týsdagur 16. juni 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68
46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Mikukvøldið skal nýggja ættar
liðið av U-21 landsliðsleikarum
hjá Føroyum undir eina nýggja
undankapping. Fyrsti dysturin
verður leiktur á Svangaskarði
móti Azerbadjan. Merkisvert
er, at nærum allir leikararnir á
tí føroyska liðnum eru nýggir í
U-21 landsliðssamanhangi
nýtt U-21 lands
André Olsen
Føroyska U-21 landsliðið sum
í 2007 varð sett á stovn, hevur
verið ein sonn sólskinssøga
fyri føroyskan fótbólt. Frálík
úrslit og frálíkt fótbóltsspæl
hava alla tíðina eyðkent før
oyska U-21 landsliðið, sum
harafturat hevur verið ein
góð lopfjøll hjá teimum
ungu leikarunum, sum síð
ani eru komnir á a-landsliðið.
Hetta er eisini avgjørt nakað
sum sæst aftur á A-lands
liðnum í dag, har nærum
allir leikararnir hava royndir
frá føroyska U-21 lands
liðnum. Einastu leikararnir
á a-landsliðnum í dag, sum
ikki hava umboðað føroyska
U-21 landsliðið eru Fróði
Benjaminsen,
Christian
Lamhauge Holst og Atli
Gregersen, sum allir vóru ov
gamlir í 2007, tá U-21 lands
liðið á fyrsta sinni spældi
dyst.
Nýggj undankapping
Mikukvøldið byrjar ein nýggj
undankapping
hjá
U-21
landsliðnum, har eitt nýtt
ættarlið av stjørnuskotum
fer at umboða okkara land.
Fyrsti dysturin hjá nýggja
U-21
landsliðnum
verður
leiktur á Svangaskarði klokk
an 17:00, har Azerbadjan er
mótstøðuliðið.
Føroyska U-21 landsliðið
hevur einaferð áður verið í
bólki saman við Azerbadjan
í U-21 landsliðshøpi, og eiga
vit góð minnir frá teimum
dystunum. Í 2007 vunnu
vit heimadystin móti Azer
badjan 1-0, og í 2008 spældu
vit
2-2
á
útivølli
móti
Azerbadjan.
Hagtølini tala tí fyri, at vit
hava ein góðan møguleika
móti Azerbadjan á Svanga
skarði mikukvøldið.
Óroyndur hópur
Merkisvert er, at í hópinum
til dystin mikukvøldið eru
rættuliga
nógvir
nýggir
mans, ið ongar royndir hava
í U-21 landsliðshøpi. Einasti
leikari, ið hevur umboðað
U-21 landsliðsliðið áður er
áleyparin
Poul
Ingason,
sum millum annað skoraði
útjavnandi
málið
móti
Rumenia
fyri
tveimum
árum síðani. Afturat honum
hevur verjuleikarin, Andrias
Eriksen, fyrr verið úttikin
á U-21 landsliðið, men eigur
enn sín fyrsta dyst til góðar.
Tað er eingin ivi um, at
tað er ein dyggur smeitur, at
U-21 landsliðið hevur fingið
nógv avboð til dystin móti
Azerbadjan
mikukvøldið.
Sonni Ragnar Nattestad og
Hørður Askham, sum mann
aðu eina stinna miðverju
í
seinastu
undankapping
hava báðir melda avboð til
dystin
móti
Azerbadjan.
Afturat
teimum
báðum,
hava venjararnir eisini fingið
avboð frá Gesti B. Dam,
Hera Kjærbo, Rasmus Dan
Sørensen og Teiti Olsen.
Royndir hjá U-21 lands
liðnum frá fyrr av vísa tó, at
liðið ofta fær úrslit, tá nógv
avboð ella stór útskifting er
í hópinum. Besta dømi uppá
tað er legendariski 1-0 sig
urin móti Russlandi í 2009.
Táverandi U-21 landsliðið
hevði tá spælt leygardag
móti Rumenia, har liðið
hevði tapt skuffandi 4-0.
Táverandi venjararnir Bill
McLeod Jacobsen og Heðin
Askham valdu tí at gera
nógvar broytingar á liðnum
til dystin móti Russlandi
fýra dagar seinni. Millum
leikararnir,
ið
tá
fingu
møguleikan til dystin móti
Russlandi var millum annað
Jóan Símun Edmundsson, ið
takkaði fyri álitið og avgjørdi
dystin móti russum. Hann
er síðani eisini vorðin ein
av berandi kreftunum á før
oyska a-landsliðnum.
U21-landsliðið fótbóltur
Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF