fríggjadagur 19. juni 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juni 2015
sosialurin 69
9
– Eg eri púra tikin av fótum og hetta vísir, at tjóðskapar
kenslan í føroyinginum, er styrkt, sigur Høgni Hoydal
Áki Bertholdsen
E
g stúrdi fyri, at hetta
kundi henda, og tað nytt
ar ikki at gremja seg.
Tað sigur Edmund
Joensen, fallin fólkatingsmaður.
Kvøldið í gjárkvøldið varð langt
hjá honum, og heilt til valúrslitið í
Havnini varð greitt, lá hann til at
verða annar fólkatingsmaður fyri
Føroyar.
Og tað var nettupp úrslitið í
Havnini sum kollvelti valinum,
tí tað var ein vanlukka fyri Sam
bandsflokkin.
Og úrslitið í Havn var so vána
ligt fyri flokkin, at bæði Tjóð
veldi og Javnaðarflokkurin fóru
framum, og tóku teir báðar før
oysku fólkatingssessirnar.
– Hetta er tað, sum kann
henda í politikki og eg stúrdi fyri,
at úrslitið í Havnini kundi vera
okkum at bana, sigur Edmund
Joensen.
Tað, hann sipar til, er, at Sam
bandsflokkurin stillaði bara eitt
einasta valevni upp í Havnini, og
tað var Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður.
Og tá ið hann sjálvur so eisini
hevði eitt vanlukkuligt val, stóð
fólkatingsessurin hjá Sambands
flokkinum ikki til at bjarga.
– Uppstillingin í Havnini var
ov veik og tað var ov vánaligt av
okkum, tí her búgva 20.000 fólk.
Høvdu vit havt eini trý, fýra val
evni afturat í høvuðsstaðnum,
haldi eg, at vit høvdu fingið so
frægt av atkvøðum afturat, at vit
høvdu varðveitt fólkatingssessin.
Tað er týðiligt, at tað var úrslitið
í Havn, sum koppaði okkum, tí til
Havnin kom, lógu vit væl fyri at
fáa fólkatingsmannin.
Hann vil kortini ikki geva løg
manni skyldina, tí hann heldur,
at hann gjørdi tað, hann kundi
gera. Men hann er eisini bundin
av heimliga politikkinum.
– Men vit skuldu havt stillað
onnur valevni upp í Havn, sigur
Edmund Joensen.
Hinvegin fegnast um, at sjálvur
hevði hann eitt kanónval við 2.416
atkvøðum, og tað er tað mesta,
hann nakrantíð hevur fingið.
– Tað nyttar einki at gremja seg
í politikki, men vit vóru ov stutt
hesa ferð, sigur hann.
Hann heldur eisini, at tað
hevur eydnast at Tjóðveldi at
skapa øsing um makrelmálið, og
at Føroyar vórðu boykottaðar, og
tað eydnaðist at reka veljarar á val
upp á tað málið.
Og hóast løgmaður fekk eitt
vanlukkuligt val, vil Edmund
Joensen ikki siga í kvøld, um
stundin er komin at flokkurin fær
ein nýggjan formann.
– Tað er ein spurningur, lands
fundurin avgerð.
Kunnu einki krevja
Einasti glotti, Edmund Joensen
sær í fólkatingsvalinum, er, at blái
blokkur í Danmark fekk meiri
lutan einsamallur. Tað merkir, at
hann er ikki bundin av vælvild úr
Føroyum.
– Sostatt er blái blokkur ikki
tvingaður til at ganga ynskinum
frá Tjóðveldi um eina føroyska
grundlóg, ella onnur fullveldismál,
á møti, sigur Edmund Joensen.
Hóast Edmund Joensen tapti
fólkatingsvalið, vil hann ikki siga,
at hann nú er liðugur í politikki.
– Eg eri komin upp í árini, men
heilsan er góð, so eg havi ikki tikið
støðu til, um eg stilli upp til løg
tingsvalið, sigur Edmund Joensen.
aki@sosialurin.fo
Vit mugu bara klára tað betri eina
aðru ferð, sigur Edmund Joensen, sum
setti met í atkvøðum – men tapti
Tað nyttar einki
at gremja seg
– Vit taptu Havnina, og tí taptu vit eisini valið, og
tað var ov vánaligt, heldur Edmund Joensen, sum
ikki longur er »okkara maður á Christiansborg«
á fólkating
Áki Bertholdsen
– Eg eri ómetaliga fegin um at hava
fingið eina so dygga álitisváttan.
Tað sigur nýggja stjørnuskotið
hjá Tjóðveldi, Magni Arge. Hann
kom mestsum burtur úr ongum og
stillaði upp til Fólkatingsvalið – og
fekk heilar 1082 atkvøður, og sostatt
er hann næstvaldur á listanum, bara
400 atkvøður eftir Høgna Hoydal.
Men at siga, at hann kom burtur
úr ongum, er kanska at taka munnin
nakað fullan, tí Magni Arge varð eisini
uppstillaður í 1988 og tá var hann
nummar fimm á listanum, og úrslitið
av tí var, at hann sat á tingi í nakrar
heilt fáar vikur í 1989, sum varamaður.
– Tað upplivilsið var so ræðuligt,
at gjørdi upp við meg sjálvan, at eg
skuldi aldrin upp í politikk aftur,
sigur Magni Arge.
Hinvegin sigur hann, at hann
hevur altíð havt ein brennandi áhuga
fyri at byggja land, so ístaðin fyri at
gera tað í politikki, hevur hann roynt
at gera tað í vinnulívinum.
– Og eg var so heppin at fáa álitis
størv, eitt nú sum formaður í Ferða
ráðnum, áðrenn eg fekk tilboð um at
verða stjóri í tjóðarflogfelag okkara,
og har var eg við lív og sál í næstan
19 ár.
– So hóast eg ikki havi gingið við
einum politikara í búkinum fyrrenn
nú í einar tríggjar vikur, haldi eg,
at veljarin hevur víst mær, at hann
hevur virðismett tað arbeiðið, eg
havi gjørt í eini 30 ár fyri at byggja
land á ymsum økjum, ikki minst í
Atlantsflogi.
Neyðugt skifti
Magni Arge sigur, at við teirri dyggu
undirtøku, hann hevur fingið kring
landið – eisini úr Vágum – heldur
hann, at fólk hava víst honum álit til
politiskt virksemi, og tað fer hann nú
undir við gleði.
Hóast hann fegnast um sítt egna
úrslit, er hann mest fegin um, at Tjóð
veldi varð størsti flokkur á valinum
og fekk fólkatingsmannin.
– Tað er neyðugt at fáa Tjóðveldi
á Fólkating at tala okkara søk og at
nýskipa viðurskiftini ímillum Før
oyar og Danmark, so at vit fáa størri
ræðisrættindi á okkara egnu viður
skiftum.
– Makrelorrustan, og ósemjan um
eina føroyska grundlóg, eru tvey dømi
um, hvussu skerd vit eru, tá ið okkara
áhugamál eru á skrá. Samstundis
hevur danska stjórnin víst, at hon
hevur størri trúfesti mótvegis ES,
enn hon er ímóti okkum, sigur hann.
– Tí mugu vit sjálvi reisa okkum
verja okkara áhugamál – og tað
gjørdu vit á valinum í gjár, sigur
Magni Arge.
Avloysari á Fólkatingi
Magni Arge er næstvaldur á listanum
hjá Tjóðveldi og sostatt verður tað
hann, sum fer at avloysa á fólkatingi.
Í Tjóðveldi hava tey fyribils av
talað, at ongin skal røkja sessin í bæði
Løgtingi og í Fólkatingi í senn, so tá ið
Høgni Hoydal er bundin av arbeiði í
Løgtinginum, verður tað Magni Arge,
sum verður fólkatingsmaður.
Hann sigur, at nú hann hevur
fingið so dygga undirtøku, liggur ein
skylda á honum at stilla upp á løg
tingsvalinum.
– So fái eg eina áheitan frá flokk
inum um at stilla upp á løgtingsval
inum, vænti eg, at eg taki av, sigur
Magni Arge.
Men eftir úrslitið á fólkatings
valinum, mann tað bara vera ein av
greiðsluspurningur …
aki@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen