fríggjadagur 19. juni 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015
SOSIALURIN 69
13
Langur vegur til
null-hugsjónina
Ferðslutrygd saknar eina havarínevnd, sum kundi staðfest orsøkir til ferðsluvanlukkur
EYÐUN KLAKSTEIN
Tølini fyri ferðsludeyða í
Føroyum eru sera óhugaligur
lesnaður
–
bæði
hjá
vanligum borgarum og hjá
felagsskapinum Ferðslutrygd.
– Vit mugu staðfesta, at
tað er langur vegur til null-
hugsjónina, sum vit øll arbeiða
fram ímóti, sigur Brynhild
Høgnadóttir, sum er leiðari
fyri Ferðslutrygd.
Nógvir partar eru við
í arbeiðnum fyri størri
ferðslutrygd, og ein av týðandi
spælarunum er Ferðslutrygd,
sum serliga arbeiðir við
upplýsing,
áminningum
og átøkum til frama fyri
ferðslutrygd.
– Samanberingin við
okkara grannalond vísir,
at tað doyggja nógv fleiri
fólk í ferðsluni í Føroyum
enn aðrastaðni, og vit mugu
áhaldandi arbeiða fyri at
fáa talið niður. Málið er, at
eingin skal doyggja ella fáa
álvarsligan skaða í ferðsluni,
sigur Brynhild Høgnadóttir.
Havarínevnd
Ferðslutrygd hevur áður
víst á tað, og tey endurtaka
tað gjarna, at tey sakna eina
havarínevnd, sum kannar
ferðsluvanlukkur í Føroyum.
– Løgreglan ger sjálvandi
sínar kanningar, og ofta kunnu
tey staðfesta orsøkina til eina
vanlukku, men tað er ikki tað
sama sum ein havarínevnd,
sum kann fara í dýbdina við
kanningunum,
staðfesta
orsøkir, gera neyðug hagtøl,
og harvið verða við til at skapa
grundarlag fyri átøkum, sigur
Brynhild Høgnadóttir.
– Í løtuni kunnu vit ikki
staðfesta, hvørjar orsøkirnar
eru til ferðsluvanlukkurnar.
Kanningar aðrastaðni vísa, at
ov nógv ferð er partur av 40
prosentum av ferðslu–van–
lukkunum, og rúsdrekka
stendur fyri 20-25 prosentum,
men herheima kunnu vit ikki
veruliga staðfesta hesi tøl, tí
vit hava ikki neyvar kanningar
av ferðsluvanlukkunum, sigur
leiðarin fyri Ferðslutrygd.
Sagt verður, at í 90 prosent
um av førunum eru menn
iskjalig mistøk orsøkin til
vanlukkurnar. Í hinum før
unum eru tað aðrar umstøður
– bilurin ella vegurin til dømis.
Samspæl
Leiðarin í Ferðslutrygd stað
festir, at neyðugt er við
áhaldandi og nýggjum átøkum
til frama fyri ferðslutrygdini í
Føroyum.
– Tað eru nógvir aktørar,
sum allir virka fyri ferðslu
trygd. Vit í Ferðslutrygd eru
partur av arbeiðnum við til
dømis upplýsing, átøkum og
frálærutilfari, men nógv onnur
taka eisini lut í hesum arbeiði,
og vit skulu framhaldandi
arbeiða fram ímóti at náa
null-hugsjónini, sigur Brynhild
Høgnadóttir.