fríggjadagur 19. juni 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juni 2015
sosialurin 69
16
Føroysk telduspøl
tema
Telduspælídnaður
Norður-
lond eru
væl við
Telduspælídnaðurin hevur gjørt risalop
seinastu árini og í norðurlondum er túsunda
tals nýggj arbeiðspláss skapt í hesi vinnuni
Danjal av Rana
S
agt verður, at tilsamans
verða 369 milliardir krónur
brúktar upp á telduspøl
kring heimin, og at samlaði
telduspælídnaðurin er verdur 600
milliardir um árið, tvær ferðir so
stórur sum altjóða filmsídnaðurin.
Miðalaldurin á teimum, ið spæla
telduspøl er alsamt vaksandi, og nú
verður mett, at miðal telduspælarin
í USA er ein 33 ára gamal maður. 33
ára gamlir menn verða mettir at vera
keypssterkir, og tí er hetta ein lokk
andi marknaður at gerast partur av.
– Vit liva ikki av makreli eina, segði
Petur Zachariassen á tiltakinum
Telduspøl í Føroyum í 20012, sum
setti ferð á arbeiðið við at menna eina
telduspælvinnu í Føroyum.
Telduspøl er ein stór vinna í støð
ugum vøkstri, og seinni árini eru fólk
farin at spæla alsamt meiri, á telduni,
á telefonini, á teldlum og á spæl
støðum, og alsamt meiri pengingur
verður nýttur til telduspøl.
Í grannalondum okkara hevur
tað eydnast at framleiða telduspøl,
sum gera seg galdandi á altjóða
marknaðinum. Finska Angry Birds
er kanska kendasta spælið. Síðani
Angry Birds hjá spælfyritøkuni
Rovio kom á marknaðin í 2009, er
finski telduspælídnaðurin voksin úr
649 milliónum krónum í umsetningi
í 2009 til 13,4 milliardir krónur í 2014,
meðan talið á arbeiðsplássum í vinn
uni er voksið úr 1120 størvum til 2500
størv í sama tíðarskeiði.
Umframt Angry Birds, sum longu í
januar 2014 var tikið niður av netinum
yvir tvær milliardir ferðir, hava finnar
eisini, gjøgnum spælfyritøkuna
Remedy, ment Max Payne-spølini.
Íslenska spælfyritøkan CCP hev
ur ment EVE online, sum er eitt
av heimsins størstu fleirspælara
spølum.
Noreg hevur vælsignað heimin
við fartelefonspælinum Wordfeud,
umframt at spælfyritøkan Funcom
hevur gjørt spøl sum Age of Conan
og The Secret World. Danska spæl
fyritøkan IO Interactive hevur ment
spælið Hitman, meðan sviar hava
givið okkum spøl sum Battlefield
og ikki minst Minecraft og Candy
Crush. Svenski spælídnaðurin hevði
ein umsetning á 5,6 milliardir krónur
í 2013, starvsfólkatalið vaks við 29
prosentum, meðan talið á kvinnum
í vinnuni vaks við 38 prosentum. Í
Danmark starvaðust í 2012 728 fólk í
telduspælídnaðinum, umsetningurin
var 598 milliónir krónur, meðan út
flutningsvirði av donskum teldu
spølum var 415 milliónir krónur,
nærum tvífalt so nógv sum árið
fyri.
Við øðrum orðum hevur teldu
ídnaðurin í norðurlondum við jøvn
Á FT GameJam í
ár komu fimm spøl
burtur úr. Vinnarin
gjørdist Green Team,
ið mennir spælið
Wormsteak
Wormsteak
Søgan í Wormsteak er, at nakrir
ormar liva í einum búffi, sum
onkur etur. Tú stýrir ormunum,
sum nú skulu yvirliva og koma
ígjøgnum eitt fíggindaligt
umhvørvi í maganum á tí, sum
hevur etið ormin. Stríð tín veg gjøgnum mannakroppin
og alla hans óndu órinsverju, so sum bakteriur, ið
drepa sníkar, sýru, og aðrar forðingar, ið royna at
steðga framgongdini hjá slíkum sníkum sum ormum.
Tú, tað vil siga, ormarnir, hava tó bara eitt endamál –
at sleppa út úr kroppinum skjótast gjørligt.
What Now, Teddy
Lítli Timmy vaknar og uppdagar
skjótt, at hann ikki longur er
heima. Ella tað vil siga, hann er
heima, men er vorðin umbýttur
av huldufólki, ið hava tikið hann
við sær inn í eina aðra verð,
meinlík hansara egnu. Gjøgnum spegl sær hann inn í
sína egnu verð, síni foreldur, sítt heim, men eisini um
býtisbarnið, sum hermir eftir honum, men hevur tikið
hansara pláss. Timmy má nú royna at finna leið sína
heim aftur, alt meðan hann krógvar seg fyri huldu
fólkunum, ið hava tikið hann.
Fimm føroysk telduspøl
Vit liva ikki av
makreli eina«
Petur Zachariassen