Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015 SOSIALURIN 69 15 Tá umræður at dokumentera før oyska tónleikasøgu, er Suni Merkistein millum fremstu føroysku nøvnini. “Minnist tú enn” gjørdist satt sjónvarpshitt, sum síðani er útgivið á DVD, og eisini hevði hann tíðliga í 90’unum útvarpssending um Kára P. Tí hevur hann betri innlit enn tey flestu, um peikast skal á, hví júst tær báðar útgávurnar hjá Debess & Petersen hava vunnið sær tann status, sum tær hava. Men fyri tað dugir hann ikki at geva eitt einfalt svar upp á tann spurningin. – Spurningurin er áhugaverdur, tí sjálvandi er tað ein orsøk til, at hetta enn stendur so sterkt. Tú kanst valla fara í veitslu, uttan at onkur teirra er at finna í sangheftinum, og tað er eitt greitt tekin um, at løgini framvegis liva sítt fríska lív, heldur Suni. – Tað er eisini áhugavert, at talan er um tvær sera ymiskar útgávur. Fyrra plátan ber dám av einfaldum ungdómskæti, á hinari seinnu eru sangirnir meira búnir, her merkist eitt eksistensielt tilvit. Tónleikabúnin er eisini fjølbroyttari og meira arrangeraður á seinnu plátuni. – Duettsangurin hjá Kára og Per er eisini ein kraft í sjálvum sær. Teir hava góðan samfeldan klang, bæði tá ið teir syngja unisont og tvístemt. Báðir syngja høgt og reint - og beint í hjartað á fólki. – Tú skalt minnast til, at hetta var í eini tíð, har útgávurnar ikki vóru so nógvar. Hetta var skylt við píkatráðtónleikin, sum var nógv frammi um hetta mundið. Í so máta er talan um ekkó av seksti áratónleikinum, men fólka- tónleikarákið er eisini týðilig. Donovan og Bob Dylan spøkja onkrastaðni. Talan hevur tí verið um eitt frískt lot inn á føroyska tónleikapallin, og løgini raka eisini plett í tíðarrákinum. Teir provokera etableraða samfelagið, sum tá var, og tað hevur sjálvandi appelerað til ungdómin. – Ikki minni týðandi er, at teir sungu á føroyskum. Hetta var tann tíðin, tá ið rokk- og popplýrikkurin var fullkomiliga anglifiseraður - sum hann fyri so vítt framvegis er. Men hesir gingu beint ímóti tíðarrákinum og sungu á móðurmálinum. Tað gjørdi pláturnar eksklusivari og meira viðkomandi hjá ungdóminum, tí tær drukna ikki í mongdini av øllum hinum. Vit høvdu neyvan sungið sangirnar enn, um teir høvdu verið á enskum. – Og so er eisini eitt slag av loyndarmáli – mystikki, um tú vilt – kring hesar útgávurnar. Tær vórðu tíðliga útseldar, og tær hava ikki verið at fáa aftur. Vit vita ikki reiðiliga, hvør hevur skrivað hvat, og ofta verður gitt, um sangirnir endurspegla ítøkiligar hendingar, ella um talan bara er um íspunnar yrkingar. Teir hava ongantíð verið framførdir á palli fyrr enn nú, og meðan fólkið alt fyri eitt tók tónleikin til sín, tóktust høvundarnir sjálvir ikki vilja gera tað stóra burturúr, heldur Suni, sum tó eisini slær fast, at dygdin er avgerandi. – Tekstirnir eru framúr væl skrivaðir, og hóast teir raka tíðarrákið fyri 40 árum síðani, so eru teir framvegis aktuellir, so fólk í dag eisini síggja sín egna samleika aftur. Løgini eru løtt og fangandi, og samanlagt hevur hetta givið dygdina, sum skuldi til fyri at laða ein slíkan varða, sigur Suni Merkistein. -MØRK Rein plettskot Edvard Nyholm Debess, sum her sæst við bróðursoninum, Una, framførdi hjartanemandi yrking um farna bróður sín MYND: ANFINNUR N. DEBESS Byrjaði við tárum Hóast tað vóru sangirnir frá Debess & Petersen, sum vóru á breddanum, so byrjaði konsertin á Reinsarínum við einum sangi um Debess. Per Debess er ikki millum okkara meira, og til minnis um beiggja sín framførdu Edvard Nyholm Debess eitt lag, sum hann hevði skrivað til eldra beiggjan. Fyrstu løtuna blundandi, og síðani við reyðum eygum leiddi Edvard áhoyrararnar ígjøgnum hesa kenslubornu løtuna, og tað var nú ikki bara sangarin sjálvur, sum hevði tár í eygunum hesa løtuna. Vit endurgeva her tekstin, sum Edvard hevur skrivað. Bróðir Tá regni oysir uppifrá og dýggjvátur eg liggi og hyggi at dropunum sum falla eg hugsi um ein vin sum eg ikki longur síggi hann er her ikki við mær men er tó ikki langt av veg hann bara ikki vísir seg beint hinumeðna hornið hvørki á kvøldið ella morgni men av og á hann heilsar uppá og vitar hvussu gongst spyr um mammu og pápa og hini og um vit hava longst havi tað so gott tað havi eg vit skulu øll sama veg onkunstaðni hittast vit aftur tú og tit og eg nú lívið var búgvið tú loysnaði frá og slepti tí taki sum helt tær uppfrá men tú náddi tó at seta nýggjar urtir tí ert tú jú slett ikki burtur tú ert ikki vekk tú ert bara farin og sólin tendrar ein nýggjan dag tú ert ikki vekk tú ert bara farin har tað altíð er fløtt har tíðin altíð er búgvin og tit sova so søtt har altíð er friður og har alt kennist gott har einglarnir balla teg trygt hvørja einastu nátt har einglarnir balla . . . . .