týsdagur 16. juni 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
22
Sosialurin
FÓLKATINGSVAL 2015 Valgreinar
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Í valstríðnum siga
valevni og valstra
tegur Javnaðarflok
sins, at tað kann
gera tað sama fyri
Føroyar, um kom
andi danska stjórnin er reyð ella
blá.
Hetta er langt frá veruleikanum,
tí fakta er, at reyðar stjórnir royn
ast Føroyum illa.
Klossutur Nyrup
Tak Nyrup-stjórnina, sum var
meira enn óvanliga klossut í síni
handfaring av føroyapolitikkinum,
tá ið kreppa herjaði okkara land í
1990-árunum.
Hegnið at reka veruligan før
oyapolitikk var framúr vánaligt,
og har varð so nógv skeivt gjørt frá
reyðu stjórnini, at tað endaði við,
at undirritaði sum sambandsløg
maður noyddist at stevna Nyrup-
stjórnini.
Tað líkist ongum, at tað í einum
Ríkisfelagsskapi skuldi ein stevning
til fyri at loysa Føroya Banka-málið
politiskt.
Arrogant Thorning
Reyða stjórnin, sum skal vigast
á valinum hósdagin, hevur eisini
roynst føroyingum illa. Lítið annað
er at vænta frá einari stjórnin,
sum byggir sítt vald á stuðul frá
Eindarlistanum og SF, ið eru systur
flokkar hjá Tjóveldi.
Besta dømið um, hvussu illa tey
reyðu roynast Føroyum er hand
ilsboykottið, sum javnaðarstjórnin
hjá Helle Thorning-Schmidt læt
Danmark taka undir við.
Eitt er, at føroyapolitikkurin
hjá Thorning setti kílar í Ríkisfe
lagsskapin. Annað er, at eisini í
hesum føri noyddist ein sambands
løgmaður at ganga lógarinnar veg
fyri at fáa rætt.
Hitt dømið, sum man sita feskt
í minninum á teimum flestu, er, at
reyða stjórnin at kalla vendi Føroya
løgmanni í hurðini, tá ið hann við
fullum mandati vildi tingast um at
normalisera Ríkisveitingina. Hetta
var toppmáld arrogansa.
Ongin hevði heldur væntað, at
ein føroyingur úr Javnaðarflokk
inum her heima fór at hjálpa reyðu
stjórnini at mótarbeiða landsstýr
inum og løgtinginum.
Gev Sambandsflokkinum
ávirkan
Soleiðis hava reyðu stjórnirnar
roynst Føroyum svikaligar í eina
kvarta øld.
Sambandsflokkurin
hevur
á
Christiansborg undanfarin val
skeið víst á eina bláa stjórn, og tað
gera vit aftur hesuferð. Um ein blá
stjórn kemur til valdið hósdagin er
eingin ivi um, at lurtað verður eftir
føroyskum ynskjum.
Tað er nevniliga alt annað enn
líka mikið fyri Føroyar, um danska
stjórnin er blá ella reyð.
Mítt tilmæli er, at veljarar at
kvøða soleiðis, at ein sterkur Sam
bandsflokkur kann ávirka á Christ
iansborg.
Reyðar stjórnir roynast Føroyum illa
Karlot Hergeirsson
Framsókn
Framsókn
fer
á
Fólkatingi at føra
Framsóknarpoli
tikk, sum er grund
aður á okkara 3 høv
uðsvirði, nevniliga
tjóðarfrælsi, persón
ligt frælsi og vinnuligt frælsi.
Framsókn heldur at heima
stýrislógin ikki er legitim meira.
Tíðin hevur líkasum yvirhálað
hana. Tó so, ásanna vit, at tað er
okkara skylda at luttaka i teimum
politisku skipanunum vit eru í.
Danmark er, á fleiri økjum, á eini
kós, sum skilur seg frá okkara. Dan
mark fara í næstum á eini fólka
atkvøðu at læta ES so nógv vald,
at Danmark tá bert er at rokna
sum eitt heimastýri í Evropa Sam
veldinum
Framsókn er – eins og stórur
meiriluta av Føroya fólki – ikki
fyri ES-limaskapi, men vit kunnu
skjótt, um vit ikki eru á vakt, blíva
eitt heimastýri í einum heimastýri
í Evropa Samveldinum. Gott nokk
eru vit føroyingar fámentir, men tá
verða vit pinku-pinkulítlir. Skulu
vit varðveita ræðisrættin á okk
ara náttúrutilfeingi hava vit bert
ein møguleika og tað er at Føroyar
verða sjálvstøðugar og á tí støði
samvinna við onnur lond og fe
lagsskapir.
Hetta er prógva við teimum
fiskivinnusamráðingum vit hava
ført. Við politiskum hegni og einum
profesionellum samráðingartoymi
hava vit skaffað stór virðir til
Føroyar.
Har vit eru sjálvir, eru vit meir
enn hálvir. So kann ein bara droyma
og ímynda sær hvussu stór virðir
hetta landið ikki hevði kunnað
fingið afturat, um vit høvdu fult
ræði á øllum okkara viðurskiftum
við útheimin, íroknað Danmark.
Danmark kemur ongantíð at
tryggja vælferðina í Føroyum. Vit
sóu tað so væl i makrelstríðnum
við ES. Har valdi Danmark heldur
vælferðina í ES og Danmark fram
um vælferðina í Føroyum.
Vit er eins rík pr. íbúgva sum
Norra, við øllum sínum oljuríki
dømi, so at billa inn í fólk at vit
føroyingar ikki kunnu sjálvir, gevur
onga meining. Tað er bara viljin
sum skal til. Vit í Framsókn hava
viljan, vit hava trúnna, vit hava
áræði.
Appilsingult!
Kristina Háfoss
Valevni til Fólkatingið fyri Tjóðveldi
Tí
hóast
nógvir
flokkar eru í at
velja, so er veruleik
in tann, at til fólka
tingsvalið skulu bert
2 umboð veljast. Tað
eru tí bert teir 2
flokkarnir, ið gerast allar størstir,
ið fáa umboðan.
Tað er tí ongin loyna, at ein
atkvøða til smærru flokkarnar vil
tí – á ein hátt – fara til »spillis« á ein
um fólkatingsvali.
Samstundis vita vit, at allir teir
smærru flokkarnir siga seg vilja
virka fyri einum sjálvstøðugum
Føroyum. Hetta merkir, at tjóð
skaparrørslan er spjadd í nógvar
flokkar, og úrslitið kann tí gerast
– eins og seinasta val - at als onki
umboð fyri teir flokkar, ið ynskja
einar sjálvstøðugar og sjálvbjarg
nar Føroyar, verður valt á Fólka
ting. Hetta gagnar ikki føroyingum
og og gagnar ikki føroyskum
áhugamálum. Hetta gevur heldur
onga meining – og so als ikki fyri
tey, ið ynskja at Føroyar á Fólka
tingi skulu umboðast av øðrum,
enn fólkum, ið umboða sambands
flokkar.
Tjóðveldisumboð
er
einasta
alternativ til sambands-ES-um
boðini
Veljarakanningar vísa hartil,
at Tjóðveldi er einasti flokkur, ið
hevur ein veruligan møguleika
at vinna eitt av umboðunum frá
teimum sambandsflokkum, ið nú
hava hvør sítt umboð.
Verandi tvey umboð eru bæði
fyri ES-limaskapi og eru bæði ímóti
at Føroyar gerast sjálvstøðugt land.
Úrslitið er, at onki føroyskt umboð
hevur atkvøtt ímóti hækking av
blokkinum á Fólkatingi. Eisini
hava bæði umboðini brúkt fólka
tingsumboðanina til eitt slag av
»kekka-kapping«. Tí tað tykist at
hava verið ein kapping millum ver
andi umboð um, hvør av teimum
kann fáa flestar danskar kekkar
til Føroya, og harvið eisini gera
Føroyar meira bundnar av peningi
úr Danmark.
Hetta umboðar ikki føroysk
áhugamál og og umboðar ikki før
oyingar sum heild.
Tveir valmøguleikar
Valið 18. juni stendur tí í veru
leikanum millum tveir valmøgu
leikar:
1. Vel eitt av valevnum Tjóðveldis,
ella
2. Vel – antin beinleiðis ella óbein
leiðis (um atkvøðan fer til »spill
is«) – verandi sambands-ES-um
boð.
Vit mugu fáa eina føroyska um
boðan á Fólkatingi komandi 4
árini, sum røkir áhugamálini hjá
øllum føroyingum - heldur enn bert
sambands-ES-vongin, sum støðan
er í dag.
Latið okkum standa saman um
hetta.
Valið er títt.
Valið er einfalt.
Vel eitt tjóðveldisumboð.
Lat tína atkvøðu gera mun – vel eitt tjóðveldisumboð
Seinastu 25 árini hava prógvað, at tað er alt annað enn líka mikið fyri Føroyar, um danska stjórnin er blá ella reyð
Arbeiði á fólkatingi síggja vit sum uttanríkismál. Uttanríkispolitikkur er eitt hjartamálunum hjá Framsókn.
Í Føroyum verður ógvuliga lítið kjakast um politikk uttan fyri Føroyar. Vit er næstan eins og strutsurin, sum
stingur høvdið í sandin, og ikki hevur áhuga ella meining um nakað sum hendir uttanfyri okkara egna dunnugarð
Ert tú ein av mongu føroyingunum, ið ynskir, at føroysk áhugamál á Fólkatingi verða røkt av
øðrum umboðum enn teimum núverandi? So er valið einfalt. Vel eitt tjóðveldisumboð
Fólkatingsval 2015