Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-15, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2015síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 15. JUNI 2015 34 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Bøkur til summarið Líkamikið um tú heldur ivasamt summar í Føroyum ella leitar tær suður í sólina, er ein góð bók hent. Her eru nakrar, sum tú kundi umhugsað at lisið í summar Gå – eller kunsten at leve et vildt og poetisk liv Tomas Espedal Hann er ein av best skrivandi norðurlendsku rithøvundum nú á døgum – kanska tann allarbesti av øllum. Tomas Espedal hevur eitt framúr gott mál og fangandi stíl. Hann fara søgur um at ganga at verða poetiskar og inspirerandi, og líkamikið hvussu smá tingini eru ella hvussu vanligar løturnar tykjast, so fær hann spírandi skaldskap burturúr. Hundrað ára einsemi Gabriel García Márquez Stórverkið hjá kolumbianska Nobel virðislønta høvundanum er nú komið á føroyskum máli. Marianna Hoydal hevur týtt episku søguna um bygdina Maconda og Buendía familjuna til føroyskt. Magiska realisman hjá Márquez ger hann til ein tann besta frásøgumannin í altjóða skaldskapi. Hendan skaldsøgan verður roknað sum hansara helst størsta verk. Alt det lys vi ikke ser Anthony Doerr Eitt putlispæl av lagnum og søgum savnast í hesari bókini, har vit fylgja fronsku Marie-Laure LeBlanc, týskal Werner Pfennigs og einum einsamallum manni, sum ongantíð fer úr heimi sínum. Øll hava sítt at stríðast við, og lívið er langt frá einfalt og lætt hjá teimum. Ein spennandi og vøkur skaldskap um lagnur og avgerðir í lívinum. Laterna Magica William Heinesen Tann gløggi, gamli William kennir so væl menniskjamuruna við øllum sínum dáralótum, veikleikum, stoltleika, ærukenslu og forherðilsi, at hann avdúkar okkum øll. Søgurnar í fittligu bókini Laterna Magica eru framúr góðar, undirhaldandi og sigandi. Her er í frálíkari týðing eftir Jonhard Mikkelsen. Blod på sneen Jo Nesbø Tað eru fáir høvundar, ið skriva betri krimisøgur, enn norski Jo Nesbø, sum seinastu árini er blivin eitt altjóða navn. Í hesari bókini sigur hann søguna um Olav, sum er leigudrápsmaður og einsamur. Tá ið hann umsíðir kemur í samband við sína dreymakvinnu, hevur hann ein trupulleika. Hon er kona stjóra hansara, og hann hevur fingið til uppgávu at drepa hana. Ein góð summarkrimi! Tangodansarin Arturo Pérez-Reverte Á náttartíð í 1928 fer eitt dampskip gjøgnum Atlantshavið. Umborð ljómar tangotónleikarin, og á dansigólvinum hittast ein kvinna og ein maður úr hvør sínu herðashorni – lívsnjótarin Max og yvirklassakvinnan Mecha. Næstan 10 ár seinni hittast tey aftur á fronsku rivieruni, tá kríggj hóttir Eruopa. Og næsta 40 ár seinni hittast tey til eina talvkapping í Italia og líta aftur á lívið, sum tey hvør sær hava livað. Jarðnáðir Oddný Eir Ævarsdóttir Jarðnáðir er ein bók um kærleikan og kærleikans náðir á jørðini. Kærleikin verður tikin fyri í mongum brigdum: kærleikin millum makar, millum systkin, milum børn og foreldur og næstingar. Kærleikin til landið og náttúruna. Kærleikin í ymsum mentanum. Í skaldskapi og list. Carl Johan Jensen hevur týtt íslendsku skaldsøguna til føroyskt. Rugbreyð við skinku Charles Bukowski Onkur vildi sagt, at amerikanski rithøvundin Charles Bukowski var ein apukattur – ella ein horubukk. Hann hevði ikki verið fornermaðu av nøkrum av hesum, tí hann er kallaður nógv verri enn tað. Bukowski skrivar skemtiliga og beiskt, og oftast skrivar hann um tey í samfelagsliga útjaðaranum – drykkju­ fólk, skøkjur, serlingar og seg sjálvan, sum treivst væl millum hesi fólk. Hendan skald­ søgan sigur søguna um, hvussu Bukowski gjørdist Bukowski. Hvussu øgiliga illa hann var skemdur av pirrum í andlitinum, og hvussu illa hann drakk sum ungur. Petur Pólsson týddi til føroyskt. Mínar hetjur Jørgen Leth Hann er umstríddur sum filmskapari og rithøvundur, men hann skrivar sera væl og erliga. Jørgen Leth hevur skrivað bók um sínar hetjur. Um pápa sín, súkklaran Reg Harris, jazztónleikaran Duke Ellington og aðrar. Tekstirnir eru flottir, undirhaldandi og yvirraskandi. Hann dregur seg sjálvan inn í frásagnirnar og dugir at geva sínum hetjum lív á bókasíðunum.