mánadagur 15. juni 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67
ítróttur
fótbóltur landsliðið
inum. Tá var hann á veg inn
til Runavíkar at fylgja venj
ingini hjá U21 landsliðnum,
sum fyrireikar seg at spæla
ímóti Aserbadjan á Svanga
skarði mikudagin.
Alt hetta kann ikki annað
enn vekja virðing fyri lands
liðsvenjaranum!
Pressararnir
Leygarkvøldið vóru tað teir
á vøllinum, sum vóru í and
glettinum. Teir stóðu roynd
ina, og teir hoyknaðu ikki
undir trýstinum, sum full
setta stadion legði á teir.
Frá fyrsta bríksli kendu
grikkar sviðan av, at heima
liðið hevði viljan, orkuna,
evnini, skilið og hugburðin,
sum skuldi til. Teir vóru
avgjørdir og tættir í eftir
ansingunum.
Ofta
vóru
tríggir og fýra føroyingar í
mótstøðubrotsteiginum, og
tað var ikki óvæntað, tá ið
Hallur Hansson – saman
spælið millum hann og Fróða
Benjaminsen og Brand H.
Olsen á miðvøllinum riggaði
aftur hesaferð framúr væl
– við fínum skoti plaffaði
bóltin inn við nærra stólpan,
eftir at sera væl upplagdi
Sølvi Vatnhamar, sum spælir
við stórum sjálvsáliti, hevði
sneitt seg leysan í høgru.
Tá var stórur hálvur tími
farin, og málið bar nýggja
orku við sær, og tað helt
inntil hvíldina. Eftir steðgin
vóru skelkaðu grikkarnir
eina góða løtu ágangandi, og
tað var fleiri ferðir tætt við
og næstan. Atli Gregersen
og Sonni Ragnar Nattestad
vóru brandar í miðverjuni,
og Bárður J. Hansen og
Jóhan Troest Davidsen, sum
longu í 13. minutti avloysti
skadda Gilla Sørensen, vóru
skilagóðir í ansingunum og
avgjørdir í nærdystunum.
Gunnar Nielsen var onkra
ferðina um at koma sær
sjálvum í keðiligar støður,
men tá ið tað mest ráddi um,
megnaði hann tað, sum tað
verður roknað við og eitt
sindur aftrat.
Tá ið tað kundi roknast
við, at mótbrekkan fór at
kennast eyka tung, varð
nýggj orka veitt. 19 ára gamli
Brandur H. Olsen, sum longu
nú er snaringspunktið á mið
vøllinum, stakk bóltin fram í
høgru til Sølva Vatnhamar,
og enn einaferð sneiddi
leirvíkingurin seg leysan.
Hann bíðaði eitt vet, og tá ið
hann legði í brotsteigin, var
Brandur H. Olsen har, og so
vísti talvan 2-0!!
Takið var um at fara
av
áskoðaraskýlinum.
Allir
áskoðararnir
stóðu,
og
føroysku
spælararnir
fingu nýggja orku, meðan
grikkarnir, sum lítla løtu
frammanundan høvdu havt
bóltin bæði á tvørtrænum
og stólpanum, fóru niður við
nakkanum.
Avbjóðingin var at verja,
men ikki at pakka seg so
langt niður, at møguleikin
fyri at hótta við mótálopum
hvarv. Jóan Símun Edmunds
son og Christian Lamhauge
Holst, sum lítla løtu eftir
2-0 málið varð útskiftur við
Odmar Færø, hóttu, og onkra
ferðina vóru føroyingarnir
yvirmannaðir frammarlaga
á vøllinum.
Eftir horna høvdu grikkar
bóltin í føroyska málinum,
men
dómarin
kolldømdi.
Seks minuttir undan leikloki
eydnaðist tað teimum at
minka um munin við stútara
eftir horna úr høgru. Harvið
spøkti møguleikin fyri, at
tað skuldi enda sum ímóti
Skotlandi á seinni, tá ið 2-0
varð til 2-2 og stórt vónbrot,
men føroyska liðið helt tørn.
Heilivágurin var stríðs
viljin og eldhugurin frá
Landskrona tíðini saman
tengt við størri orku, betri
skili og fínum bóltførleika.
Fagnaðurin
var
øgiligur,
tá ið síðsta bríkslið ljóðaði.
Grikski venjarin stóð sum
negldur, meðan hansara lotu
spælarar smoygdu sær undir
tak.
Føroyingarnir á og kring
vøllin stórfegnaðust, meðan
tíðindini um enn eina sen
satión
fóru
kring
allan
knøttin.
25 ár við aldukambum og
aldudalum saman við lands
liðnum. Nú silvurbrúdleypið
verður
hátíðarhildið,
er
landsliðið á aldukambinum,
og suðuri í Hellas gremja
tey seg, samstundis sum tey
ásanna, at nú er vónin fyri
at røkka EM endaspælinum
burtur.
Føroyska vónin fyri hes
um er ikki heilt horvin, men
henni tora vit ikki at rokna
við. Ikki enn, men tað verður
neyvan so leingi, inntil tað
verður veruleiki, um menn
ingin hjá Lars Olsen og
hansara monnum framvegis
verður tann, sum hon hevur
verið seinastu árini!
joannes@sosialurin.fo
Føroyar - Grikkaland 2-1 (1-0)
1-0: Hallur Hansson 32
2-0: Brandur H. Olsen 70.
2-1: Sokratis Papastathopoulos 84.
4.800 áskoðarar (útselt)
Dómarabólkur úr Noregi:
Tom Harald Hagen, Dag-Roger Nebben, Jan Erik Engan,
Magnus Lundberg (4. dómari), Dag Vidar Hafsås
og Anders Johansen (máldómarar)
Føroyar: Gunnar Nielsen, 27/0, Stjarnan Ísland – Bárður J. Hansen ■,
1/0, Víkingur, Atli Gregersen ■, 28/0, Víkingur, Sonni Ragnar Nattestad,
7/0, Vejle BK Danmark, Gilli Sørensen, 5/0, AaB Danmark (Jóhan Troest
Daviden, 31/0, HB, 13.) – Fróði Benjaminsen ■, 84 (met)/6, HB, Hallur
Hansson, 17/3, Vendsyssel Danmark – Sølvi Vatnhamar, 5/0, Víkingur,
Brandur H. Olsen ■, 5/1, FCK Danmark, Christian Lamhauge Holst,
47/4, Fremad Amager (Odmar Færø, 10/0, B36, 74.) – Jóan Símun
Edmundsson, 32/2, Vejle BK Danmark (René S. Joensen, 4/0, HB, 92.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, 0/0,
B36, Teitur Gestsson, 0/0, HB, Einar Tróndargjógv, 12/0, NSÍ, Pól
Jóhannus Justinussen, 20/0, NSÍ, Høgni Eysturoy, 0/0, B36, Andreas
Lava Olsen, 8/1, Víkingur, Kaj Leo í Bartalsstovu, 3/0, Levanger FK
Noreg, Róaldur Jakobsen, 2/0, B36, Klæmint A. Olsen, 4/0, NSÍ
Venjari: Lars Olsen
Hjáparvenjari: Jóannes Jakobsen
Grikkaland: Orestis Karnezis, Udinese Italia – Vasilis Torosidis ■,
Roma Italia, Sokratis Papastathopoulos, Borussia Dortmund, Kostas
Manolas, Roma Italia, Kostas Stafylidis, Bayer Leverkusen Týskland
– Panagiotis Kone, Udinese Italia (Taxiarchis Fountas, Asteras Tripoli,
81.), Andreas Samaris, Benfica Portugal, Lazaros Christodoulopoulos,
Hellas Verona Italia (Sotiris Ninis, Panathinaikos, 46.) – Nikos
Karelis, Panathinaikos, Kostas Mitroglou, Fulham England, Giannis
Fetfatzidis, Genoa Italia (Dimitris Kolovos, Olympiacos, 71.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Markos Vellidis, PAS
Giannina, Stefano Kapino, FSV Mainz 05 Týskland, Stathis
Tavlaridis, Panathinaikos, Vangelis Moras, Hellas Verona Italia,
Loukas Vyntra, Atletico Madrid Spania, Christos Tasoulis,
Panionios Athen, Alexandros Tziolis, PAOK FC, Kostas
Katsouranis, Atromitos FC, Panagiotis Tachtsidis, Genoa Italia
Venjari: Sergio Markarián
Leygardagin 13. juni, kl. 19.45
Undankappingardystur - Tórsvøllur, Tórshavn
føroyar vs
Grikkaland
Myndir: Álvur Haraldsen