mikudagur 21. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 59 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 137 • mikudagur • 21. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Danin Martin Christ-
ensen hevði eitt fram-
úr kappingarár í HB í
fjør. Í ár hevur ikki
gingið eftir vild, og
fyri tveimum vikum
síðani bleiv Martin
púra óvæntað upp-
sagdur av HB. Nú er
danska Spillerforen-
ingen komin upp í
málið
ÓSEMJA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er einki dulsmál, at ein
tann mest týðandi leikarin á
gull-liðnum hjá HB í fjør,
var
danski
miðvallarin
Martin Christensen. Í ár
hevur Martin ikki leikt ser-
liga nógv á besta liðnum
hjá havnarfelagnum, tí at
hann hevur verið so nógv
darvaður av skaða. Hetta
førdi við sær, at HB fyri
tveimum
vikum
síðani
segði sáttmálan við danska
miðvallaran upp, og hetta
kom ógvuliga óvart á
danska miðvallaran, sum
kennir seg snýttan av havn-
arfelagnum.
Havi yvirhildið
sáttmálan
Í sambandi við uppsøgnina
hevur leiðslan í HB lagt
dent á, at Martin Christen-
sen ikki hevur yvirhildið
tær avtalur, ið blivu gjørdar
í sambandi við, at sáttmáli
bleiv undirskrivaður fyri
hetta kappingarárið. Mill-
um annað hevur verið borið
fram, at danin varð skadd-
ur, tá ið hann kom aftur til
Føroya í vetur, men hetta
avsannar Martin Christen-
sen. – Eg veit, at HB hevur
nýtt tríggjar grundgevingar
fyri uppsøgnini, men eg
havi skrivlig prógv fyri, at
ongar av hesum grundgev-
ingum halda, sigur hann.
Sjálvur var Martin Christ-
ensen ógvuliga ovfarin, tá
ið hann bleiv kallaður á
fund við leiðsluna í HB fyri
tveimum vikum síðani, har
hann fekk at vita, at hann
sambært leiðsluni í HB ikki
hevði yvirhildið sáttmálan,
og tí bleiv hann uppsagdur.
Sambært Martin Christen-
sen hevði lítið og einki
samskifti verið millum seg
og leiðsluna í HB í drúgva
tíð frammanundan, og tí
kom tað ógvuliga óvart á
hann, at samstarvið skuldi
enda so bráddliga. – Eg
hevði mett, at um leiðslan í
HB ikki var nøgd við meg,
so hevði tað verið náttúrligt
at sett seg niður og tosað
um tingini, soleiðis at vit
møguligani kundu fingið
tað í rættlag, sigur Martin
Christensen, sum nú hevur
fingið donsku Spillerforen-
ingen upp í málið.
Fakfelagið er ikki í iva
Spillerforeningen, sum er
fakfelagið
hjá
Martin
Christensen, er ikki í iva
um, at danin ikki uttan víð-
ari kann sigast upp. Felagið
hevur sent HB eitt skriv, har
teirra sjónarmið verða lýst,
og sambært Martin Christ-
ensen hevur felagið gjørt
greitt, at sáttmálin hjá hon-
um kann ikki sigast úr gildi
uttan so, at báðir partar eru
samdir um tað. Felagið vil
verða við, at málið er púra
upplagt, og at HB noyðist at
uppfylla tær treytir, sum
eru settar í sáttmálanum.
Komandi mánadag eru
tey bæði, Martin Christen-
sen og unnustan Sabine
Frølund, uppsøgd úr húsi
sínum, sum HB hevur út-
vegað teimum í sambandi
við sáttmálan, men eisini
hetta skal, sambært donsku
Spillerforeningen,
verða
heimildarleyst. Frá umboð-
um fyri danska fakfelagið
hava tey bæði fingið at vita,
at tey kunnu fara á gisting-
arhús at búgva upp á rokn-
ing hjá HB, so leingi sum
Martin er sáttmálabundin at
felagnum, og tað er hann
fram til 4. oktobur í ár, tí
tað stendur tilskilað í sátt-
málanum, at havnarfelagið
útvegar dananum og unn-
ustuni íbúð í sáttmálatíð-
uni. Danska fakfelagið sig-
ur sambært dananum eisini,
at hóast Martin Christensen
hevur rætt til løn fyri alt
sáttmálatíðarskeiðið,
so
hevur hann samstundis krav
upp á sítt spæliloyvi beinan
vegin, tá ið HB hevur sagt
sáttmálan upp.
Martin Christensen sigur
eisini, at tað mest vanliga í
slíkum førum, har eitt felag
vil sleppa sær av við ein
leikara, er, at felagið og
leikarin gera eina semju,
sum báðir partar kunnu liva
við, men hetta er so ikki
hent í hesum føri. – Mær
hevði dámt nógv best, at
HB segði við meg, at teir
ikki vóru nøgdir við meg
og mítt avrik, og at teir
fegnir vildu sleppa av við
meg. So høvdu vit sett okk-
um niður og møguligani
gjørt eina semju, og tað
hevði samstundis merkt, at
vit framvegis høvdu verið
væl. Sum støðan er nú, eri
eg ógvuliga beiskur inn á
HB, og tað harmar meg al-
mikið, at okkara samstarv
skal enda so, tí eg havi havt
nógvar góðar upplivingar í
felagnum, sigur Martin
Christensen.
Hevur fleiri tilboð
Enn hevur Martin Christen-
sen ikki gjørt av, hvar leiðin
nú gongur, men hann sigur
seg hava fleiri tilboð, bæði
úr Føroyum og úr Dan-
mark. Tó sigur unnustan
Sabine, at hon helst vil
aftur til Danmarkar, tí upp-
livingin í sambandi við
uppsøgnina av Martin hev-
ur verið rættuliga ódámlig,
og hon vil tí fegin sleppa
burtur at fáa luft, sum hon
málber seg.
Danski miðvallarin ásann-
ar, at hann hevur verið nógv
darvaður av skaða, men
hann sigur seg eisini hava
gjørt nógv, millum annað
fingið fleiri sproytir, fyri at
blíva klárur. Støðugt hevur
hann gingið til viðgerð hjá
fysioterapeuti, men tað
hevur tó ikki eydnast hon-
um at koma ordiliga fyri
seg í ár.
Ein av orsøkunum til
trupulleikan við at koma
fyri seg eftir skaða sigur
Martin Christensen verða
krevjandi arbeiði. Hann
sigur, at í fjør arbeiddi hann
í Litaval á Hjalla, og tað var
frálíkt, tí tað var ikki so
krevjandi kropsligt. Ætlan-
in var eisini, at hann skuldi
halda fram har uppi, men
stutt undan fráferðini til
Føroya í vetur, fekk Martin
at vita, at hann ístaðin
skuldi arbeiða sum timbur-
maður, ið hann eisini hevur
útbúgving sum. Tað hevur
tó víst seg, at timburar-
beiði, sum Martin annars er
sera glaður fyri, krevur
nógv av kroppinum, og tað
forðar skaðanum at grøðast
sum skjótast, sigur Martin
Christensen, ið eisini hevði
sama trupulleika við ar-
beiði og skaða, tá ið hann
spældi í Danmark.
Tey bæði, Martin og Sa-
bine, siga, at síðstu vikur-
nar hava verið ein ógvuliga
trupul tíð, men Martin sig-
ur samstundis, at tað hevur
hjálpt nógv at havt tveir
góðar mans at tosa við.
Hann nevnir í hesum sam-
bandi, at arbeiðsgevari
hansara, Sámal Erik Hentze
frá Húsavarðatænastuni, og
hjálparvenjarin hjá HB,
Oddbjørn Joensen, hava
verið honum kærir.
Uppsøgnin galdandi
Vit settu okkum eisini í
samband við leiðsluna í
HB, men har vildu teir ikki
gera tær stóru við merking-
arnar til málið. Steinfinn
Mittelstein, stjóri í Havnar
Fótbóltur, sigur tó, at eftir
teirra tykki hevur Martin
brotið sáttmálan, og tí er
uppsøgnin galdandi. Teir
harmast
sjálvsagt
um
gongdina, men vísa annars
á, at sakførari felagsins ar-
beiðir við málinum víðari.
Skelkaður av viðferðini
Martin Christensen
er sera glaður fyri
arbeiðið hjá Húsa-
varðatænastuni, men
sigur samstundis, at tað
er krevjandi likamliga,
og tískil ein av høvuðs-
orsøkunum til, at tað
gongur striltið við at
koma fyri seg eftir
skaða
Mynd: Jens Kr. Vang
17
16
Nr. 137 - 21. juli 2004
Stóri atkvøðuslúkarin
við seinasta býráðsval
í Havn, Jákup Suni
Joensen, stillar ikki
upp til býráðsvalið í
heyst. Hann sigur seg
vera noyddan at velja
millum vinnulív og
politikk, og hugurin
er meira til vinnulívið
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Oftani verður sagt, at
vinnulív og politikkur ikki
ganga væl í hond.
Jákup Suni Joensen, bý-
ráðslimur í Havn og fyrr-
verandi tingmaður, er bæði
vinnulívsmaður og politik-
ari. Men tað ætlar hann ikki
at halda fram við. Seks ára
royndir í politikki hava ikki
givið honum hug at halda
fram.
– Tað er ikki hugsandi, at
eg stilli upp til býráðsvalið
í heyst.
– Býráðsarbeiði er alt ov
funktionelt fyri meg. Tað
hendir alt ov lítið. Mann
følir oftani, at mann koyrir í
tómgongd, sigur Jákup
Suni Joensen, tá spurt verð-
ur eftir grundgevingini fyri,
at hann hevur valt at gevast
í politikki.
Vinnulív v. býráð
Til dagligt er Jákup Suni
Joensen eigari og leiðari
fyri Sp/f Bulur, sum fæst
við byggivirksemi. Og tað
er hetta virksemið, ið Jákup
Suni velur fram um býráðs-
politikk - umframt lands-
politikk.
– Tú kanst ikki tæna
tveimum harrum. Tú fært
ikki gjørt alt, tú hevur sett
tær fyri. Eg haldi, at tú
verður
ein
vánaligari
vinnulívsmaður av at vera í
politikki, sigur Jákup Suni
Joensen, sum kortini ikki
vil gera viðmerkingar til,
um aðrir býráðslimir í líkn-
andi støðu eiga at taka
somu avgerð sum hann.
Fyri Jákup Suni er tað
bæði ein spurningur um at
vera hundrað prosent til
staðar, har hann er, og ikki
minst tær drúgvu manna-
gongdirnar í býráðsarbeiði,
ið gera, at hugurin at halda
fram er so gott sum heilt
burtur.
– Eg valdi at royna bý-
ráðspolitikk, men tað varð
ikki, sum eg hevði roknað
við.
– Vanliga eri eg privatur
vinnurekandi, og tá eg eri
við til at avgera tingini. Í
politikki mást tú boyggja
teg fyri meirilutanum, sigur
Jákup Suni Joensen.
Stutta frástøðan í vinnu-
lívinum millum fyrisiting-
arligu avgerð og gerð er
langt frá veruleikanum í
kommunalum
arbeiði,
heldur Jákup Suni.
– Avgerðirnar eru ótrú-
liga umsitingarligar. Tú
tekur eina politiska avgerð,
men tað umsitingarliga er
ógvuliga
umfatandi
og
stórt, og tað riggar ikki so
væl til mín. Tú ert bara
leikmaður - ikki fakmaður.
Tað skalt tú ikki blanda
saman, sigur Jákup Suni
Joensen.
Sum partur av fólka-
floksumboðanini í Tórs-
havnar býráð hevur Jákup
Suni fingið formanssessin í
Havnanevndini litið upp í
hendi, men hendan sess
hevur hann ikki røkt sein-
astu tíðina.
Men hóast hann velur at
gevast, so sigur Jákup Suni
seg hava lært nógv hesi
árini.
Atkvøðuslúkari
Í 2002 tók Jákup Suni Joen-
sen seg úr landspolitikki.
Tvey ár undan gjørdist
hann toppskoraði á býráðs-
valinum í Havn við góðum
350 atkvøðum. Harav vóru
góðar 280 atkvøður fingnar
til vega í heimbygdini
Kollafirði. Hetta var fyrstu
ferð, at kollfirðingar skuldu
á val saman við fólki í
Havn í nýggju samanløgdu
kommununi. Men stóri
persónligi stuðulin seinast
og góðu útlitini fyri at
verða afturvaldur fáa ikki
Jákup Suna at broyta mein-
ing.
Jákup Suni Joensen er 45
ára gamal, og hann megnar
at fylla 46, áðrenn komandi
kommunal verður hildið.
Hesi seinastu árini, sum
Jákup Suni hevur umboðað
kollfirðingar í býráðnum,
er hann eisini væl nøgdur
við.
–
Kollafjørður
hevur
fingið øgiliga nógv burtur-
úr at vera í Tórshavnar
kommunu.
Íløgur
eru
gjørdar fyri einar tjúgu
milliónir. Vit her norðuri
hava fingið tað, vit fóru
eftir, sigur Jákup Suni
Joensen, ið seinastu fýra
árini hevur verið einasti
kollfirðingur í býráðnum -
og eisini partur av meiri-
lutanum.
Serliga tað, at gongd er
komið á at fáa ítróttahøllina
liðugt bygda, er Jákup Suni
nøgdur við, tá júst hetta
málið er eitt hjartamál hjá
honum og hjá flest øllum
kollfirðingum.
Hóast vit royna dúgliga,
so vil Jákup Suni ikki siga
so nógv um, hvar hann
roknar við, at hansara
"leysur" atkvøður fara at
enda í heyst, men hann
heldur, at Fólkaflokkurin
eigur at hava góðar møgu-
leikar at endurvinna góða
úrslitið fyri fýra árum síð-
ani.
Higartil hevur ikki nógv
verið at frætt í býráðsvalið í
Havn. Onkur nýggjur listi
hevur spøkt, og í Javnaðar-
flokkinum er stríð millum
báðar býráðslimirnar hjá
flokkinum. Men uppstill-
ingarfundir hava ikki verið
nakað at hoyrt til, men
væntandi kemur glið á hetta
ikki so heilt leingi eftir
summarfrítíðina. Atkvøðu-
slúkarin í Kollafirði heldur
avgjørdur, at tað hevði
komið væl við hjá komm-
ununi og býráðnum, um
fleiri kvinnur vórður valdar
í heyst.
– Eg havi einki ímóti at
fáa fleiri konufólk í býráð-
ið. Tey bleytu virðini verða
forsømd við ov nógvum
monnum.
Vit
hugsað
kanska ov nógv um tøl og
útboð og eftirspurning,
sigur Jákup Suni Joensen.
Fremsti skal vera
borgarstjóri
Við flestum persónligum
atkvøðum á fólkaflokslist-
anum til seinasta býráðsval,
vóru tað fleiri, sum rokn-
aðu við, at Jákup Suni
Joensen fór at gerast borg-
arstjóri
í
Tórshavnar
kommunu.
Jákup
Suni
sigur, at politiska telvingin
fylgir langt frá altíð nøkr-
um tílíkum meginreglum.
– Skuldi eg verið borgar-
stjóri, so sat eg í andstøðu,
sigur Jákup Suni Joensen,
sum tá fekk skotið í skógv-
arnar, saman við Bjarta
Mohr, at politisku royndir-
nar vantaðu.
Men vinnulívsmaðurin úr
Kollafirði situr ikki syrgin
og forsyndaður eftir.
– Eftir hesi árini í bý-
ráðnum, so kundi eg satt at
siga ikki hugsað mær at
verið borgarstjóri. Tú ert alt
ov nógv ein kransakøku-
figurur, og tað er riggar
ikki til mín, sigur Jákup
Suni Joensen.
Verður úrslitið við valið í
heyst nakað líkt tí seinast,
og ein líknandi støða við-
víkjandi borgarstjóraspurn-
inginum tekur seg upp, so
heldur í øllum førum Jákup
Suni Joensen, at tað kundi
verið upp á pláss, at tann
við flestum persónligum at-
kvøðum eisini gerst borgar-
stjóri.
Àvísir føroyskir politik-
arar hava seinnu árini duga
væl at lata frætta, at teir
ikki stilla upp til val, men
fyri síðani at broyta hugsan
og brádliga endurvinna
hugin og viljan at stilla upp.
Men Jákup Suni Joensen
vil ikki koyrast í hendan
bás.
– Tá eg sigi nakað, so
meini eg tað. Alt annað er
ikki tann, eg eri, sigur
Jákup Suni Joensen.
Jákup Suni gevst í politikki
Heldur byggivirksemi enn politikk. Jákup Suni Joensen hevur upplivað nóg mikið av politikki á hesum sinni og gevst í politikki.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
16