Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ólavsøkan 2004 15 15 14 Ólavsøkan 2004 1. Navn: – Annita á Fríðriksmørk. 2. Yrki: – Løgtingskvinna. 3. Lýs teg sjálvan við trimum orðum. - Tolin, tvør og positiv. 4. Ert tú a ella b menniskja? – B tá eg kann, men a tá eg skal. 5. Roykir tú? – Næstan nei. Tað man liggja um ein pakka um árið. 6. Um tú kundi bjargað einum plaggi úr tínum klædna- skápið, hvat hevði tað so verið? – So hevði tað verið føroyski búnin. 7. Hvat slag av fartelefon hevur tú? – Siemens. 8. Um tú hevði verið ein karamella, hvat slag hevði tú so verið? – Onkra, sum ongin tímur at eta. Kanska onkur við so- vorðnum ljósareyðum í. 9. Hvørja tíð av árinum dámar tær best og hví? – Várið, tí tað ber boð um ljósari tíðir. 10. Um tú vart landsstýriskvinna, hvat málsøkið hevði tú so viljað umsitið? – Undirvísingar – og mentarmál. 11. Hvussu ofta kannar tú teldupost? – Summarhálvuna kanni eg teldupost annan hvønn dag, men vetrarhálvuna hvønn dag. 12. Um tú kundi gjørt eina samfelagsliga broyting, hvør hevði hon verið? – So hevði eg broytt ríkisrættarligu støðu Føroya soleiðis, at vit fingu fullveldi. 13. Hvør er uppskriftin til eitt hugnaligt kvøld? – Tað er tá vinkonurnar koma saman og sita og práta alla náttina. Okkum nýtist ikki at fara út nakrastaðni, men heldur bara sita heima og hugna okkum. 14. Um tú kundi dansað við einum persóni, hvønn hevði tú so valt? – Páll. 15. Lýs ólavsøkuna við trimum orðum. – Stuttlig, glað og uppsøkjandi. 16. Hvørja hending minnist tú best? (innan títt starv) – Tá vit undirskrivaðu samgonguskjalið í 1998, tí har vóru orðingar, sum vístu at meirilutin av teimum fólka- valdu vildu, at vit skuldu stevna ímóti fullveldi. 17. Hvat øsir teg? – Tað er sjáldan, men tað kemur fyri. Men tað man helst vera, tá fólk brúka bíbliuna til at rættvísgera síni álop ímóti minnilutum. 18. Hvar vildi tú helst búð – Kanada ella Egyptalandi? – Egyptaland. 19. Hvat slag av tannkremi brúkar tú? – Colgate. 20. Hvønn kundi tú hugsað tær at sæð sum Føroya løgmann? – Formannin í tjóðveldisflokkinum, áðrenn hann gjørdist forseti Føroya. Handan politikaran HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu sekundini av seinasta leik- degnum í hondbóltslandskappingini 2003/2004 fara neyvan í gloymibók- ina hjá nøkrum føroyskum hondbólts- áskoðara. Eftir eitt kappingarár, har favorittar- nir skiftust um at kiksa, hevði alt lagað seg soleiðis, at VÍF – sum annars hevði tykist afturúrsiglt tað mesta av árinum – við sigri á arvafíggindanum úr Kyndli í seinasta dystinum kundi ogna sær FM-gullið. Hetta var eisini um reppi at eydnast, men við einum sera umdiskuteraðum brotskasti í seinastu sekundunum fekk Kyndil javnleikin – og harvið gull- ið – til høldar. Tann dysturin vísti av sonnum, at stórklassikarin í føroyskum mans- hondbólti av álvara er raknaður við aftur, og hóast tað hesa ferð »bert« er talan um steypadyst, so er einki at iv- ast í, at báðir partar fara at leggja nógv fyri í royndunum at prógva, hvør veruliga er best. Seinnu árini hava ólavsøkudystirnir í hondbólti kanska havt eina hampu- liga lága prioritering millum manna, men tey flestu munnu kortini við gleði minnast á mongu og dramatisku dyst- irnar, sum Kyndil og VÍF leiktu upp ígjøgnum 80’ini og nakað upp í 90’ini. Hugburðinum hjá leikarunum bilti í øllum førum einki til hesar dystir, og hóast summarfrítíðin v.m. ger um seg, soleiðis at hvørgin parturin enn er uppi á teimum snúningum, sum teir væntandi verða í heyst, so er einki at ivast í, at tað verður bæði givið og tikið av allari megi ólavsøkuaftan. Tað sama kann uttan nakran iva sigast um dystin ólavsøkudag, sum verður millum Neistan og StÍF. Júst hesi bæði liðini hava seinnu árini verið feløgini, sum av álvara hava skorað seg upp ímillum Kyndil og VÍF á før- oyska hondbóltstindinum. Ikki minst hevur tað verið í steypa- kappingini, at StÍF hevur gjørt um seg, og í so máta ber næstan til at siga, at teir eru favorittar, nú steypadystur er á skránni. Og tað er so einki at ivast í, at strandingar aftur í ár hava ætlanir um at taka seg upp aftur á ovastu tindarnar. Tað hava teir í Neistanum helst eis- ini, men á pappírinum tykist tað í øll- um førum, sum um liðið er viknað nakað í mun til í vár, tá teir fram til tað seinasta vóru við í gullstríðnum. Hvussu er og ikki, so tykist tað eis- ini her vera ein dystur av teimum heilt spennandi í væntu á ólavsøkuni. Klassiskir hondbóltsdystir Tveir hondbóltsdystir verða á ólav- søku. Annar dysturin verður millum Kyndil og VÍF og hin verður millum Neistan og StÍF Hondbóltur á ólavsøku ólavsøkuaftan kl. 19.30 Kyndil-VÍF ólavsøkudag kl. 18.00 Neistin-StÍF Sum vant, so verður eisini pláss til hondbóltin á ólavsøku, tá fýra tey fremstu føroysku mansliðini fara at dystast C M Y K 14