týsdagur 16. juni 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
Sosialurin
Kampingtreff
Vit eru á
Vilmund Jacobsen
H
andilsfyritøkan Kaj Andreasen & Co,
sum húsast í Brekkutúni 7 í Hoyvík,
umboðar og selur kampingvognar
av kenda og umtókta merkinum Adria. Hesir
vognar fáast í ymiskum støddum og sniðum.
Í nógv ár hevur fyritøkan selt ymiskar
viðfestivognar, og nú í nøkur ár hava so
Adria-kampingvognar eisini verið partur av
útboðnum.
– Umframt at selja hesar vognar, veita vit
eisini tænastur á økinum. Vit taka okkum av
eftirliti og mekaniskum viðlíkahaldi og eru
eisini til reiðar, tá vognarnir skulu til sýn.
Tað siga tey hjá Kaj Andreasen & Co.
Lagt verður aftrat, at kampingvognarnir,
sum fyritøkan umboðar og selur, verða seldir
við tvey-ára garantii, og tí eru teir eisini undir
eftirliti hjá fyritøkuni.
Eisini onnur merki
Men, Kaj Andreasen & Co taka sær eisini av
at servisera onnur merki enn tey, sum fyri
tøkan selur.
– Tí eru viðskiftafólk altíð vælkomin at
spyrja seg fyri, um okkurt er, sum tey vilja
hava eftirhugt ella gjørt.
Higartil hevur primera sølan verið kamp
ingvognar – og ikki kampingbilar – men fyri
spurningar eru um bilar eisini.
Umframt at servisera viðfestivognar og
kampingvognar, útvegar Kaj Andreasen &
Co eisini eykalutir.
– Vit selja eisini ymiskt, sum verður brúkt
til kampingvognar, eitt nú fortjøld, gólv,
vaskievni og fresjara at koyra í vatntangan.
Kaj Andreasen & Co veita eisini fígging til
keyp av kampingvognum við 1/3 av kostn
aðinum í útgjaldi.
Selja og fíggja kampingvognar
Handilsfyritøkan Kaj Andreasen & Co selur kampingvognar av merkinum Adria,
men fyritøkan tekur sær eisini av at servisera onnur merki. Viðskiftafólk eru altíð
vælkomin at spyrja seg fyri, um okkurt er, sum tey vilja hava eftirhugt ella gjørt
Kaj Andreasen & Co selur
kampingvognar av kenda og
umtóktað merkinum Adria