fríggjadagur 19. juni 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015
SOSIALURIN 69
22
KJAK
KLUMMAN
Ikki peiki
fingurin
N
ú ein dagin hoyrdi eg eina konu gremja seg um
sigarettroyk í einum bussskýli. Eitt fólk, sum
eisini skuldi við bussinum, var so framligt at
festa sær í í keðiliga veðrinum – regni og vindi.
Tað ljóðaði næstan sum konan hevði kent seg hótta eftir
lívinum av guvanum frá sigarettini. Uha uha. Má siga, at
eg var næstan líka skelkað sum konan. Tó av henni heldur
enn roykjaranum.
Tað er avgjørt gott at roykjararnir fækkast. Royking á
arbeiðsplássinum er tíbetur ein farin tíð. At tað heldur ikki
er loyvt at roykja á summum matriklum man helst vera
tí – umframt at arbeiðsgevararnir hugsa um heilsuna hjá
starvsfólkunum – at tað styttir um roykisteðgirnar.
Eg haldi, at brúkar tú sunna fornuft, so kunnu vit øll vera
her. Sum ikki-roykjari er tað ikki mín uppgáva at happa
roykjaran. Má siga, at tað neyvan heldur er neyðugt, so
undirbrotligir teir eru blivnir. »Orsaka at eg eri til« stendur
at lesa í eygunum á teimum flestu.
So átøkini móti royking hava givið úrslit. Men menniskju
eru ikki robottar, so at fáa øll at ganga í takt, tað er ikki sum
at siga tað. Heldur ikki ynskiligt. Men vit kenna helst øll
fólk, sum hava lagt av at roykja, og vit gleðast við teimum.
Og øll siga tað sama: Bara eg ongantíð var byrjað at roykja.
Tá tað kemur til heilsuátøk, sakni eg fjølbroytni. Tað er gott
við upplýsing um royking og áheitanir um at røra seg. Men
hví ikki eisini fokusera upp á øll íblandingarevnini í mati,
góðgæti, sodavatni og tað sokallaða sukurfría? Skulu vit
vera sunn, lat okkum so vita sum mest. Síðan er tað upp
til hvønn einstakan. Hóast hetta økið helst er eitt sindur
fløktari og turrisligari at kunna um, enn royking og renning,
eigur tað ikki bara at liggja á láni. Tað er at undirmeta fólk,
um man heldur at einføld og tølandi rakstrarróp virka best.
Heldur kann tað geva slagsíðu og vit fáa víðgongd á báðum
síðum.
Tá upplýsandi átøk verða gjørd, er eisini ynskiligt, at tey
eru í einum blíðum anda, so fólk ikki verða sett upp ímóti
hvørjum øðrum. Tí sum kunnugt: Trýst elvir til móttrýst.
Ein peikifingur er bara irriterandi. Vit mugu ikki blíva so
politiskt korrekt sum ræðumyndin Svøríki. Har er peiki
fingurin á lofti til flestu lívsins viðurskifti. Sum dømi kann
nevnast, at góðkent er at brúka orðið »hen« í barnagørðum
ístaðin fyri »hon« og »hann«, fyri ikki at gera mun! Fyri ikki
at tosa um umskrivingina av søguni um Pippi Smokkulegg.
Álíkavæl hava seinastu tíðina verið søgur í fjølmiðunum
har um rasismu, t.d. millum starvsfelagar í SVT (almenna
sjónvarpinum), og søgur um samkynd, sum seinastu árini
uppliva eitt keðiligt rák við happing.
Hetta er kanska tekin um, at ikki ber til at fáa øll at ganga í
takt. At harraboð ongantíð virka. Lat okkum heldur gleðast
um, at vit eru so ymisk og sleppa at vera tað. Soleiðis at
bæði børn og vaksin tora at standa við sína persónligheit
og meiningar. Gott útgangsstøði at virða og skilja hvønn
annan.
Nú fór eg í so langt burtur frá hendingini í bussskýlinum.
Eitt ræðandi dømi um hvat einsrætting kann føra til. Tí tá
man fer at gera eitt fólk, sum roykir undir opnum lofti, til
ein møguligan (passivan) drápsmann, tá eru vit um at fara
út av eggini.
Meiningar og kjak
KJAK
Simona
Weihe
Torkil Thomsen
ein grindamaður
Nú um dagarnar
frættist, at Sea
Shepherd kem
ur til Føroya í
summar. Sum
flestum kunn
ugt er Sea Shep
herd ein umhvørvisterrorista
felagsskapur, uppbygdur eftir
sama leisti sum terrorfelags
skapir sum Al Quaida, IS og
Boko Haram.
Teir rekruttera ungfólk,
mest naiv konufólk, indoktri
nera, manipulera og heila
vaska tey, fylla tey við ósann
indum og lygnum. Hetta eru
ungfólk, sum eru uppvaksin
við junkfood, McDonalds og
kaninføði.
Tað er ikki grindahvalin,
Paul Watson hugsar um, hann
veit at stovnurin ikki er hóttur.
»He's only in it for the
money«. Sea Shepherd er ein
pengawwwwmaskina, sum
fær pengar frá múgvandi
fólki í Amerika og aðrastaðni í
verðini til teirra virksemi.
Sum galliónsfigur nýtir
Paul Watson Brigitte Bardot,
eitt avdankað franskt sex
symbol, sum hevur sæð betri
dagar.
Nú má vera nóg mikið
fyri okkum føroyingar. Skulu
hesi búrkroppar sleppa at
oyðileggja bestu tíð av árinum
við teirra hjáveru her ár eftir
ár. Hesi fólkini eru ikki væl
komin tl Føroya.
Í fjør komu teir higar við
bilum, bátum og aðrari útgerð,
tað sleppa teir ikki í ár.
Hvat høvdu ísraelsmenn
sagt, um Hamas og Hisbollah
komu inn í Ísrael við stríðs
vognum og aðrari krígsútgerð?
Hetta verður óivað seinastu
ferð, at S.S. kemur til Føroya,
og stríðið fara teir at tapa.
Vit føroyingar fara ongan
tíð at gevast at drepa grind
uttan av egnum ávum. Í dag
er grindastovnurin í norður
høvum væl fyri, tað vísa
vísindaligar kanningar, sum
eru gjørdar av Havstovuni
seinastu 30 árini.
Leiðarin fyri Sea Shepherd
er Paul Watson, ameriku
maður, sum viðhvørt kallar
seg kanadiara, demagogur,
manipulatørur, kriminellur
og eftirlýstur í fleiri londum
fyri falsan, fíggjarligan und
andrátt, fupp og svindil og
enntá morð. Hann torir ikki
at koma til Føroya sjálvur, tí
so verður hann handtikin og
sendur til Japan ella Costa
Rica, har hann er eftirlýstur
fyri morð.
Samskiparin av Sea Shep
herd átakinum í summar er ein
Rosie Kunneke, sum sigst vera
úr Suðurafrika. Hon skuldi
kent nógv til blóð, píning,
deyða, morð og apartheid.
Í áratíggju hava forfedrar
hennara pínt, plágað og dripið
upprunafólkið í Suðurafrika,
aftaná teir høvdu tikið landið
frá teim svørtu. Frælsishetjan
Nelson Mandela sat í fongsli í
30 ár, tí ANC hótti statin.
Hetta eru fólk, sum skulu
læra okkum uppi at sita.
Hattin av fyri Heðini
Mortensen, Kristin Mikkelsen
og Brandi Sandoy, sum av
sínum eintingum seta tiltøk
í verk móti hesum rakkara
pakki.
Ein skal ikki lata alt um seg
ganga, sektin á hvat so onnur
halda og meina.
Tað sigst at tað eru fólk í
Føroyum, sum samarbeiða við
hendan felagsskap.
Undir seinna heimsbardaga
var tað í Danmark eitt fyri
brigdi, sum teir kallaðu
»værnemager«. Hetta vóru
fólk, »kollaboratørar«, sum
samarbeiddu við nasistunum.
Tá kríggið var lokið, vóru
nógvir av hesum avrættaðir
uttan dóm av donskum
fríheitskemparum
fyri
landasvik.
Tað eru fólk her, sum sam
arbeiða við S.S. fyri pening.
Vit skulu ikki loyva skipum
og bátum teirra at bunkra í
Føroyum, ei heldur skulu vit
loyva teimum at proviantera
her.
Myndugleikarnir, politi
og tollvald skulu kanna skip
og bátar, sum S.S. koma við
í summar. Tey kunnu hava
ymiska útgerð við sær so sum
skotvápn, lóður, dynamitt,
»boarding hooks«, hvalafor
skrekkjarar o.a., sum tey seta
út í sjógvin. Tað hava vit sæð
fyrr.
Men loksins, tá tey onki
hava fingið burtur úr atgerðini
her, kunnu vit siga sum
Jóannes bóndi segði á sinni:
»Útsynningurin skal tey av
landinum føra, sum sápu
bløðra«.
Sea Shepherd er ein terror
organisatión, sum fjalir seg
aftan fyri umhvørvisvernd
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Uppskot til nýtt skjaldrarmerki hjá Sea Shepherd