum er størri, enn hon nakrantíð hevur verið, tí fleiri av ungu monn­ unum, sum seinnu árini hava verið við til at lyfta U21 lands­liðið fram, bíða eftir tørni. Meistarin Stóru avbjóðingina at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind eigur venjarin Lars Olsen, sum er væl stuðlaður av Jóannesi Jakobsen, ið var lið­formaður í Landskrona fyri fjórðingsøldini síðani. Eisini í fótbóltsheiminum vísir tað seg ofta, at minnið røkkur stutt aftur. Tað vóru nógvar kritiskar røddir, tá ið FSF skrivaði sáttmála við Lars Olsen. Víst var á, at tað hevði gingið væl við bretskum íblástri, og at tað var óða­manna­verk at fara aftur til danska fótbólts­ skúlan. Nýggi danski venjarin setti beinanvegin út í kortið. Hann vildi hava føroyska lið­ ið at spæla meiri og sparka minni. Hóast úrslitini ikki vóru góð beinanvegin, mis­ tøk framvegis vóru í verju­ part­inum, og tyngdin í fram­ rættaða partinum ikki var nakað at reypa av, so gekk smátt um smátt rætta vegin. Í Pireus fyri stórum hálv­ um ári síðani glapp av álvara. Omanfyri nevnda grundar­ lag eigur sjálvsagt sín lut, tá ið okkara menn undir leiðslu av Lars Olsen vunnu 1-0. Leygarkvøldið endurtóku teir bragdið við at vinna 2-1. Og teir meiri enn endurtóku bragdið, tí brent barn ræð­ ist eld, og grikkar vóru full­ greiðir yvir, hvat tað var, sum bíðaði teimum, tá ið teir stutt eftir middag fríggjadagin – meiri enn tólv tímar seink­ aðir – lendu í Vágum. Men Grikkaland legði enn einaferð rygg til tap ímóti Føroyum, og nú vita øll lands­lið, sum skulu spæla ímóti Føroyum, at Fróði Benjamin­sen og hansara menn eru ikki at spæla við. – Eg haldi meg aftanfyri. Tað eru spælararnir, sum eiga heiðurin uppibornan, segði Lars Olsen í samrøðu við Rás2, tá ið landsliðið í gjár varð heiðrað á Vagl­