Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68 34 Sosialurin Kampingtreff Vilmund Jacobsen L ars Bisgaard, sum býr í Hósvík og hevur heimasíðuna www.faroecamping.dk og søluheimasíðuna lbcamping.com, hevur tikið sær av at fáa ymiskar veitarar at sýna fram á Eiði, nú kampingtreff verður á Mølini um vikuskiftið. Lars sigur, at tær fyritøkur, sum fara at sýna fram á Eiði, verða á økinum leygardagin komandi frá klokkan 11-16 og sunnudagin frá klokkan 14-16. – Her verður talan um fleiri veitarar, sum fara at bjóða fram sínar vørur til kamping og kampingvognar. Millum veitararnar, sum verða við, verða eitt nú Kaj Andreasen & Co, Jógvan Weihe, Føroya Gasssøla, NordCar og LB Camping. Lars Bisgaard hevur sjálvur havt kamping- vogn í eini sjey ár og selur sjálvur at kalla alt til kampingvognar - uttan vognarnar sjálvar. – Eg havi at kalla alt, sum verður brúkt til kamping og inni í einum kampingvogni, og eg havi eisini flestu eykalutir, bæði til vognin innan- og uttandura. Hann sigur, at um summarið, tá fólk, ið eiga kampingvogn, ferðast kring landið, verður oftast spurt eftir ymiskum, sum skal brúkast inni í einum vogni, og tá so vet- urin kemur kann talan verða um ymiskar eykalutir til ytra partin av vogninum. Góðar umstøður Lars Bisgaard sigur, at umstøðurnar, sum skaptar eru hjá Eiði Camping á Mølini á Eiði, eru framúr góðar. – Gamli fótbóltsvøllurin er sera væl egnaður til kamping, eins og umstøðurnar í gamla EB-húsinum eru ógvuliga góðar. Hann sigur, at kampingtreffið, sum verð- ur á Eiði um vikuskiftið, ikki minst verður eitt familjutreff, tí millum tey, sum hava teknað seg, eru fleiri enn 30 børn saman við foreldrum. – Pláss er á økinum fyri umleið 60 kamp ingvognum, og nú er næstan full- teknað. Kanska er pláss fyri nøkrum fáum vognum aftrat, sigur hann. Hann sigur, at økið og fasilitetirnir, sum Eiði Camping hevur leigað frá Eiðis komm- unu og sum hjúnini, Hertha og Martin Kúrberg hava skapt, eru sera góðar, og her er ikki minst barnavinarligt. – Jú, eg ivist onga løtu í, at vit fáa nakrar góðar dagar á Eiði, og tað serliga við kampingtreffinum hesaferð er, at fleiri veitar til kamping eisini verða, sigur Lars Bisgaard. Fleiri veitarar til kamping verða við á Eiði – Kampingtreffið, sum verður á Eiði um vikuskiftið, verður ikki minst eitt familjutreff, tí millum tey, sum hava teknað seg, eru fleiri enn 30 børn saman við foreldrum, sigur Lars Bisgaard Vilmund Jacobsen T að eru nøkur á síðan, at gamli fótbóltsvøllurin niðri á Mølini á Eiði varð brúktur seinast til fótbóltsdystir. Nú nýggjur og FIFA-góðkendur fótbólts- vøllur er bygdur í Hólmanum á Eiði, verður vøllurin á Mølini brúktur til kampingpláss. Eiðis kommuna hevur leigað gamla fótbóltsvøllin og gamla EB-húsið út til hjúnini, Herthu og Martin Kúrberg, sum nú reka Eiði Camping. Leigumálið millum partarnar røkkur yvir sjey ár. Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, fegnast um, at gamli fótbólts- vøllurin og gamla EB-húsið nú kunnu skapa virksemi í økinum. – Vit hava longu nú merkt, at kamping- plássið á Mølini hevur drigið vognar og fólk til sín, og vit hava góðar vónir um, at her verður enn meira virksemi, sum summarið gongur. Stórt treff Kampingtreffið, sum verður á Eiði komandi vikuskiftið, verður higartil størsta tiltak á nýggja kampingplássinum á Mølini. Umframt at talið av kampingvognum man fara at tátta í seksti, tá vikuskiftið kemur, fara eisini fleiri veitarar av kamping- útgerð og kampingvognum at sýna fram, hvat fyritøkurnar hava í útboði. Martin Kúrberg sigur, at hóast fasilitet- irnir, sum skaptir eru á økinum, eru góðir, og arbeitt hevur verið av øllum alvi við at dagføra gamla EB-húsið, røkka ætlaninar á Mølini longri enn hetta. – Vit ætla at halda fram við at byggja økið út og gera tað enn meira attraktivt hjá kampistum at koma á vitjan. Eitt nú fara vit at seta onkran heitan pott upp, har fólk kunnu hugna sær í okkara serstakliga vakra umhvørvi á Mølini, sigur Martin Kúrberg hjá Eiði Camping. Eiði Camping í náttúruvøkrum øki – Vit ætla at halda fram við at byggja økið út og gera tað enn meira attraktivt hjá kampistum at koma á vitjan, sigur Martin Kúrberg Mynd: Birgir Waag Høgnesen