Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. juni 2015 · Nr. 67 ítróttur Nógvar ábøtur eru gjørdar á møgu­ leikarnar at íkða ítrótt í Havn. Men enn tykist viljin at hugsa nóg stórt ikki at vera til staðar Tað er alla æru vert, at Tórshavnar Kommuna í skjótt nógv ár hevur gjørt stórar íløgur í ítrótahentleikar í høvuðsstaðnum. Millum annað við aðalmálinum um at kunna hýsa Oyggjaleikunum, tó at hetta mál ikki varð rokkið á hesum sinni. Av nýggjum ábøtum kunnu nevnast Tórsbreyt, Fimi, umvæling av høllini á Hálsi, útbyging av Tórsvølli og ætlaða útbyggingin av Svimjihøllini, men hetta er als ikki nóg mikið. Ein veruleiki, sum verður undirstrikaður av frágreiðingini, sum ÍSF júst hevur latið úr hondum. Her verður eitt nú nevnt, at skjóting, bogaskjóting, judo, borðtennis og tennis hava somikið vána umstøður, at hesar beinleiðis forða eini menning av ítróttini. Samstundis verður við neon-stavum rópt, at hølisviðurskiftini hjá ÍSF eru út av lagi vánalig. Tað góða er, at tað enn er møguleiki at bjarga tí mesta av hesum. Gundadalur er miðstøðin fyri ítrótt í høvuðs­ staðnum, og ein loysn kundi verið ein ordiligur ítrótta­depil, sum rakk frá Svimjihøllini og oman á verandi Tennisvøll. Tað er spell, at tíggju- og kanska hundrað­tals milliónir longu eru nýttar, uttan at hesin depilin hevur verið við, men enn er ikki ov seint. Ein depil við 50 metra hyli, innandura hentleikum til eitt nú tær ítróttagreinar, sum verða nevdar omanfyri, og neyðugu hølunum til skeiðs- og umsitingarvirksemi hevði ikki bara prýtt Havnini. Hesin hevði við visu verið við til at lyft føroyskan ítrótt langt framá. Slíkir deplar eru í fleiri førum bygdum, tá vertsskapurin fyri oyggjaleikum hjá kappingarneytum okkara hevur verið á skrá, og framstigini, sum síðani verða gjørd hjá lokalu ítróttafólkunum, eru risastór. Tí hetta ikki bara betrar um venjingar­umstøður­ nar hjá einstøku ítróttagreinunum. Hetta er eisini við til at skapa eitt veruligt elituumhvørvi, har felags hentleikar kunnu nýtast tvørtur um ítróttamørk, og framgongdin tí verður skapt um ein breiðan kamb. Møguliga kundi ÍSF fingið stuðul úr onkrum grunni til slíka verkætlan, men fyrst og fremst er kravið, at bæði land og kommuna spæla við. Høvuðsstaðurin hevur verið fleiri stórum og smáum verkætlanum prógvað, at her er myndugleikin til reiðar at spæla við. Men landsmyndugleikarnir tykjast framvegis ikki síggja nyttuna í tí, sum ítróttin hevur at geva samfelagnum. Og tað er bæði spell og beinleiðis idioti. Ein elitu­ depil í Havn Ítróttar klumman Jákup Mørk Fótbóltur Avbjóðararnir spældu javnt, og Skála vann tepurt á Argjum Skála fekk nógv burturúr Jóannes Hansen Steðgurin hjá Skála í næst­ bestu deildini verður bara eitt ár á hesum sinni. Enn er langt á mál, men nógv skal venda øðrvísi um eitt fjórð­ ings­ár, enn tað ger nú, um skálamenn ikki skulu flyta upp. Tað eru níggju stig frá Skála og aftur til B68 á triðja plássi, og tað er eyka bonus fyri Skála, at málmunurin er væl betri, enn hann er hjá B68. Í gjár var Skála á Argjum, har tað varð roknað við tor­ førari avbjóðing, nú besta deildini helt frí. Tað eydn­ aðist Skála at vinna 1-0. Sigurin hjá toppliðnum varð eyka søtur, tá ið tað frætt­ist, at tey bæði lið­ ini, sum kappast um næst­ fremsta plássið, spældu javnt í innan­hýsis uppgerð á Svanga­skarði. Úrslitið var 2-2, og tofta­menn vóru vón­ sviknir, tí 07 Vestur javnaði til 2-2 í síðstu sekund­unum, tá ið B68 gjørdi sjálvmál! Sandoyingar vunnu 3-0 á heimavølli ímóti teimum næst­bestu hjá B36. Harvið er fjarstøðan fram til B68 og triðja plássið bara eitt stig hjá B71. Tað var málleyst, inntil tað restaðu tjúgu minuttir. So skoraði Ari Mohr Olsen, og eitt korter seinni hevði hann skorað hattrikk! KÍ vann 8-0 í Miðvági. Ein av málskjúttunum var Aksel B. Danielsen. Hann varð skiftur inn í 70. minutti – fyri fyrstu ferð á næstbesta liðið – og fýra minuttir seinni hevði hann skorað tvær ferðir! Grannauppgerðin millum teir næstbestu hjá NSÍ og Víking er flutt til týsdagin 11. august. joannes@sosialurin.fo B71 - B36 3-0 (0-0) 1-0: Ari Mohr Olsen 70. 2-0: Ari Mohr Olsen 74. 3-0: Ari Mohr Olsen 86. MB - KÍ 0-8 (0-3) 0-1: Henry Heinesen br 19. 0-2: Tórur Justesen 35. 0-3: Jóanis V. Petersen 36. 0-4: Tórur Justesen 52. 0-5: Aksel B. Danielsen 72. 0-6: Aksel B. Danielsen 74. 0-7: Steinbjørn Olsen 81. 0-8: Steinbjørn Olsen 84. AB - Skála 0-1 (0-0) 0-1: Edvin Jacobsen 47. B68 - 07V 2-2 (0-1) 0-1: Torstein Mýlingstind 40. 1-1: Albert R. Johannesen 70. 2-1: Debes Danielsen 71. 2-2: sjálvmál 95. NSÍ - Víkingur fluttur til 11. august 1. Deild støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 Skála 15 11 3 1 41 12 +29 36 2 07 Vestur 16 10 3 3 42 20 +22 33 3 B68 15 8 3 4 30 15 +15 27 4 B71 15 7 5 3 27 20 +7 26 5 KÍ II 15 8 0 7 41 29 +12 24 6 AB II 15 7 3 5 22 20 +2 24 7 NSÍ II 15 5 1 9 26 25 +1 16 8 Víkingur II 14 3 4 7 13 20 -7 13 9 B36 II 15 1 6 8 10 45 -35 9 10 MB 15 0 2 13 8 54 -46 2 Mynd: Álvur Haraldsen