týsdagur 16. juni 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BÚMERKJAKAPPING
fyri Bú- og
Heimatænastuna í
Suðuroy
Stýrið fyri Bú-og Heimatænastuna í Suðuroy hevur
avgjørt at skriva út kapping um búmerki.
Ynskiligt er at búmerkið avmyndar virkið og virðir
á økinum.
Uppskotini skulu vera í A4 stødd og kunnu nýtast
á brævbjálvum, brævpappíri og heimasíðum v.m.
Uppskotini skulu verða okkum í hendi í
afturlatnum brævbjálva, ið er merktur “Búmerkið
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy”, í seinasta lagi
29. juni 2015.
Navnið á uppskotsstillaranum skal ikki standa
á uppskotinum, men leggjast í ein afturlatnan
brævbjálva saman við uppskotinum
Vinnandi uppskotið fær virðisløn áljóðandi kr.
5.000.
Ein dómsnevnd verður sett, ið tilskilar sær rætt, at
velja og vraka millum uppskotini, og somuleiðis til
ikki at gera nýtslu av nøkrum uppskoti.
Í dómsnevndini eru Mikkjal Sørensen,
stýrisformaður fyri Bú- og Heimatænastuna
í Suðuroy, Anna Djurhuus, leiðari fyri Bú- og
Heimatænastuna, Dennis Holm og Marjun Olsen
stýrislimir í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy
Uppskot skulu vera stílað til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att.: Anna Djurhuus, leiðari
Vágsvegur 45
FO-900 Vágur