Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juni 2015 sosialurin 69 19 Spølini hjá House on Fire Neon Zone Neon Zone er eitt einfalt spæl, har einfald skap gerast avbjóðandi putlispøl. Neon Zone er ein sonevndur brainteaser, ella heilaplágari, bygdur á náttúrulógirnar, har veggir gerast gólv, um tú snarar telefonini. Endamálið er einfalt. Flyt blokkin og fanga allar orkukeldurnar, fyri at koma víðari til næsta stig. Blokkin flytir tú við at snara telefonini ella trýsta á hana, fyri at fáa blokkin at hoppa upp á næstu hædd, samstundis sum tú mást ansa tær, at tú ikki dettur niður. Neon Zone er gjørt til eina tak-upp-og-spæl uppliving, sum merkir, at tú kanst spæla tað, um tú hevur 30 sekund ella ein tíma. The Silent Age Hjálp Joe, sum hann ferðast millum 1972 og tí apokalyptisku framtíðina í 2012, fyri at finna sannleikan handan týning menniskjans – ein uppgáva, sum honum varð litin upp í hendur av einum doyggjandi manni úr framtíðini. Nýt títt tíðarferðingarakfar og loys loyndarmál, sum føra teg nærri einum svari og bjarging mannaættarinnar. Silent Age vann virðislønina Casual Connect Indie Prize og varð heiðrað fyri sína djúpu søgu, vitugu loyndar­mál, einfaldu stýring og ser­merkta stíl. Kanst tú, ein ein­faldur húsavørður, bjarga manna­ ættini? The Silent Age fæst á Steam til bæði PC og Mac, umframt til allar fartelefonir og teldlar Neon Zone fæst til bæði Android og iPhone-telefonir Spælsmiðjan ger munin Uni Dahl metir tó, at møguleikarnir at menna eina spælvinnu í Føroyum eru góðir og er fegin um, at Spælsmiðjan er komin á føtur. – Um ein vil koma víðari við spælmenning, so má ein satsa, ein má taka nakrar kjansir. Tá er gott, at kunna hava eitt umhvørvi aftan fyri seg, sum kann stuðla sær, sigur hann. Hann sigur seg ikki ivast í, at tað eru nokk av evnaríkum fólkum í land­ inum, men avbjóðingin er at finna tey og seta tey saman. Í so máta eru FT GameJam og Spælsmiðjan sera kær­ komin amboð. Uni Dahl væntar, at tað serliga eru spøl til fartelefonir, ið fara at gera um seg komandi árini, men tó eru teldu­ spølini til vanligar teldur als ikki deyð enn, heldur hann. – Spølini eru grunnleggjandi so ymisk og nøkta ymiskar tørvir, at pláss er fyri báðum sløgum av spøl­ um, sigur hann og vísir á, at Silent Age, sum upprunaliga var eitt spæl til fartelefonir, nú eisini er at fáa sum spæl til teldur. Spælið er ikki júst hitt sama, av tí at pallurin, sum spøl til teldur byggja á, gevur so nógv fríari ræsur, enn pallurin til fartelefonspøl. Tó er talan í allar mátar um sama spæl. Broytingarnar eru tó, at grafikk­ urin og ljóðið er vorðið so ómetliga nógv betri í telduútgávuni enn á far­ tele­fonútgávuni. Hava fingið okkara gjøgnumbrot The Silent Age er um Joe, sum skal bjarga heiminum frá einari apoka­ lypsu. Spælið er eitt sokallað peika- og-trýst spæl, har gátur spæla ein stóran leiklut í tíni roynd at bjarga manna­ættini frá týning. – Styrkin í The Silent Age er uttan iva søgan, sigur Uni Dahl. Søgan og ljóðið skapa eitt serstakt huglag. Tó at spælið sjálvt ikki er serliga torskilt, so er søgan fangandi og dregur spælaran longur inn í spælið. Søgan veður mett somikið góð, at bæði framleiðarar og leikstjórar av filmum hava sett seg í samband við House on Fire, við tí fyri eygað, at keypa rættindini at gera spælið til film. – Tí má eg siga, at tað er eitt sindur undrunarvert, tá eg, eftir at hava nýtt so nógva tíð og orku upp á at gera eitt spæl við eini góðari søgu, síggi fólk spæla spøl sum Crossy Road og Flappy Bird, har eingin verulig søga liggur aftanfyri, men einans ganga út upp á at gera tað sama, um aftur og um aftur, sigur Uni Dahl. Uni Dahl greiðir frá, at tilgongdin at gera Silent Age vísir, hvussu nógvar íløgur mugu gerast, áðrenn nakar ávøkstur sæst. – Vit hava fimm fólk arbeitt við the Silent Age í trý ár, umframt at vit hava leigað tvey fólk inn av og á at gera ávísar uppgávur. Slíkt krev­ ur nógva fígging, og er torført uttan stuðul frá øðrum. Í einum lítlum sam­ felag sum tí føroyska, er tí allar­helst alneyðugt, at tað almenna traðkar til, um tað veruliga vil seta á stovn ein føroyskan telduspælídnað í Føroyum. Hann heldur, at tað er týdningar­ mikið, at føroyingar koma í gongd við at gera nøkur spøl. Okkurt teirra man fara at klára seg væl, og tá menn­ ararnir av telduspølum hava ítøkilig úrslit at vísa til, tøl fyri, hvussu nógv spøl eru gjørd, hvussu ofta tey eru spæld og hvørjar inntøkurnar eru, fer at vera lættari at fáa til vega neyðugu fíggingina til onnur spøl, tí tá hava mennararnir prógvað, hvør dugur er í teimum, og at tað letur seg gera. – The Silent Age hevur verið sera væl umtókt, men líka týdningarmikið fyri okkum er, at hetta opnar nógvar nýggjar hurðar fyri okkum, økir um okkara umdømi í vinnuni og gev­ur okkum nýggjar møguleikar í fram­ tíðini, tá onnur spøl skulu mennast, sigur Uni Dahl. danjal@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Uni Dahl, stovnari og stjóri á fyri­tøkuni House on Fire