Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juni 2015 sosialurin 69 17 Danjal av Rana Í FT GameJam fáa fólk 48 tímar at gera eitt telduspæl. Tey, ið melda seg til, verða sett saman í bólkar, sum so skulu samstarva um at gera søguna í spæl­inum. Allir bólkarnir skulu so gera hvør sítt spæl, bygd á sama evni. Ymiskir førleikar og eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl. For­ritarar, søguskrivarar, teknarar, mál­arar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu øll eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. 120 fólk møttu til fyrsta FT GameJam, ið var í 2013, har av luttóku 40 teirra í verkstovunum. Í ár var FT GameJam fyri triðju ferð, og hesaferð vóru 50 luttakarar. Fimm bólkar vóru skipaðir og eftir 48 tímar høvdu allir bólkarnir ment hvør sítt telduspæl. FT GameJam Føroyar kom upp í lag eftir eitt tiltak, sum MFS skipaði fyri í 2012, undir heitinum Telduspøl í Føroyum? Hetta tiltakið vísti, at stór­ ur áhugi var fyri at gera telduspøl í Føroyum, og tí varð avgjørt at skipa fyri einum GameJam í Føroyum, fyri at geva teimum, ið høvdu hug at fara til verka, karmarnar til tess. Við at seta fólk við ymiskum førleikum sam­an, verða tey sett í samband við onnur, sum kunnu hjálpa teimum við øðrum pørtum av spælinum og skapa eina betri heildarmynd. FT GameJam Føroyar er partur av einum størri tiltaki, sum kallast Global GameJam. Í 2014 vóru 23.198 luttakarar í 488 støðum og í 72 londum kring heimin, sum luttóku á Global GameJam, og vórðu fleiri enn 4.000 telduspøl gjørd hetta viku­ skifti. FT GameJam byrjar oftast við, at onkur hevur nøkur kveikjandi orð at bera luttakarunum, sum síðani verða deildir í ymisku bólkarnar. Eitt høvuðsevni er til hvørt GameJam, sum allir bólkarnir skulu taka út­ gangs­støði úr. Síðani er tað upp til hvønn einstakan bólk at gera søg­una handan spælið, at byggja spæl­bygnaðin, forrita, tekna, leggja ljóð og tónleik til, og at enda vísa eitt liðugt spæl fyri hinum luttakarunum. Til tess krevst eitt fjøl­broytt toymi, við evnum innan ymisk øki, fyri at skapa eina heild. Sjálvandi er ikki gjørligt at gera eitt liðugt spæl upp á 48 tímar, tað er heldur ikki endamálið. Vónin er tó, at hvør bólkur hevur ment eitt grund­ snið, sum tað er møguligt at arbeiða víðari við, og júst hetta megnaðu allir fimm bólkarnir undir FT GameJam 2015. Fyribils eru tað tó bert tveir av bólkunum, ið hava arbeitt víðari við spælinum, men úrslitið er, at bæði Wormsteak, ið varð kosið besta spælið á FT GameJam 2015 og What Now, Teddy, verða útgivin sum egin spøl seinni í ár. danjal@sosialurin.fo Á temasíðunum í Sosialinum í dag seta vit sjóneykuna á føroysk telduspøl. Saman við Íverksetarahúsinum virka ung fólk fyri at fáa á føtur eina telduspælvinnu í Føroyum, og Vinnuframi hevur júst játtað 200.000 krónur til tvey føroysk telduspøl, sum koma á marknaðin seinni í ár. Telduspælídnaðurin hevur gjørt risalop seinastu árini, men kunnu føroyingar sleppa upp í part? Tipper & Beast Tipper og Beast doyggja og fara yvirum, men tað fer kalt niður eftir ryggunum á teimum, tá teir síggja, at teir eru endaður í Himli, og ikki í helviti, sum teir høvdu væntað. Sært tú, teir eru nevniliga djevlar. Himmalin er kátur, giggutur og løgin – teir hata at vera har. Jú longri teir steðga, jú meiri óúthaldiligt gert tað at vera verandi, og teir avgera tí at bróta út úr Himli. Um nakar nakrantíð segði, at tað var torført at sleppa til Himmals, so skuldu tey roynt at sloppið sær úr Himli! Leprechaun Mayhem Leprechaun Mayhem er staðsett í eini lítlari vættrabygd. Ein dagin kemur ein flogsteinur við beinari kós móti bygdini. Allir vættrarnir fella í fátt, uttan tveir, Cian and Maeve, sum seta sær fyri at flyta alt gull teirra, sum liggur spjatt runt í býnum, aftur til smáttu síni, áðrenn flogsteinurin rakar bygdina. 404 Error 404; Ein villa er hend, meðan tú royndi at fáa samband við alnetið. Hetta kann standast av, at alnetið, tú roynir at fáa samband við, ikki hevur samband við sama IP-servara, sum tú ert á; beinarin er ikki íbundin ella hevur veik bákn; ella at onkur hevur stolið alnetið. Fyri at loysa trupulleikan, mást tú gera hetta: Far út, finn hann, ið stjól alnetið, og fá tað heim aftur. um millumbilum ment spøl, ið hava berg­ tikið allan heimin. Gamingvinnan, sum tað vanliga verður kallað, er sera stór, men Føroyar gera seg als ikki galdandi á hesum øki – enn. Fyrstu fetini eru tó tikin til at broyta hetta. Íverksetarahúsið hevur seinastu árini, stuðlað av Føroya Tele, arbeitt við at fáa á føtur eina føroyska telduspælvinnu, og í farna mánað eydnaðist tveimum toymum, ið ar­beiða við hvør sínum telduspæli, at fáa stuðul úr Vinnuframagrunn­ inum. Íverksetarahúsið hevur sein­astu tíðina ferð eftir ferð ført fram, at før­oy­ingar uttan iva kunnu gera seg galdandi á gamingmarknaðinum, men at hetta sum vera man krevur orku og fígging. At gera telduspæl er ein av eyðkendu vinnugreinunum í hesi nýggju kt-øldini, sum millum annað er sermerkt á tann hátt, at ein ikki er landafrøðiliga bundin at ávís­um økjum. Tí vil frástøðan, sum Føroyar annars ofta líða undir, ikki vera eins stór forðing. Tøknin ger tað alsamt lættari hjá okkum at keypa telduspøl frá einum lítlum fram­leiðara úr hinum endanum á heim­inum, og tískil kappast Føroyar nær­um á jøvnum føti við restina av heim­inum á telduspælmarknaðinum. 48 tímar at gera eitt telduspæl Tvey av spølunum frá FT GameJam 2015 verða útgivin sum egin spøl seinni í ár FT GameJam hevur hvørt ár verið hildið í Klingruni, høvuðs­ sætinum hjá Føroya Tele Meir um evnið á næstu síðu Tíggindi hvør persónur á lívi hevur spælt eitt svenskt telduspæl Myndir: FT GameJam