Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 15. JUNI 2015 32 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Britons Pride við Óla Olsen Í 1914 keypti Guttorm Olsen, skipari úr Árnafirði, sluppina Britons Pride úr Noregi. Hon var smíðað í Brixham, Onglandi, í 1898, var 66 tons og seld til Noregs í 1911. Í 1930 hevði Britons Pride sam­ bært skipaskrásetingini 38 hesta Tux­ ham hjálpimotor. Seinni fær hon 88 hesta bolinder munktell, síðan størri, 120 hesta bolinder munktell, og at enda ein 174 hesta alfa diesel. Í 1919 keypir J. F. Kølbro í Klaksvík sluppina. Sambært J. Símuni Hansen (Havið og vit I) var Britons Pride upprunaliga smíðað sum stuttleikafar og hóskaði ikki væl at fiska við, tí at hon fekst ikki at liggja avhálað, men tá ið kjølurin varð longdur og stevnini sett meira steyrrætt, bar betur til, sigur Símun og heldur síðan fram: »Hon var tiltikin góður siglari og so løtt at manurera, at hon ofta sigldi at sjálvt teim innastu brúgvunum á Vánni. Í 1928 fekk Pride motor og var eftir hetta mest nýtt til línufiskiskap, men í 1935 gavst hon at reka fiski­ skap og verður í staðin nýtt til post- og farmasigling. Síðan ta tíð er hon fleiri ferðir umbygd, serliga í 1943, og fingið hálvdekk, stýrihús og seinast hvalabak og bátadekk. Jens Chr. í Toft, bróðir hansara, Martin í Toft, og Jákup Andrias úr Kunoy hava síðan ført hana í rutusigling.« Gamla Pride sigldi fyrst millum Tórshavn og Klaksvík, men tók so við og við tær norðaru bygdirnar á eystaru síðu á Eysturoynni upp í rutuna. Tá ið nýggja Pride kom í 1961, var gamla mest farmaskip. Í 1966 seldi pf. J. F. Kjølbro Britons Pride til pf. Hugo Gardar í Klaksvík. Men so illa lagaði tað seg, at hon 16. januar 1967 rendi á land vestantil á Klakkinum og varð vrak. 21. januar 1967 skrivaði Sosialurin millum annað: »Við fullari ferð sigldi Britons Pride á land, tá hon mánamorgunin var á veg til Lorvíkar við umleið 20 ferð­ fólkum umborð. Skipið stoytti dygt og datt á liðina úteftir. Stórvegis mannskaði hendi eingin. Ein av ferðamonnunum, ið leyp í land við einum enda, var fyri tí óhappi at bróta hælin. Læknabáturin Medicus kom skjótt, tók ferðafólkið og førdi tað aftur til Klaksvík. Roynt varð at bjarga skipinum, men illa gekst. Britons Pride varð fylt við tunnum og boyum, og Pride royndi fleiri ferðir at toga hana út aftur, men ikki bar til. Seinnapartin mikudagin var givist við bjargingarroyndunum, og tá var so mikið brimligt, at ikki slapst umborð á hana.« Britons Pride uppi á beding í Klaksvík Mynd: Fjallheim Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Bilurin hesa vikuna er ein Ford Consul Cortina hjá Axel Poulsen komm­unu­ lækna í Havn. Myndin er tikin í Magnus Heina­ sonar­gøtu í 60-unum. Bygningurin hjá klædnahandlinum Vogue er í gerð. Bilurin stendur utttan fyri handilin hjá Magnusi Skæling. Legg til merkis læknaskeltið á bil­ in­um høgru megin nummarplátuna, sum læknabilar høvdu tá í tíðini. Komm­unulæknarnir Axel Poulsen og Jacob Højgaard høvdu læknaviðtalu í høl­unum hjá Havnar Sjúkrakassa hinu­megin vegin í Magnus Heina­ sonar­gøtu. Hesir Ford Consul Cortina Mark I vórðu framleiddir av Ford Motor Company í Onglandi frá 1962 til 1966, tá teir vórðu avloystir av Ford Cortina Mark II. Myndaeigari: Eirikur Rasmussen SKIPASØGA BILASØGA Ford Consul Cortina læknabilur