Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juni 2015 sosialurin 69 8 fólkatingsval Eg eri øgiliga rørdur Tað er sjáldan, at eg eri málleysur, sigur Høgni Hoydal, nú Tjóðveldi var stóri sigurs­ harrin á fólkatingsvalinum í gjár Áki Bertholdsen E g eri øgiliga rørdur, og eg eri øgiliga bilsin. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og ný­ valdur fólkatingsmaður. Tá ið øll valstøðini vóru tald upp í gjár, uttan Havnin, hevði hann sligið seg til tols við at tað heldur ikki skuldi eydnast Tjóðveldi hesa ferð at fáa annan Fólkatingsessin. Men Tjóðveldi hevði eitt kanón­val í Havn, samstundis sum at Sam­bands­ flokkurin hevði eitt vanlukkuval, og tískil kann Høgni Hoydal nú kalla seg fólkatingsmann. – Tað er sjáldan, eg komið í ta støðu, at eg ikki finni orð. Men eg eri full­komiliga tikin av fótum, og eg eri øgiliga rørdur og bilsin Eitt, sum hann er serliga fegin um, er, at Tjóðveldi hevði framgongd kring alt landið. – Eg eri ómetaliga fegin um, at vit gjørdi størsti flokkur, og tað mugu vit takka okkara valevnum, teimum, sum hava skipað valstríðið, og okkara stuðlum kring landið, fyri, sigur hann. – Hetta vísir, at vit tjóð­skapar­ rørslan í føroyingum er styrkt, sigur Høgni Hoydal. Farloyvi í Fólkatinginum Hann sigur, at í Tjóðveldi hava tey gjørt av, at ongin skal røkja bæði starvið sum fólkatingsmaður, og løgtingsmaður, í senn. – Sjálvandi skal eg taka undir­ tøk­una, eg havi fingið, í álvara. Men tað skerst ikki burtur, at eg taki tað politiska arbeiði í Føroyum, framum fólka­tingsarbeiðið. Tí sær Høgni Hoydal fyri sær, at hann fer á Fólkating at seta sjøtul á ar­beiðið, men táið løgtingsarbeiðið verður tikið upp aftur eftir summar­ frítíðina, fer hann í farloyvi í Fólka­ ting­inum, og letur Magna Arge, sum er næsti maður á listanum, taka yvir. Nú veldst so eisini, hvussu úrslitið av løgtinginum verður, men tað kann so eisini bera í sær, at tað verða aðrir avloysarar á Fólkatingi enn Magni Arge. – Vit hava nógv valevni, sum hava staðið seg væl, og vit fara at gagnnýta tær góðu kreftir, vit hava, sum best, sigur formaðurin í Tjóðveldi. Harmiligt Hinvegin Harmast Høgni Hoydal um, at blái blokkur í Danmark fær stjórnar­valdið einsamallur. – Sostatt verða vit ikki avgerð­ andi atkvøðan, og tað var ómetaliga harmiligt, tí endamálið við politikki er altíð at fáa ávirkan, og hetta hevði verið eitt einastandi høvi til at slóða fyri í málum, har vit ongan veg eru komin enn, sigur Høgni Hoydal. – Vit eru vald á Fólkating sum Tjóð­veldisflokkur, við teirri hugsjón vit hava. Vit fara at umboða allar før­ oy­ingar, men serliga tjóðskaparliga sinn­aðar føroyingar, tí tað er okkara fremsta mál. – Vit fara eisini at føra málið um eina føroyska grundlóg fram á Fólka­ ting, eins og kravið um at at vit fáa ræðið á okkara uttanríkispolitisku viður­skiftum. – Hetta er ikki ein spurningur um at vera ímóti Danmark, men um at koma víðari sum lond, samstundis sum Danmark gevur meiri og meiri vald til ES. Vit fara at føra fram, at vit vilja sleppa úr fíggjarligum veitingum úr Danmrk, og tað skal ongin avgerð takast á Fólkatingi, sum ikki er úr føroyskum jørðildi. Væntar gott samstarv Hin føroyski fólkatingsmaðurin er Sjúrður Skaale, sum fór úr Tjóðveldi. Men hóast talan ikki var um ein ser­ liga lukkuligan skilnað, ivast Høgni Hoydal ikki í, at teir báðir megna at leggja gamalt, politiskt, agg til viks, og samstarva um føroysk áhugamál. – Vit hava verið ósamdur um nøk­ ur politiskt mál og eg ivist ikki í, at vit fáa eitt gott samstarv, sigur Høgni Hoydal. aki@sosialurin.fo Høgni Hoydal Magni Arge Nýggja stjørnuskotið hjá Tjóðveldi verður eisini at síggja á listanum til løgtingsvalið seinni í ár Í 1989 lovaði hann, at Magni Arge, at hann skuldi aldrin upp í politikk aftur. Í gjár varð hann ovurfegin um at taka øll á bóli, og nú bjóðar seg eisini fram á løgtingsvalinum seinni í ár