týsdagur 16. juni 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 - Nr. 68
Sosialurin 341800
Fólkatingsvalið 2015
Fólkatingsval 2015
Vel lista €
Ein suðuroying
á Fólkating!
BJARNI HAMMER
Valevni Javnaðarflokksins
Tað er ein stórur heiður at umboða Føroyar uttanlands
Tað er at gera Føroyar størri, tað er at fáa høvi at taka tok
og avrika nakað fyri heimlandið, bæði á vinnuliga, politiska
og á tí privata økinum.
At vera føroyskur fólkatingslimur kann eisini á nakrar
hættir samanberast við at vera Føroya umboðsmaður, tí tú
fært høvi at tæna tjóðini og hennara áhugamálum.
Javnaðarflokkurin hevur í mong valskeið verið væl
umboðaður á Fólkatingi. Petur Mohr Dam, landsfaðirin
og stovnarin av Javnaðarflokkinum, tvgramenninir og
løgmenninir Atli Dam og Jóanes Ejdesgaard - og seinast
Sjurður Skaale, ið hevur verið ein sera virkin
politikari á Fólkatingi.
Ein annar er sandvíkingurin Johan Nielsen. Hann er ikki
ímillum okkara longur, men bæði danir og føroyingar
minnast hann enn við virðing. Hann gjørdi seg sjónligan
við sínum virkna luti í Fólkatinginum. Hann var framúr
raðari, og sum flestu suðroyingar var hann stuttligur og
dugdi væl at taka til. Hann var eisini væl kendur í donskum
miðlum. Johan Nielsen var heilur, har hann var, tiltikin og
sjálvandi javnaðarmaður um ein háls!
Tað er framvegis tørvur á einari javnaðarredd á Borgini.
Ongantíð betur um hon er úr Suðuroynni. Verði eg valdur,
skal eg ganga Í fótasporunum hjá áðurnevndu
javnaðarumboðum, serliga Johans. Eg vil arbeiða fyri at
knyta bond millum danskt og føroyskt vinnuliv. Eg fari ikki
at sita stillisliga í einum horni, meðan mál verða avgreidd -
eg vil hinvegin royna at fáa ávirkan, har eg meti, tað kann
gagnast okkum føroyingum.
Sjálvur eri eg lagreglumaður av yrki, og so leingi
løgreglan er danskt áhugamál burturav, vil eg arbeiða fyri
áhugamálinum á starvsøkinum.
Vit føroyingar skulu halda fast um okkara ræðisrætt á hav-
og landgrunnum okkara. Tí vil eg arbeiða fyri, at Føroyar
framvegis skulu vera uttanfyri ES. Einans á hendan hátt
kunnu vit tryggja, at til dømis uppsjóvarvirkið á Tvøroyri
- og Uppsjåvarvinnan sum heild - framhaldandi fær nóg
mikið av fiski til sítt virksemi og eisini kann fara undir
nýggjar útbyggingar, suðuroyingum og føroyingum at
frama.
Mín telefon fer altíð at vera tendrað! 00298 58 75 38
Www.j.fo
JAVNAÐARFLOKKURIN
Sosialurin