Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015 SOSIALURIN 69 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 12 Færri ferðsluóhapp – men fleiri doyggja Síðani aldarskiftið er talið á ferðsluóhappum støðugt minkað, og færri fólk fáa skaða í óhappunum, men seinastu trý árini eru ræðandi nógv fólk deyð í ferðsluni EYÐUN KLAKSTEIN Seinastu trý árini eru 15 fólk deyð í ferðsluni, og tað er meira enn tríggjar ferðir so nógv sum tey trý árini frammanundan. Sæð yvir seinastu 10 árini vísa tølini eisini, at tað doyggja lutvíst nógv fleiri fólk í ferðsluni í Føroyum enn í okkara grannalondum. Hetta staðfestir árs­frá­ greiðingin hjá Landsverki. Frá miðskeiðis í nítiárunum og fram til 2007 vaks ferðslan í Føroyum nógv, og síðani hevur gongdin mest sum staðið í stað. Hóast ferðslan hesi 20 árini er vaksin munandi, er talið av skrásettum ferðsluóhappum verið alsamt minkandi. Í 2000 vóru umleið 1300 ferðsluóhapp skrásett í Føroyum, men síðani er talið støðugt minkað og í fjør var tað komið niður um 500 óhapp. Eisini talið fyri fólk, ið fáa skaða í ferðsluni, hevur verið minkandi, men hevur verið á nøkunlunda sama støði í nøkur ár. Nógv doyggja Framvegis er ferðsludeyðin eitt stórt vandamál í sam­ felagnum, og seinastu trý árini eru tølini ræðandi. Árini frá 2012 til 2014 doyðu 15 fólk í ferðsluni, og tað er skelkandi vøkstur sam­anborið við tey trý árini fram­man­ undan, tá ið 4 fólk doyðu. Tølini í Føroyum eru smá, og tí kunnu tey sveiggja nógv, men verður eitt miðaltal rokna fyri seinastu 10 árini fyri hvørjar 100.000 íbúgvar sæst, at í Føroyum eru 8 fólk deyð, meðan talið í Íslandi er heilt niðri á 1. Hini norðanlondini liggja millum 2 og 4 deyð fólk í ferðsluni fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. – Tað er torført at vísa á, hví deyðstalið í ferðsluni er so stórt í Føroyum í mun til í grannalondunum. Orsøkirnar kunnu vera nógvar. Tó kann við vissu sigast, at tað hevur nakað við samspælið millum bilførara, vegin og akfarið at gera. Tí er neyðugt, at nakað verður gjørt á øllum hesum økjum. Talan er um átøk innan økini: Lóggáva og revsing, eftirlit, vegaumhvørvið, akførini, upplýsing, upplæring, vitan og gransking, skrivar Landsverk í ársfrágreiðingini. Ferðslutrygdarætlanin, sum vísir á átøk, ið gerast kunnu, gongur út í ár. – Tí hevði verið ynskiligt við eini dagføring av ferðslu­ trygdarætlanini, har stungið verður út í kortið, hvussu vit røkka nullhugsjónini, og hvørji átøk eru mest umráðandi at fara undir at fremja, sigur Landsverk. 0 1 2 3 4 5 6 7 8 Lutvíst doyggja fleiri ferðir so nógv fólk í ferðsluni í Føroyum sum í okkara grannalondum (KELDA: LANDSVERK) Mest møgulig trygd fyri pengarnar Landsverk arbeiðir miðvíst við at gera vegirnar tryggari EYÐUN KLAKSTEIN Ferðslutrygd er samansett av nógvum viðurskiftum, og eitt av teimum eru vegirnir – ikki minst landsvegirnir, sum Landsverk hevur ábyrgdina av. Seinastu árini hevur játtanin til ferðslutrygdartiltøk verið umleið 7 milliónir krónur. – Játtanin verður raðfest soleiðis, at mest møgulig trygd fæst fyri pengarnar. Trygdartiltøk verða gjørd fyri at gera verandi vegakervið tryggari. Bæði tiltøk, ið minka um vandan fyri óhappum, og tiltøk, sum minka um avleiðingarnar av einum óhappi, skrivar Landsverk í ársfrágreiðingini. – Her kunnu nevnast trygdartiltøk, sum eitt nú at seta gøtuljós upp, at betra bilverjuna, at skelta og merkja vegirnar betur og at gera smáar umbyggingar á vegum og í vegamótum. Tað góða dømið Afturat trygdartiltøkunum verða eisini aðrar íløgur á fíggjarlógini raðfestar til verkætlanir, ið betra trygdina. Tá er vanliga talan um størri umbyggingar av vegum og vegamótum. Sum dømi kann nevnast vegamótið við Sjógv í Kollafirði, sum varð umbygt í 2013–14. Landsverk vísir í árs­frá­ greiðingini á, hvussu hendan umbygging hevur bøtt munandi um ferðslutrygdina. Endamálið við at kana­ li­sera vegamótið við Sjógv í Kollafirði og gera eina vinstrasnaringarbreyt til bil­arnar vestanífrá, sum skulu inn til Kollafjarðar, var at betra ferðslutrygdina í vegamótinum. Í sjálvum vegamótinum eru hend nógv óhapp, eisini við fólkaskaða. Ferðin á landsvegnum var, hóast hámarksferðin tá var 80 km/t, sum oftast ov høg, og oftani vóru yvir­ hálingar gjørdar í sjálvum vegamótinum. Landsverk vísir á, at hagtøl frá politinum vísa, at í einum tíðarskeiði á fimm ár vóru 9 óhapp skrásett. Eisini vísa hagtølini, at 22 bilar vóru tiknir fyri at koyra millum 104–138 km/t, meðan 15 bilar eru tiknir fyri at yvirhála í vegamótinum. Avgjørt varð at seta ferðmarkið til 60 km/t og at kanalisera vegamótið við fysiskum oyggjum á landsvegnum. Hetta varð gjørt, fyri at tey ferðandi betur skulu varnast vegamótið. Norðurlendskar kann­ ing­ar vísa, at tað betrar um ferðslu trygdina at seta hámarksferðina niður í vegamótum. Við at seta ferðina niður frá 80 til 60 km/t, fellur miðalferðin við 7,5 km/t, og talið av deyðum fellur við 36 prosentum og álvarsliga skaddum við 26 prosentum. Eisini vísa hesar kanningar, at vinstrasnaringarbreytir við oyggjum í vegamótum minka um talið av óhappum við persónskaða við 27 prosentum, meðan ein vin­ strasnaringarbreyt uttan fysiskar oyggjar setir talið av óhappum við persónskaða niður við 19 prosentum. – Nú, hálvtannað ár eftir, at trygdartiltakið varð gjørt við Sjógv í Kollafirði, eru ongi óhapp á staðnum skrásett hjá politinum. Trygdartiltøk av hesum slagi eru sostatt við til at føra okkum inn á røttu leið ímóti null-hugsjónini, sigur Landsverk.