Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juni 2015 sosialurin 69 18 tema Føroysk telduspøl At gera spælið er helvtin av arbeiðinum House on Fire, fyritøkan hjá unga havna­manninum Una Dahl, hevur veitt arbeiði til Cartoon Network, Scooby-Doo og Tom & Jerry Danjal av Rana U ngi havnamaðurin Uni Dahl, stovnari og stjóri á fyri­tøkuni House on Fire, hevur gjørt dreym­ in til veruleika og livir av at gera teldu­spøl. Fyrr í ár var hann gestur á Spælsmiðjuni í Havn og legði før­ oysku telduspælskaparunum lag á. Uni Dahl heldur, at Íverksetara­ húsið hevur fingið fatur á rætta endanum við at skipa fyri GameJam, og hann luttók sjálvur á FT GameJam í 2014. – GameJam er eitt frálíkt tiltak, tí tað ger, at nógv ymisk fólk møtast, sum annars kanska høvdu sitið hvør í sínum lag og arbeitt við onkrum. Skal ein vinna fram við síni vøru, so má ein hava røttu fólkini runt seg. GameJam ger tað møguligt at finna tey, sum eru áhugað og so seta tey í gongd, sigur hann. Uni Dahl byrjaði sjálvur at gera telduspæl sum ungur drongur, tá hann fekk ein Commodore 128 í gávu. Meðan vinmenninir spældu spøl á teirra teldum, fall áhugin hjá Una á at gera spøl. Íðin sat hann og trýsti á knøttarnar og bergtikin varð hann, tá linjurnar, hann hevði skrivað, gjørdust til myndir og spøl á skíggj­anum. Uni tók eina stutta útbúgving sum teldustøðingur á Handilsskúlanum í Havn, áðrenn hann fór til Danmarkar at lesa víðari. Hann gjørdist liðugur í 2008, men tá varð fíggjarkreppa, so hann fekk ikki starv fyrr enn í 2009. Ein má tora at satsa Eftir eitt ár í eini danskari spæl­fyri­ tøku kom Uni Dahl til ta niðurstøðu, at hann heldur vildi arbeiða fyri seg sjálvan. Um sama mundi varð spæl­fyritøkan, sum dama hansara ar­beiddi á, niðurløgd, og tí lá alt til rættis fyri, at tey kundu seta á stovn spæl­fyritøkuna House on Fire í 2011. House on Fire hevur nú ment trý sjálv­støðug spøl, har av tað best um­ tókta, The Silent Age, er tikið niður yvir átta milliónir ferðir. Telduspælmarknaðurin er broytt­ ur nógv seinastu árini. Spøl til far­tele­ fonir og teldlar fylla alsamt meiri av marknaðinum, samstundis sum miðal­aldurin á teimum, ið spæla teldu­spøl, veksur. – Telduspæl eru vorðin nógv bíligari at gera enn áður, sigur Uni Dahl og vísir millum annað á, at nógv av teimum forritum, ið verða nýtt at gera spøl við, eru ókeypis. – Vansin við tí er tó, at nú eru nógv fleiri um boðið, so tað er nógv verri at bróta ígjøgnum úr mongdini og nógv færri pengar í tí. Tó so, um tú brádliga brýtur ígjøgnum, kann tað gerast sera lønandi, sigur hann. Netverkan er lykilin Uni Dahl sigur, at hóast hann byrjaði við forritan, so ger hann lítið av tí, nú hann er stjóri í fyritøkuni. – Nú er tað nokk so nógv netverkan, sum stendur á dagsskránni. At gera telduspælið er bara helvtina av ar­ beið­inum. Hina helvtina, bæði av tíð og ikki minst av pengum, mást tú brúka til marknaðarføring, til at selja teg sjálvan og spælið, greiðir hann frá. Hann sigur, at spælheimurin í stóran mun verður stýrdur av sokallaðum gate-keepers, ella duravørðum. Tað eru hesir, ofta umboð fyri Goggle, Apple og Steam, sum avgera, hvør sleppur fram at og hvør dettur niður ímillum. – Tað vil siga, at ein má læra hesi fólkini at kenna, og so vóna, at teim­ um dámar tað, tey hava at bjóða, sigur Uni Dahl. Hetta er samstundis ein av orsøk­ unum til, at Uni Dahl enn ikki er flutt­ ur aftur til Føroya. – Tað kostar ov nógv at vera ein virkin luttakari í allari netverkan, um ein er í Føroyum. Nógv netverkan gong­ur fyri seg á smærri og størri til­tøkum ymsa staðni í landinum, í heim­inum, á minni veitslum í bý­num og so framvegis. Tað er týdningar­ mikið at vera til staðar og møta fólki, nakað, sum hevði verið torført, um ein hevði havt fastan bústað í Føroy­ um, sigur hann. Bæði fram­leið­ arar og leik­ stjórar av filmum hava sett seg í samband við House on Fire, við tí fyri eygað, at keypa rættindini The Silent Age Uni Dahl