týsdagur 16. juni 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
høgt elskaða kona, mamma og omma
Karin Nolsøe Poulsen
f. 2.7.1935 – d. 14.4.2015
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum á Sambýlinum á Heygnum, sum
vóru um hana.
Tøkk til Marjun Lómaklett prest og Boga Simonsen
fyri góð og troystaríka orð.
Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til í sambandi við
jarðarferðina og ervið og til tykkum, ið fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Eisini ein tøkk til tykkum øll, ið mintust hana, við
kransum, blómum ella peningagávu til Emmaus.
Jesus signi tykkum øll.
Familjunnar vegna
Kári, Jóannes, Árni, Anna Maria, Karin
og Pravin
Tøkk
Eg takki hjartaliga øllum, sum vóru við
til at gera mín 90 ára føðingardag so
serligan. Takk fyri vitjan, gávur, blómur
og heilsanir.
Karin Poulsen
Eina hjartans tøkk veita vit tykkum øllum, ið sýndu
samkenslu og stórt hjálpsemi, tá okkara elskaði
maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi
Pól Anfinn Klein Garðshorn
f. 17.06.1936 – d. 14.09.2014
andaðist og varð jarðaður.
Takk Sverri prestur fyri lívsjáttandi løtuna stutt eftir
andlátið.
Takk Heri prestur fyri góð, vøkur og vælvald orð í
kapellinum og í kirkjuni.
Takk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravarar.
Takk øll tit, sum vóru um hann tær ferðir, hann lá á
Landssjúkrahúsinum.
Takk allar tit frá Heimarøktini, sum komu í heim
okkara tær síðstu vikurnar.
Takk fái tit, sum so trúliga vitjaðu hann.
Takk tit, sum komu við bakstri, heim og til ervið.
Takk til tykkum á Skúlaheiminum, sum gjørdu
ervið til eina so vakra og minnisríka løtu.
Takk fyri heilsanir, vitjanir, blómur, kransar og
peningagávur til Krabbameinsfelagið.
Hjartans tøkk øll tit mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Familjunnar vegna
Jóhanna
Jákup og Jóan Hendrik við familjum
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
• Gravsteinar
(Framsýning við Marknagilsvegin 86)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo