Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68 Sosialurin Fólkatingsval 2015 BÁRÐUR NIELSEN STERKARI Í FELAG Far á val og vel eitt sterkt umboð á Fólkating Jenis AV RANA Bill J U ST INU S S E N Karstin HANSEN M I Ð F L O K K U R I N E I N A K R I S T N A R Ø D D Á F Ó L K AT I N G krea FÓLKATINGSVAL 2015 Valgreinar Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Nú bert fáir tímar eru eftir, til valhølini kring landið lata upp, hevur tað stóran týdning, at øll við valrætti fara á val. Valdagurin er hátíðardagur hjá fólkastýrinum, sum vit øll – tvørtur um floksmørk – eiga og mugu verja. Tú fært einans politiska ávirkan, um tú sjálv/ur velur, tí hvørki veljarakanningar, metingar í miðlum ella millum manna hava nakran sum helst týdning á valdegnum. Valdagin hevur tú valdið, og tín atkvøða kann avgera valið. Tá ið tú brúkar tín demokratiska rætt, sæst munurin millum okkara demokratiska stýrislag øðrumegin og ódemokratisk lond hinumegin. Okkara stríð er við orðum og atkvøðum, meðan onnur tíverri liggja undir fyri vápnaðum stríði um vald. Lat okkum øll – líka mikið hvønn flokk, ið vit velja – fara á val og harvið hátíðarhalda fólkastýrið. Gott fólkatingsval øll somul! Tín atkvøða kann avgera valið Líka mikið hvønn flokk, tú kundi hugsað tær at stuðlað, er umráðandi, at tú fert á val og ávirkar føroyska fólkaræðið