fríggjadagur 19. juni 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015
SOSIALURIN 69
14
JÁKUP MØRK
“Bláa húsið – Bláa húsið!”
Tað var einki at fara skeivur av, at
tað vóru løgini hjá teimum báðum,
Debess & Petersen, sum fólk vildu
hoyra hetta kvøldið. Konsertin
tveimum Debess og trimum øðrum
tónlistarligum flogvitum var av, men
enn var tíð til eitt eykalag, og her
fingu teir á pallinum greitt at vita,
hvat lag talan skuldi verða um.
Jú, lagið var av tí besta á
Reinsarínum seinasta leygarkvøld.
Gaman í framdi fótbóltslandslið
okkara eitt bragd á Tórsvølli um sama
mundið, men tað fekk nú ongan at
setast aftur til konsertina, ið var
skipað sum eitt minni yvir teimum
báðum útgávunum, sum Debess &
Petersen góvu út tíðliga í 70’unum.
Hetta við árstalinum endur-
speglaðist eisini á meðalaldrinum
hjá teimum, sum sótu á áhoyrara-
plássunum. Størsti parturin hoyrdi
til ættarliðið, sum hevði sín ungdóm
tíðliga í 70’unum, tó at nøkur
yngri – helst umhvørvisdálkað av
tónleikinum frá eldru systkjunum –
eisini vóru at síggja.
Nostalgi-trip
Skal tað sigast heilt stutt, so fekk
áhoyrarin júst tað, sum roknast
kundi við. Eitt satt nostalgi-trip,
har teir seks sangirnir, sum vóru á
útgávunum vórðu framførdir í mest
sum perfektari upprunaútseting.
Men tú fekst nú eisini so øgiliga
nógv meira enn tað. Átta sangir –
tíggju um tú vilt - sum enntá í fleiri
førum teljast millum teir heilt stuttu,
kunnu sjálvandi ikki fylla eina heila
konsert út. Fyriskipararnir høvdu
tí valt at skipa konsertina soleiðis,
at fólk líkasum vórðu hitað upp
við nærum hálvaldargomlum
samtíðartónum frá the Beatles,
Rolling Stones og øðrum við fyrra
partin av konsertini. Rúm var tó
eisini fyri meira enn bara vanligum
álvarsemi, tá Edvard Nyholm Debess
hevði eina hjartanemandi framførslu
av lagi, sum hann hevði skriva til
deyða bróður sín.
Eftir steðgin varð lagt fyri við Bláa
húsinum, og tó at okkurt fremmant
lag afturat sníkti seg uppí, so vóru
tað nú løttu, skemtiligu men eisini
í álvarsemi speirekandi løgini hjá
teimum báðum høvuðspersónunum,
sum kvøldið snúi seg um.
Eitt er, at talan her er um nakrar
av størstu tónlistargripunum, sum
føroyska samfelagið eigur. Mest sum
uttan undantak eru løgini vorðin
fólkaogn, og fjøldin tók sjálvandi
bæði hart og væl undir við tí, sum
sungið varð um.
Úrmælingar
Annað er, at pallurin mest sum
stóð til at bresta við tónlistarligum
úrmælingum. Á ljóðførinum duga
teir allir sítt handverk til lítar, og
samspælið millum røddirnar var ikki
bara gott – men frálíkt.
Púra náttúrliga áttu teir báðir,
Edvard Nyholm og Uni Debess hvør
sítt heiðurspláss á pallinum. Edvard
hevði støðugt bassin í tryggum
hondum, og røddin var framúr væl
pussað til høvið.
Sum frontmaður í meira enn
einum bólki hevur Uni í fleiri ár
prógvað sínar framúr gávur, og sum
annar av guitarspælarunum hevði
hann heilt sentralan leiklut. Ein
leiklut, sum hann eisini kryddaði
við framúr rødd síni og smærri
millumspælum á øðrum ljóðførum.
wImponerandi var eisini at síggja
og hoyra Benjamin Petersen, sum
eisini hevði kassaguitara við sær á
pallinum. Spæl hansara var beint
út sagt framúrskarandi. Og hóast
hansara Petersen ikki hevur nakað
við Debess & Petersen at gera, so
var eyðsýnt, at hann treivst í teirra
tónauniversi.
Tað gjørdu teir báðir, Ólavur
Olsen og Finnur Hansen, eisini sum
ávíkavist blásari og klaverspælari.
Finnur hevði eisini eina lítla
eykauppgávu, tá hann í “Heit er
náttin” spældi skurrandi brotið av
Love me Tender umvegis ein pod, ið
varð hildin nær mikrofonini.
Júst hetta var eisini við til at
undirstrika, hvussu nær framførslan
helt seg at orginalu útsetingunum.
Her var talan um at endurskapa eina
framførslu, sum ongantíð áður hevur
verið á palli. Nøkur løg, sum bert eru
at finna á tveimum fyri langari tíð
síðani útseldum vinyl-útgávum, men
sum samstundis hava livað sítt fríska
lív manna millum.
Tað var hetta, sum fólkið á
Reinsarínum vildi hava, og tað var
hetta, sum tey fingu. So vertin á, at
ein fótbóltslandsdystur varð spældur
um sama mundið. Landsdystir
kunnu væl saktans altíð upplivast
onkra aðraferð.
UMMÆLI
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015
14
UMMÆLI
BAKKAÐU 40 ÁR
Í TVEIR TÍMAR
Nostalgisku kenslurnar fingu frítt spæl, tá minniskort fyri útgávunum
hjá Debess & Petersen varð hildin á Reinsarínum. Áhoyrararnir fingu
júst tað, sum tey komu eftir, og tað var eisini alla tíðina ætlanin
Teir tríggir frontmenninir høvdu eina kanón-framførslu, har tað eisini var eyðsæð, at teir stórtrivust
í tónaheiminum hjá Debess & Petersen. Frá vinstru eru tað Benjamin, Uni og Per
MYND: ANFINNUR N. DEBESS