mánadagur 15. juni 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
landsliðið fótbóltur
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyar eru í løtuni styrkismettar saman við stórum fótbóltstjóðum sum Turkaland, Noreg og Írland.
Vit eru fyri fyrstu ferð í søguni styrkismett í fjórð sterkasta styrkisbólkum til komandi HM undankapping
Føroyar millum
stórar fótbóltstjóðir
Tróndur Arge
Alt bendir á, at Føroyar
verða styrkismettar í styrkis
bólki 4, tá lutakast verður til
komandi HM undankapp
ingina í juli. Útrokningar
vísa, at Føroyar við sigrinum
hava vunnið seg úr sætta
og lægsta styrkisbólkinum,
og heilt upp í fjórða styrkis
bólkin.
Tað merkir, at vit helst
koma í ein bólk, har tað eru
tvey lond, sum eru lægri
styrkismet enn Føroyar. Úr
lægsta styrkisbólki kunnu
nevnast lond sum Andorra,
Luksemburg,
Liktenstein,
Malta og San Marino, um
framt sterkari lond sum
Georgia og Kasakstan.
Úr næst lægsta styrkis
bólki eru londini Kýpros,
Lettland, Armenia, Finland,
Hvítarussland, Makedonia,
Aserbadjan,
Litava
og
Moldova.
Vandi er, at tað eru tveir
bólkar, sum bara hava fimm
lond. Av tí at vit ikki longur
eru í lægsta styrkisbólkinum,
so er tað ikki vist, at vit eru í
einum bólki við seks londum.
Tað hevði merkt, at vit høvdu
spælt tveir dystir færri í
undankappingin.
Londini verða styrkismett
eftir hvussu nógv stig tey
hava á FIFA styrkilistanum,
tá lutakastið verður. Í løtuni
eru vit styrkismett saman
við Turkaland, Noreg, Írland
og Bulgaria, sum øll eru í
styrkisbólki fýra.
Millum 80-70 tey
bestu í heiminum
Árinini
av
sigrunum
á
Grikkalandi og góðu gongd
ini seinnu árini ger, at Før
oyar helst verða styrkismett
ar millum nøkur og 70 tey
bestu fótbóltslondini í heim
inum. Tað er fyrstu ferð, at
Føroyar verða styrkismettar
millum hundrað tey bestu.
– Eg veit ikki heilt neyvt
hvat nummar vít bílva, men
onkustaðni í 70 unum er eitt
gott boð, sigur Jákup Emil
Hansen, sum fylgir væl við
gongdin á FIFA styrkilist
anum.
Føroyar
eru
í
løtuni
nummar 102 og tað er tað
besta nakrantíð. Tað lægsta
Føroyar hava verið á FIFA
styrkilistanum er nummar
194. Tað var í 2007. Tað eru 209
lond á FIFA styrkilistanum.
Hevur bragdað fyrr
Føroyar
hava
eina
ferð
fyrr vunnið seg úr lægsta
styrkisbólkinum. Tað var í
EM undankappingina í 2012,
at vit júst vunnu okkum
uppum Wales, sum endaði
í lægsta styrkisbólkinum.
So til HM 2014 undankapp
ingina fingu vit eitt land úr
lægsta styrkisbólkinum. Tá
bleiv tað Kasakstan,
Síðani tá hevur Wales
veruliga gjørt um seg. Teir
verða mettir at enda í hægsta
styrkisbólkinum. Her er tó
ein møguleiki fyri, at teir
verða yvirhálaðir í evstu løtu
av Italia.
Álítandi
Hóast FIFA styrkilistin ikki
verður endaliga kunngjørdur
fyrr enn 9. juli, so eru fram
rokningarnar álítandi. Hetta
tí tað eru so fáir dystir fram
til 25. juli, tá lutakastið til
HM undankappinga verður.
Tó tykist púra greitt, at
Føroyar vera í styrkisbólki 4.
Føroyar verða mettar at
fáa 456 stig, meðan Kýpros,
sum er landið við hægstu
styrkismeting í styrkisbólki
5, verður mett at hava 391
stig. Sostatt bendir alt á,
at Føroyar hava yvirhálað
18 lond á styrkilistanum í
Evropa.
trondur@sosialurin.fo