fríggjadagur 19. juni 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juni 2015
sosialurin 69
20
tema Føroysk telduspøl
Fyrstu
spølini
koma í ár
What Now, Teddy verður slept 10. juli, meðan
Wormsteak verður klárt 1. desembur
Danjal av Rana
K
ristian Sakarisson og
Kristjan R. Gásadal eru
toymisleiðarar á teimum
báðum toymunum, sum
hava fingið stuðul úr Vinnuframa.
Kristian Sakarisson arbeiðir við spæl
inum Wormsteak, meðan Kristjan
R. Gásadal arbeiðir við What now,
Teddy.
Teir eru báðir á einum máli um, at
føroyingar kunnu gera seg galdandi í
telduspælvinnuni.
– Føroyingar eru nóg kreativir og
her í Føroyum hava vit í veruleikanum
alt, okkum tørvar, sigur Kristjan R.
Gásadal, sum sigur, at avbjóðingin er
at fáa fatur á ymisku fólkunum, sum
kanska sita hvør sær og droyma um
at gera telduspøl.
– Vit hava heilt víst nógvar dugna
ligar føroyingar, men teir sita hvør í
sínum herðashorni og arbeiða. Tí er
eitt tiltak sum GameJam gull vert, tí
tá hittast vit og kunnu seta okkum
niður saman at arbeiða. Ein teldu
spælvinna í Føroyum kundi verið
sera effektiv, um vit leggja okkum
eftir tí, leggur Kristian Sakarisson
afturat.
Fjarskotna støða Føroyar frá
meginlandinum og stóru handilsrut
unum hevur ofta verið ein meinbogi
hjá føroyskari vinnu, men tá tala er
um KT-vinnur, eru hesir vansar so at
siga burtur.
– KT-vinnurnar krevja ikki stórar
íløgur. Týdningarmest av øllum er at
hava fólk at gera arbeiðið og síðani at
geva teimum tíð at gera arbeiðið. Fólk
og tíð, ikki stórt annað, sigur Kristjan
R. Gásadal.
GameJam er klekimaskinan
Teir eru samdir um, FT GameJam
hevur víst, at vit hava hegni í Føroyum
at gera telduspøl. Seinast megnaðu
allir fimm bólkarnir at gera eitt spæl,
og av teimum vera tvey útgivin í ár.
Teir gleðast eisini um, at tað eru tvey
so ymisk spøl, sum spruttu burtur úr
GameJam. Annað er til teldu, hitt er
til fartelefonir. Fyrra er bygt runt um
eina søgu, meðan í seinna førinum
stuðlar søgan spælinum.
– Um vit megna at fáa tvær
góðar vinnuligar vørur burtur úr FT
GameJam 2015, so hava vit sera góðar
vónir til FT GameJam 2016, sigur
Kristian Sakarisson.
– Endamálið er ikki bara at gera
eitt spæl, men at gera eina fyritøku,
sum kann spýta spøl út við jøvnum
millumbilum, sigur hann.
Dreymakendur heimur
Kristjan R. Gásadal sigur, at toymið
handan What now, Teddy, hevur
arbeitt hvønn dag við spælinum í
eina tíð nú. Nógv er broytt, síðani
spælið sá dagsins ljós á FT GameJam,
millum annað verður tað nú gjørt
trýdimensionelt heldur enn bara
tveydimensionelt. Tí verður alt
spælið mest sum gjørt av nýggjum
nú.
Í What Now, Teddy, hevur tú
leiklutin sum ein lítil drongur, sum
vaknar eina náttina, men ikki heima
hjá tær sjálvum. Hann er umbýttur
og er nú inni í hulduverðini. Gjøgnum
spegl sær hann inn í veruliga heimin,
og endamálið við spælinum er so at
finna vegin heim aftur, alt meðan
man fjalir seg fyri huldufólkunum,
ið hava tikið hann.
– Spælið verður gjørt til PC, og
fyrsta spælbara útgávan, ein for
smakkur, verður leyslatin longu 10.
juli, sigur Kristjan R. Gásadal. Hann
vónar, at spælið verður væl móttikið
og dylir ikki fyri, at tað er fyri at
kanna áhugan fyri spælinum, at
hesin forsmakkurin verður sleptur.
Ongar ætlanir eru um at gera
spælið til fartelefonir ella teldlar, men
møguliga verður spælið ført yvir á
konsollar, sum Playstation og X-Box.
Átta fólk sita nú og arbeiða við
spælinum, við at forrita, gera ljóð,
tekna og animera.
– Alt spælið verður hondteknað,
og vit hava tvey fólk, sum sita og
tekna. Síðani situr ein animatørur
og tillagar tekningarnar til spælið.
Úrslitið verður ein dreymakend verð,
sum hóskar sera væl til evnið í spæl
inum, greiðir Kristjan R. Gásadal frá.
Fyri at tryggja, at spælið kann
ferðast so langt sum gjørligt um
heimin, roynir toymið at hava so lítið
av teksti og samrøðum í spælinum
sum møguligt. Hetta ger, at ikki verð
ur neyðugt at nýta nógva orku upp á
týðing og tillagan til onnur mál.
– Ætlanin er sjálvandi, at spælið
skal kunna spælast av fólkum um
allan heim. Tí royna vit at gera tað
so málsliga einfalt sum møguligt, so
tað so gott sum bara eru skráirnar,
ið skulu týðast til onnur mál, greiðir
Kristjan R. Gásadal frá.
Ókeypis at spæla
Kristian Sakarisson og hansara
toymið gera spælið Wormsteak, ið
vann heiðurin sum besta spæl á FT
GameJam 2015.
Søgan handan spælið er, at ein
búffur, ið kanska hevur ligið í sólini
eitt sindur ov leingi, verður etin. Í
búffinum eru nakrir ormar, sum ikki
eru serliga fegnir um at vera endaðir
í einum mannakroppi, og so byrjar
hættisliga ferðin úr kroppinum aftur.
Spælið verður slept 1. desembur til
android og apple-telefonir og teldlar.
– Hetta er eitt einfalt spæl, sum
hóskar seg sera væl til fartelefonir
og teldlar. Fyri at stýra ormunum,
sveipar tú einans fingurin eftir
skerminum, upp, niður, til høgru ella
vinstru.
Eisini Wormsteak verður ment av
nýggjum. Grafikkurin skal betrast
munandi, men Kristian Sakarisson
sigur, at grundsniðið er so einfalt,
at tá fyrsti banin er gjørdur, er sera
lætt at gera fleiri banar. Ljóð, ljós og
tónleikur verður eisini betrað mun
andi í mun til uppunaliga útgávuna.
– Líkt er til, at Wormsteak fer at
vera ókeypis at spæla, men fíggj
að við lýsingum. Enn vita vit ikki,
hvussu nógvir banar vera við í upp
runaútgávuni, men undirtøkan fyri
spælinum fer at avgera, hvussu ofta
nýggir banar verða lagdur afturat,
greiðir Kristian Sakarisson frá.
danjal@sosialurin.fo