Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-16, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68 Sosialurin Atlantic Airways søkir Revenue Management starvsfólk við KT-førleika Deild okkara, Revenue Management, Distribution and Business Intelligence, sóknast eftir medarbeiðara, sum hevur hug og evni at ogna sær serkunnleika á økinum. Starvið verður sett skjótast gjørligt.   Deildin hevur tvær høvuðsuppgávur: - at tryggja prísásetingina á rutunetinum og fáa prísirnar út á okkara sølurásir - at stýra okkara rutukapasiteti á besta hátt, soleiðis at málini verða rokkin, tá talan er um umsetning, inntøku og gagnnýtslu av kapasitetinum. Fýra fólk starvast á deildini. Tey hava tætt samstarv og nógvar fjølbroyttar uppgávur í einum altjóða umhvørvi. Starvið í høvuðsheitum Revenue Management: Uppgávur frá degi til dags, sum eisini áhaldandi tryggja samanhang í dagliga virkseminum – eitt nú optimering. Distribution: Stuðla upp undir betringar á egnum sølurásum og vera við í arbeiði innan KT-skipanir o.a. Business Intelligence: Skipan, viðlíkahald, greiningar og framløgur av ymsum dáta. Starvið ber eisini við sær, at tú av og á ert við í verkætlanum og menningarátøkum saman við øðrum pørtum av flogfelagnum. Uppá sikt kann talan eisini verða um t.d. Route Controlling, innanhýsis HelpDesk, forsagnir, stuðla rakstur og menning av skipanum innan økið. Persónurin og førleikarnir Rætti umsøkjarin hevur eina styttri ella longri útbúgving t.d. við búskaparligari høvuðsgrein, umframt kunnleika innan KT-skipanir, ella líknandi útbúgving, førleikar og royndir. Tú hevur eitt opið og lætt lyndi. Tú ert business-mindað/-ur, dugur væl at finna loysnir, er sjálvstøðug/-ur og dugur væl at samstarva. Tú ert analytisk/-ur og strukturað/-ur, og megnar væl at arbeiða undir trýsti. Tað er týdningarmikið, at tú trívist við avbjóðingum, at tú leggur stóran dent á at loysa uppgávurnar innan ásettu tíð við tí dygd, sum kravd verður. Vit vænta eisini, at tú hevur hollar royndir í Office-pakkanum – serstakliga Excel. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til KT-skipanir og royndir í dátagrunnum. Málsliga dugir tú væl føroyskt, danskt og enskt. Umsóknin o.a.  Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv í einari sterkari fyritøku, har tú fært dugnaligar starvsfelagar og verður partur av einum toymi, sum við eldhuga greiðir sítt arbeiði úr hondum. Løn og eftirløn verða ásett sambært nærri avtalu. Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá John Eikhólm, deildarleiðara á Revenue Management, Distribution and Business Intelligence, á telefon 213717 ella á t-posti: johneik@atlantic.fo Umsóknarfreist Umsóknin skal verða Atlantic Airways í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. juni 2015. Umsóknirnar verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn. Umsókn, CV og viðkomandi skjøl skulu sendast til Georg Suðurgarð, starvsfólkaleiðara: georg@atlantic.fo. Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi og úrslit. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.