Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 137 - 21. juli 2004 15 TÍÐINDASKRIV Løgmansskrivstovan søkir nú eftir kunningarráðgeva at byrja 1. oktobur. Kunn- ingarráðgevin skal í høv- uðsheitum taka sær av kunningarvirksemi hjá landsstýrinum. Hetta virk- semið fevnir millum annað um at leggja til rættis kunn- ing frá Løgmansskrivstov- uni, vegleiða og/ella leggja til rættis kunning frá stjórn- arráðunum, hava samband við fjølmiðlar og evna til uppskot til politikk og virk- isætlan fyri almenna kunn- ing. Viðkomandi skal eisini taka sær av ávísum ritaupp- gávum, skal ritsjórna ym- iskt skrivligt tilfar og vera við til at fyrireika og sam- skipa vitjanir. Harumframt kunnu ávísar fyrisitingar- ligar uppgávur verða lagdar til kunningarráðgevan at avgreiða. Skipanarliga verður nýggi kunningarráðgevin hjá Løgmansskrivstovuni partur av Ritaraeindini. Kunningarráðgevi til Løgmansskrivstovuna Plátan Ábit við Kræklingum er nú komin út á fløgu TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Plátufelagið Tutl hevur givið út fløguna Ábit við Kræklingum. Hetta er sostatt LP plátan frá 1979, sum nú er teldutøk, og er hetta liður í arbeiðinum at geva alt út á fløgu, sum felagið gav út á plátu í sjeyti- og áttatiárunum. Tað var Havnar Jazzfelag sum framleiddi plátuna í 1979. Vit kenna heitislagið Ábit og hava eisini stund- um hoyrt útgávuna hjá Kræklingum av lagnum Í búri, men er hetta sum heild ein vælkend pláta millum manna. Bólkurin hevur verið virkin við millumbilum upp til okkara dagar og teljast limirnir í bólkinum eisini millum teir virknastu, hugsa vit um føroyskan tónleik í dag og eini 30 ár aftureftir - kanska meira. Manningin er henda: Ólavur Øster, guitar, per- cussion og bass, Kolbein Simonsen, bass, Eskil Romme, sopran- og alt- saxofon, Kristian Blak, klaver og Jan Jacobsen, trummur og percussion. Upptøkurnar fóru fram hjá Milson Zachariassen í Havn í desember í 1978 og februar 1979 og í Stuk Ranch í Nibe í februar 1979. Ole Wich gjørdi plátuhúsan og repro- arbeiðið gjørdi S.J. Repro. Ábit á fløgu 15 14 Nr. 137 - 21. juli 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Í sambandi við at 40 ár eru liðin síðan fyrsta liðið hjá Havnar Svimjifelag fór til Danmarkar at luttaka í eini svimji- kapping, verður skipað verður fyri einum spennandi tiltaki í Svimjihøllini leygardagin 24. juli Í ár eru liðin 40 ár síðani fyrsta liðið, ið Havnar Svimjifelag sendi til Dan- markar at luttaka í svimji- kappingum, fór avstað. Hetta var um Ólavsøku- mundið 1964 og vóru 15 svimjarar við í hópinum í aldrunum 11 - 23 ár Ferðaleiðarar vóru Karin Joensen og Robert P. Brockie jr. Svomið var í bý- unum Års, Øster Hurup og í Keypmannahavn. Svimjararnir kláraðu seg væl og vunnu teir tær flestu kappingarnar. Ferðin kom í lag, við tað at danska svimjifelagið "Neptun" úr Øster Hurup hevði vitjað HS í 1963. Sum eitt svar uppá vitjan- ina í 1964, fekk so HS í 1965 vitjan av danska liðinum "Sparta" úr Keyp- mannhavn. Øll uttan Robert P. Brockie, vanliga nevndur Bobbie, eru á lívi enn í dag, og ætlanin er at hesi hittast leygardagin, 24. juli, har skipað verður fyri ymisk- um, m.a. eini kappsvimjing við verandi limir í Havnar Svimjifelag, har felagið fer at skipa fyri. Eisini verður serstakt undirhald í teimum ymsu hyljunum, ið minnir um gomlu tíðina í Svimji- hylinum í Gundadali, eins og "gomlu" svimjararnir sleppa at royna síni kynstur og evni í hylinum. Skráin annars: Skipað verður fyri al- mennari móttøku í Svimji- høllini kl. 14.00, har ein og hvør hevur møguleika at vitja. Høvi verður at heilsa uppá 64-liðið og annars at fáa eitt gott svimjiprát við onnur áhugað. Ein framsýning við øll- um hugsandi myndum og lutum, ið siga frá tí søgu- liga partinum av ferðini, verður esini at síggja. Kl. 15.30 verður so sjálvt svimjitiltakið í høllini, har øll áhugað eru vælkomin. Myndir verða sjálvandi tiknar, og um kvøldið verð- ur veitsla, har 64-liðið samlast og fer at minnast farnar tíðir. Tey, ið luttóku á Dan- markarferðini vóru: Finnur Lützen, Christian Ihlen, Victor Carlsen, Heri á Lava Olsen, Poul Nolsøe, Kaj- Aage Troest, Bjarni Rubek Nielsen, Brynhild Mohr, Marjun Husgaard, Edna Brockie, Erla Dal Poulsen, Hedvig Poulsen, Guðbjørg Christiansen, Jóngerð Olsen, Elna Skylv Hansen. Robert P. Brockie jr. (Bobbie) og Karin Joensen vóru við sum ferðaleiðarar. Havnar Svimjifelag: 40 ár síðan fyrstu ferðina til Danmarkar Her eru tey, sum vóru við fyrstu ferðina hjá Havnar Svimjifelag í Danmark í 1964. Aftasta rað f.v. Christian Ihlen, Victor Carlsen, Finnur Lützen, Erla Dal Poulsen, Brynhild Mohr, Eydna Brockie, Hedvig Poulsen, og Marjun Husgaard. Miðraðið: Karin Joensen, Bjarni Rubek Nielsen, Kaj-Aage Troest, Heri á Lava Olsen, Poul Nolsøe, og Robert P. Brockie (Bobbie). Fremra rað: Guðbjørg Christiansen, Elna Skylv Hansen, og Jóngerð Olsen 64-liðið marsjerar oman á kaiøkið í Øster Hurup, har svomið var á sjónum. Svimjararnir kláraðu seg væl, og vunnu teir tær flestu kappingarnar. Myndin er tikin eftir at steypini vóru handað C M Y K 14