Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-16, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. juni 2015 · Nr. 68 ítróttur Fleiri spennandi leikarar Hóast dysturin mikukvøldið er tann fyrsti U-21 lands­ dyst­urin fyri fleiri av leik­ ar­unum, er tó eingin um, at fleiri spennandi nøvn eru í før­oyska hópinum. Tað er millum annað spenandnia t síggja, hvat fyri samanseting føroysku venjararnir koma at velja á miðvøllinum, og hvussu nýggju mið­vallarar­ nir koma at klára seg. Mill­um boðini á føroyska mið­vøllinum eru Hákun Edmundsson og Haraldur R. Højgaard, ið hava spælt saman allan vegin gjøgnum ungdómsdeildirnar, og sum báðir hava verið eyðsýndir í føroysku kappingini í ár. Afturat teimum eru eisini teir báðir, Jonas Gejel Hansen og Betuel Hansen, ið báðir til dagligt spæla í donskum fótbólti eisini góð boð. Harafturat verður eisini spennandi at vita, hvussu nýggja føroyska miðverjan kemur at klára seg til dystin móti Azerbadjan. Tað er nógv ið bendir á, at Andrias Eriksen úr B36 og Poul Nolsøe Mikkelsen úr ÍF koma at manna føroysku mið­verjuna til dystin miku­ kvøldið. Nýggj venjara­ samanseting Afturat einum nýggjum hópi, er talan eisini um nýggja saman­seting á venjara­front­inum. Øll árini síðani U-21 lands­liðið varð sett á stovn í 2007, hava Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham staðið á odda fyri U-21 lands­liðnum. Bill McLeod Jacobsen er fram­vegis høvuðs­venjari á U-21 lands­liðnum, men van­ ligi arbeiðs­felagin, Heðin Askham, er ikki longur part­ ur av føroyska U-21 lands­ lið­num. Hann er av­loyst­ ur av Eli Hentze, sum nú er hjálpar­venjari hjá Bill á U-21 lands­liðnum. Dysturin miku­kvøldið verður fyrsta royndin hjá nýggja venjara­ par­inum á U-21 landsliðnum, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze. Hava uppiborið stuðul Í dag er alt Føroyar á gosi um okkara frálíka a-landslið, sum í tveimum førum hevur vunnið frálíkar sigrar móti Grikka­landi. Ein stór orsøk til at okkara a-landslið hev­ur gjørt so mikið stór fram­stig hesi seinastu árini, er ikki minst okkara U-21 lands­liðið at takkað. Fleiri av okk­ara stjørnum á a-lands­liðnum í dag, hava hesi seinastu árini verið mill­um berandi kreftirnar á okk­ara U-21 landsliðið. Tí eiga vit at standa líka væl saman um okkara U-21 lands­lið, sum mikukvøldið skal í eldin á Svangaskarði móti Azerbadjan. Tað er lítil ivi um, at vit koma at síggja onkran leikara aftur á a-lands­liðnum, sum miku­ kvøldið fyri fyrstu ferð um­ boðar føroyska U-21 lands­ liðið. U-21 landsdysturin móti Azerbadjan verður leiktur á Svangaskarði klokkan 17:00 mikudagin. andre@sosialurin.fo lið skal í eldin fótbóltur U21-landsliðið Málverjar: Elias Rasmussen (Víkingur), Fríði Sigurðsson (KÍ) Verjuleikarar: Leivur Joensen (ÍF), Andrias H. Eriksen (B36), Poul N. Mikkelsen (ÍF), Benjamin Heinesen (B36) Miðvallarar: Hákun Edmundsson (NSÍ), Haraldur R. Højgaard (NSÍ), Jonas Gejel Hansen (Esbjerg, DK), Betuel Hansen (Silkeborg, DK), Gunnar Vatnhamar (Víkingur), Bartal Wardum (HB), Jóannes Bjartalíð (KÍ) Framherjar: Poul Ingason (HB), Patrik Johannesen (TB), Meinhard E. Olsen (NSÍ), Búi Egilsson (FC Suðuroy), Karstin Højgaard (AB) Vit tippa føroyska U21-liðið móti Azerbadjan Elias Rasmussen Andrias H. Eriksen Poul Nolsøe Mikkelsen Leivur Joensen Benjamin Heinesen Jonas Gejel Hansen Haraldur R. Højgaard Jóannes Bjartalíð Patrik Johannesen Hákun Edmundsson Poul Ingason Føroyski U21-hópurin: