Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 15. JUNI 2015 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eiðis kommuna Vilmund Jacobsen F yritøkan hjá Hans Egili Joensen varð stovnað 2. februar í 1959. Fyrsti bilurin, sum fyritøkan hevði, var ein 2 tons Morris lastbilur. Bilurin hevði krana, sum lyfti 900 kilo og vippu til síðuna. Lastbilurin tók eini tvey tons. Hetta var um tað mundið, tá Loran C støðin á Eiði byrjaði, og ný­stovnaða fyritøkan hjá Hans Egili Joen­sen hevði nóg mikið at gera hvønn tann einasta dag. Vegurin til Gjáar varð eisini bygdur um hesa tíðina. Tað vóru kanska einir tveir aðrir lastbilar í økinum tá, og so kom onkur annar bilur seinni. Hesi fyrsti bilurin hjá Hans Egili hevði bensinmotor og var dýrur í rakstri. Eftir umleið einum ári varð bil­ urin seldur. Bilurin, sum varð keyptur eftir hetta, hevði diesel-motor og ein Tico-krana, sum lyfti 1100 kilo, og hesin bilur varð brúktur í eini fimm ár. Nógv er broytt Hans Egil Joensen sigur, at tað tók eini fýra ár at byggja vegin til Gjáar og Funnings. – Tá í tíðini var torv í hvørjum húsi, og vit koyrdu eisini torv, og onkran bát skuldu vit lossa, sum landaði her á Eiði. Hann sigur, at tímalønin, tá fyri­ tøkan byrjaði, var 12 krónur, um tú ikki brúkti vippu, og brúkti tú vippu, var tímalønin 14 krónur. Var kranin eisini brúktur, fingu teir 17 kónur um tíman. – Í dag er prísurin einar 1000 krón­ ur um tíman. Kortini var tað ivaleyst líka lætt – ella lættari – at dríva ein bil í teirri tíðini, sum tað er í dag. Hans Egil sigur, at fyritøkan hevði nógv at gera árini frá 1959 til 1965, men eftir 1965 var minni at gera. – Tá róðu vit eisini út, men bilur var í húsinum alla tíðina, leggur hann aftrat. Í 1971, tá farið varð undir at gera vegin av Eiði og suðuraftur, keypti fyri­tøkan hjá Hans Egili Joensen aftur ein nýggjan bil. Søgan um virksemið hjá Hans Egili – og seinni eisini synum hansara – er drúgv, og fram til dagin í dag hevur fyri­tøkan havt nógvar ymiskar bilar, maskinur og trailarar. Øll henda áhugaverda og forvitnis­ liga søga kann lesast á heimsíðuni www.hansegil.fo. Her fæst neyv kunn­ing um bilar, maskinur og trail­ ar­ar heilt fram til dagin í dag. Eisini entreprenørar Síðan 1998 hevur fyritøkan á Eiði - Hans Egil Joensen & Synir - eisini havt entreprenørvirksemi, umframt aðrar kranabilar, tangabilar og trailara. – Í dag er tað soleiðis, at vit hava eitt sindur av hvørjum. Vit hava tríggj­ ar kranabilar, tríggjar tangabilar og einar tveir bilar, sum vit brúka í okk­ ara entreprenørvirksemi. Vit hava einar átta bilar tilsamans umframt grav­maskinur. Hans Egil Joensen sigur, at fyri­ tøkan hevur flutning við tangabilunum at kalla hvønn dag. Í aðrari grein í Vikublaðnum í dag, sigur stjórin í Salmon Proteins, Ann­ vør Jacobsen, at fyritøkan Hans Egil Joensen & Synir syrgja fyri øllum flutn­ingi við tangabili fyri hesa fyri­ tøku á Eiði, sum tekur ímóti øllum laksa­slógvi hjá føroysku alivinnuni. – Vit hava nógv viðskiftafólk, feløg og kommunur, sum brúka fyritøkuna til ymiskan flutning, uppgávur og entre­prenørvirksemi, sigur hann. Ymiskar tænastur Fyritøkan Hans Egil Joensen & Synir hevur ein hóp av tænastum. – Vit kunnu eitt nú taka okkum av kranakoyring, grótkoyring, sand­koyr­ ing, moldkoyring, bingjukoyring, fiska­ flutningi, maskinflutningi, betong­ koyring, graving av veitum, útgrevstri, salting av vegum og landingum, sigur Hans Egil Joensen, ið byrjaði hesa fyritøku longu í 1959. Hans Egil Joensen & Synir klára tað mesta Fyritøkan Hans Egil Joensen & Synir á Eiði hevur ein hóp av flutnings-og entreprenørtænastum Lastbilafyritøkan hjá Hans Egili Joen­sen á Eiði er kend um alt landið og er í dag ein av teimum stóru av sínum slagi. Fyrsti lastbilurin varð keyptur í 1959. Hetta var ein Morris við bensinmotori og krana, sum lyfti 900 kg og lastaði uml. 2 tons. Nógv var at gera hesa tíðina. Loranstøðin skuldi gerast á Eiði, og eisini var vegurin til Funnings og Gjáar í gerð. Hans Egil keypti seinni fleiri Morris og Leyland lastbilar, til hann í 1982 skifti yvir til Volvo. Á myndini er Morris bilurin oman fyri bygdina, har kranin er í brúk og menn arbeiða við eini kaðaltrumlu í lastini. Fyrsti last­ bilurin hjá Hans Egil Joensen Hans Egil Joensen byrjaði sína fyritøku 2. februar í 1959 Mynd: Birgir W. Høgnesen Hans Egil Joensen & Synir veita nógvar ymiskar tænastur