týsdagur 16. juni 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
28
Sosialurin
Fólkatingsval 2015
Toppskorararnir
fáa færri atkvøður
Hægsta atkvøðutalið fyri fýra árum síðani var bara nummar 33 á toppskoraralistanum seinastu hálvu øldina
Jóannes Hansen
Tað er merkisvert, at per ón-
ligu atkvøðutølini hjá topp-
skorarunum á fólkatings-
valinum fyri fýra árum
síðani vóru lægri, enn tey
vóru frammanundan.
Fyri fýra árum síðani var
Høgni Hoydal toppskorari
við 1605 persónligum at-
kvøðum. Hann varð ikki
valdur, tí bæði sambands-
flokkurin og javnaðar flokk-
urin fingu fleiri atkvøður
enn tjóðveldi. Sjúrður Skaale
varð valdur við 1539 per són-
ligum atkvøðum, og Edmund
Joensen varð valdur við 1578
persónligum atkvøðum.
Sjúrður varð valdur sera
sannførandi. Næstur á javn-
aðarlistanum var Aksel Vil-
helmsson Johannesen, sum
var nývaldur formaður og
landsstýrismaður og ikki
var
løgtingsmaður.
Talið
hjá Akseli var 985. Valið hjá
Edmundi var væl teprari.
Atkvøðutalið hjá Kaj Leo
Holm Johannesen, sum eisini
tá var løgmaður, var 1554 ella
24 lægri enn hjá Edmundi.
Eisini í 2007 var Høgni
Hoydal toppskorari. Tá settu
2557 kross út fyri Høgna Hoy dal.
At persónliga atkvøðu-
talið hjá toppskorarunum
fyri fýra árum síðani var
lægri, enn tað ofta hevur
verið áður, kunnu tað vera
fleiri orsøkir til. Ein er,
at tað á fleiri listum var
tættari millum tey við flestu
atkvøðunum, enn tað ofta
hevur verið, og ein onnur
er, at tað hesar seinastu
ferðirnar hava verið væl
fleiri valevni á listunum, enn
tað plagdu at vera.
Metið í persónligum at-
kvøð um á fólkatingsvali eig-
ur Finnbogi Ísakson. Hann
var einasta valevnið á tjóð-
veldislistanum í 1988, tá ið
4434 atkvøddu fyri honum
persónliga.
At framgongd í persón lig-
um atkvøðum og hjá lista-
num ikki altíð ber sess við
sær, kann Jóannes Eides-
gaard skriva undir uppá.
Jóannes varð valdur fyri
fyrstu og einastu ferð á
fólkating í 1998. Trý ár seinni
– í 2001 - var persónliga valið
hjá honum ógvuliga gott, og
javnaðarflokkurin gekk fram.
Men Jóannes fall, hóast
persónliga atkvøðutalið hjá
honum mest sum tví fald að-
ist og rakk 3689. Tað er triði
hægsta persónliga atkvøðu-
talið nakrantíð, og tað er
hægsta talið, sum er rokkið
og kortini ikki hevur borið
val við sær.
Umframt Finnboga Ísak-
son, sála, er tað bara Óli
Breckmann, sum einaferð
rakk hægri atkvøðutali enn
Jóannes Eidesgaard í 2001.
Tað var í 1998, tá ið Óli varð
valdur við 3980 persónligum
atkvøðum.
Leikluturin og
undirtøkan
Í morgin skulu føroyingar
aftur velja tvey umboð í
fólkatingið. Valstríðið hevur
verið friðarligt. Bæði flokk-
arnir og miðlarnir goyma tað
mesta av krútinum inntil
løgtingsvalið, sum verður í
heyst.
Valluttøkan fer ivaleyst at
vera soleiðis, sum hon plagar
at vera, tá ið tað er fólka-
tingsval. Tá ið tað er løg-
tingsval plagar valluttøkan
at liggja millum 85 og 90
prosent, og onkra ferðina
hevur hon verið uppaftur
hægri. Á fólkatingsvalinum
15. september 2011 var val-
luttøkan 58,9 prosent. Hetta
var lægsta valluttøkan á
fólka tingsvali
í
Føroyum
síðani 1990, tá ið hon bara var
54,4 prosent.
Føroyar hava valt tvey
umboð í fólkatingið síðani í
1948. 18. februar hetta árið –
góðar tveir mánaðir áðrenn
heimastýrisskipanin sá dags-
ins ljós – vóru Thorstein
Petersen úr fólkaflokkinum
og Peter Mohr Dam úr javn-
aðarflokkinum valdir. Peter
Mohr Dam hevði ikki verið í
fólkatinginum áður. Thor-
stein Petersen varð valdur í
1943, men orsaka av krígnum
var ikki møguleiki hjá hon-
um at møta á tingi fyrrenn í
1945.
Tað eru 67 ár síðani, at
føroyingar fyrstu ferð valdu
tvey umboð í fólkatingið.
Síðani tá hava fýra flokkar
átt
umboðini:
javnaðar-
flokk urin hevur átt umboð
í fólka tinginum í 44 ár, sam-
bands flokkurin í 42 ár, fólka -
flokkurin í 36 ár og tjóðveldi
í 13 ár.
Kanningar
í
Danmark
vísa, at tað er púra tætt
millum blokkarnar. Tí er
nógv fokus á, hvørjir flokkar
fáa umboð í fólkatingið í
Føroyum og í Grønlandi. Um
býtið í Danmark verður 88 til
annan veingin og 87 til hin,
so verða norðuratlantisku
umboðini avgerandi.
Tað ljóðar, at bæði tey
grønlendsku umboðini aftur
hesaferð fara at taka undir
við reyðari stjórn í Danmark.
Tað er greitt, at fólkaflokk-
urin og sambandsflokkurin
taka undir við bláari stjórn,
og tað er greitt, at javn-
aðarflokkurin tekur undir
við reyðari stjórn. Tjóðveldi
plagar at siga, at tey ætla ikki
at leggja seg út í, hvør skipar
stjórn í Danmark. Um flokk-
urin hvørki vísir á reyða ella
bláa stjórn, og tað stendur
89-89 í fólkatinginum, so
stuðlar óheft atkvøða, at
tann, sum situr við stjórn ar-
valdinum, heldur fram, tí tá
verður eingin meiriluti fyri
at fella stjórnina.
Persónarnir
Í tey 67 árini, sum Føroyar
hava átt tvey umboð í fólka-
tinginum, hava føroyingar
valt sekstan perónar í fólka-
tingið – fimtan menn og eina
kvinnu. Kvinnan er Lisberth
L. Petersen, sum varð vald í
2001 og sat í fólkatinginum
fram til 2005, tá ið hon ikki
stillaði uppaftur.
Hjálagda talva vísir, hvørji
eru vald á teimum 25 val-
unum, sum hava verið hesi
67 árini. Yvirlitið vísir bara,
hvørji eru vald og harvið ikki,
hvør hevur verið í fólka-
tinginum. Tað verður vent
aftur til um eina lítla løtu.
Síðani 1948 er Óli Breck-
mann tann, sum hevur verið
valdur longst í fólkatingi, og
eisini tann, sum hevur verið
valdur í longsta sam an hang-
andi tíðarskeiðið. Óli var
valdur seks ferðir, og í tíð-
arskeiðnum 1984 og fram til
2001 var hann fólkatings-
maður í 17 ár og 10 mánaðir.
Føroyingurin,
sum
er
næst longst valdur í fólka-
tingið, er Johan Nielsen, sum
var valdur í 14 ár og 10
Fólkaflokkurin
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Tjóðveldi
1948
Thorstein Petersen
Peter Mohr Dam
1950
Johan Poulsen
Peter Mohr Dam
1953
Johan Poulsen
Peter Mohr Dam
1953
Johan Poulsen
Peter Mohr Dam
1957
Thorstein Petersen
Johan Poulsen
1960
Johan Poulsen
Johan Nielsen
1964
Poul Adrian Andreasen
Peter Mohr Dam
1966
Poul Adrian Andreasen
Peter Mohr Dam
1968
Hákun Djurhuus
Peter Mohr Dam
1971
Hákun Djurhuus
Johan Nielsen
1973
Johan Nielsen
Erlendur Patursson
1975
Johan Nielsen
Erlendur Patursson
1977
Pauli Ellefsen
Johan Nielsen
1979
Pauli Ellefsen
Jacob Lindenskov
1981
Pauli Ellefsen
Jacob Lindenskov
1984
Óli Breckmann
Pauli Ellefsen
1987
Óli Breckmann
Atli P. Dam
1988
Óli Breckmann
Pauli Ellefsen
1990
Óli Breckmann
Atli P. Dam
1994
Óli Breckmann
Edmund Joensen
1998
Óli Breckmann
Jóannes Eidesgaard
2001
Lisbeth L. Petersen
Høgni Hoydal
2005
Anfinn Kallsberg
Høgni Hoydal
2007
Edmund Joensen
Høgni Hoydal
2011
Edmund Joensen
Sjúrður Skaale