Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juni 2015 sosialurin 69 21 Kollvelta einki við tveimum spølum Danjal av Rana Á Lützenstrøð í Havn húsast Spælsmiðjan og har hittast javnan tey bæði toymini, sum júst hava fingið stuðul frá Vinnuframa. Íverksetarahúsið hevur gjørt eina avtalu við Mentamálaráðið um at leiga høli í bygninginum og veitir annars bólkunum ráð­ geving um at skapa fyri­tøkuna, at søkja stuðul úr grunn­um og marknaðarføring av spæl­inum. – Eg veit einki um telduspøl, men eg veit eitt sindur um íverksetan. Tí kann eg hjálpa hesum ungu á leið á tí økinum, hjálpa teimum at lyfta eyguni frá sjálvinum spælinum, til alt hitt, sum liggur runt um, men sum eisini eru týdningarmiklir partar av fyritøkuni, sigur Rani Nolsøe, stjóri á Íverksetarahúsinum. Rani Nolsøe greiðir frá, at hann hevur arbeitt við hugskotinum um eina føroyska spælsmiðju síðani síðst í 2012. MFS skipaði tá fyri einum fyrilestri við heitinum Telduspøl í Føroyum og Rani Nolsøe varð boðin við at hava eitt innlegg. – Sjálvur hevði eg ongantíð skonkt hesum ein tanka, men tað var eyðsæð, at áhugin var stórur. Tí tóku vit stig til at skipa fyri tí fyrsta FT GameJam í 2013, sum enn einaferð vísti, at áhugin var til staðar. Í ár varð so FT GameJam fyri triðju ferð, og í kjalarvørrinum av hesum fingu vit Spælsmiðjuna á føtur, greiðir Rani Nolsøe frá. Íverksetarahúsið hevur hjálpt toymunum at søkja Vinnuframa um stuðul og fegnast um, at umsóknin er gingin á møti. Toymini handan What Now, Teddy og Wormsteak hava fingið 100.000 krónur hvør frá Vinnuframa, og væntandi vera bæði spølini slept á marknaðin í ár. Rani Nolsøe sigur, at tilgongdin er ómetaliga spennandi, og at Íverk­setara­húsið skal hjálpa toymunum allan vegin. – Longu í komandi viku skipa vit fyri einum DevJam úti í Nólsoy. Vit taka øll toymini við okkum, og so sita tey og arbeiða við spølunum í tríggjar dagar, draga íblástur hvør frá øðrum og sjálvandi eru vit úr Íverk­setara­ hús­inum eisini til staðar, sigur hann. – Vit kollvelta einki við tveimum spælum, men nú fáa vit royndir, sum vit síðani skulu nýta til at spýta spøl út á marknaðin. Tað snýr seg um at finna ein ella annan veg út á marknaðin, sigur Rani Nolsøe. danjal@sosialurin.fo Hetta er bara byrjanin, sigur Rani Nolsøe, stjóri á Íverksetarahúsinum, sum leggur toymunum lag á Mynd: FT GameJam Rani Nolsøe Kristian Sakarisson til vinstru og Kristjan R. Gásadal til høgru, leiða toymini handan spølini Wormsteak og What Now, Teddy