fríggjadagur 19. juni 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juni 2015
sosialurin 69
23
fekk onga finningarløn
– Nei, eg hoyrdi hvørki orð ella eið frá Sjóvinnubankanum, sigur Elgeir Olsen, sum fyri 25 árum
síðani avdúkaði menninar, sum framdu Føroya størsta rán, tá teir stjólu góða hálva millión frá
deildini hjá Sjóvinnubankanum á Oyrarbakka
afturhvarv
Eirikur Lindenskov
V
it hava hitt Elgeir Olsen,
nú 25 ár eru liðin síðani
stóra ránið. Nógv varð –
sum vera man – frammi
í miðlunum um málið fyri 25 árum
síðani, og har frætti Elgeir Olsen
eisini um ilt- og gassfløskurnar, sum
vórðu brúktar til skeribrennaran at
skera pengaskápið upp við.
Elgeir Olsen sigur, at hann fekk
beinanvegin mistanka, tá menninir
komu aftur við leigubilinum, sum
teir høvdu leigað frá Bilútleigan, sum
felagið hjá teimum æt, sum leigaði
bilar út.
– Vit høvdu avtalað, at hesin
fremmandi maðurin, sum var úr
Joguslavia, skuldi koma aftur við
bilinum hendan morgunin.
– Eg legði merki til, at bringan
stóð fram úr honum, tá hann fór í
skjúrtulumman at leita pengarnar
fram. Tú hoyrir beinanvegin, at
tað eru pengar, sum skróva – og
ikki vanligt pappír. Hann fekk ikki
pengarnar fram, men fór yvir til hinar
menninar í einum øðrum bili, har
hann helst kundi taka pengabuntið
úr lummanum, og so kom hann aftur
til mín við pengunum, greiðir Elgeir
Olsen frá.
Síðani fór leigubilurin til vask.
Tá Elgeir seinni hoyrir um ilt- og
gassfløskurnar fer hann aftur at
kanna bilin, og tá sær hann týðuligu
sporini av ilt- og gassfløskunum í
viðførisrúminum.
– Sporini av ilt- og gassfløskunum
var ikki til at taka feil av, í øllum
førum ikki hjá einum hondverkara,
sigur Elgeir Olsen.
Hann ringdi til løgregluna,
sum beinanvegin kom á staðið,
og teir kundu skjótt staðfesta, at
lakksporini í bilinum stavaðu frá ilt-
og gassfløskunum, sum vórðu funnar
á staðnaum á Oyrarbakka.
Annars hevði løgreglan nógv
um oyruni um hetta mundið, tí teir
fyrireikaðu drotningavitja, sum
eisini tá skuldi verða í junimánaði,
so tað kom helst ikki so væl við,
at teir samstundis skulu uppklára
Føroya størsta rán.
Spurdur hvørja viðurkenning
ella finningarløn, Elgeir Olsen
fekk, svarar hann greitt, at hann
fekk ikki inn í eygað.
– Nei, eg hoyrdi hvørki orð
ella eið frá bankanum. Tað helt
eg vera nokso løgið. Ikki tí at
eg legði so nógv í tað. Men um
tað var ein ungur drongur,
sum soleiðis einki frætti frá
bankanum eftir hava avdúkað
eitt slíkt rán, so hevði hann
uttan iva verið snópin og
keddur, heldur Elgeir Olsen.
– Teir kundu um ikki annað
sent eitt takkarkort, ella boðið
mær inn til ein kaffinum og
eina cigar, men ikki so frætt
at teir øntu mær nakað,
sigur Elgeir Olsen smílandi,
meðan hann undrast á, at tað
longu eru liðin 25 ár síðani
hendingina á Oyrarbakka, tá
tríggir mans framdu higartil
Føroya størsta rán.
eirikur@sosialurin.fo
Privatmynd
Lakk-spønir í viðførisrúminum!
Sosialurin 19. juni 1990
Mánadagin leigaðu tveir danir ein
hvítan hvítan Hyundai Pony bil frá
Bilútleigan á Heygnum Mikla, sum
er eitt felag undir Føroya Bilupp
høggi í Havn.
Teir komu aftur við honum
hósdagin sum avtalað var, rindaðu
og fóru. Einki óvanligt tóktist vera
av nøkrum slagi. Hvørja ferð ein
leigaður bilur verður latin innaftur
á Bilútleigan, kanna teir eftir, at alt
er sum tað skal og vaska og reinsa
hann. Men hetta varð kortini ikki
gjørt við tann hvíta Hyundai bilin
hósdagin. Hann skuldi ikki leigast
út aftur sama dag, og hetta arbeiðið
steðgaði tí til dagin eftir.
Ilt- og gassfløskir
nýttar til ránið
Tá tíðindini um bankaránið á Oyrar
bakka vórðu borin út, varð m. a. upp
lýsit, at ein iltfløska sum var stolin
frá Gjáarsmolt norðuri á Eiði, bleiv
nýtt undir ráninum.
Hetta hoyrir eisini Elgeir Olsen,
ið starvast hjá Føroya Bilupphøggi.
Og tað er hann, ið fríggjadagin
kannar eftir, at alt er sum tað skal
við Hyundai bilinum, leigaður varð
út mánadagin. Elgeir er vanur við
at arbeiða við ilt og gassfløskum.
Og tá hann hyggur í viðførisúmið
á billinum, er hann ikki í iva um, at
reyðu og bláu spønirnar, hann sær,
stava frá tílíkum fløskum.
Iltfløskurnar eru bláar, og gass
fløskur reyðar. Og skalt tú arbeiða
við skeribrennara, er neyðugt við
bæði ilt og gassi – gass verður nýtt
at hita við, ilt at brenna við.
Hetta fær beinanvegin Elgeir at
hugsa um bankaránið, og hann ger
so ikki meira við bilin, men boðar
politinum frá um spønirnar.
– Her kundi jú verið okkurt sam
band...
Ein politibilur kemur so út á
Føroya Bilupphøgg, politistarnir fáa
navnið á teimum, ið leigaðu bilin –
og fáar tímar seinni er greitt, hvør
framdi størsta rán í Føroya søgu.
Ófagtiligt samanspæl
Tað var við øðrum orðum eitt ófati
liga heppið samanspæl av tilvildar
ligum hendingum, ið gav politinum
tað sporið, ið føri til avdúkingina:
– At gassfløskurnar gnaddaðu so
mikið móti hvørji aðrari í viðføris
rúminum á bilinum, at lakkspønir
fóru av.
– At teir annars so nágreiniligu
tjóvarnir ikki hugsaðu um at burtur
beina hesar spønir.
– At bilurin ikki varð vaskaður og
dustsogin sama dag, sum hann varð
innlatin.
– At tað var Elgeir Olsen, sum
dagliga arbeiðir við tílíkum fløskum,
ið tók sær av hesum arbeiði dagin
eftir.
– Og sjálvandi at Elgeir hevði
hoyrt, at gassfløskur vórðu nýttar til
ránið, og hugsaði um tað, tá hann sá
hesar spønir.
eirikur@sosialurin.fo
Tað var bert eitt einasta lítið mistak, ið avdúkaði tað sera professionelt
fyrireikaða ránið: Menninir hugsaðu ikki um at dustsúgva nakrar reyðar
og bláar lakkspønir úr leiðgaða bilinum frá Føroya Bilupphøgg
Elgeir Olsen
Meir um evnið á næstu síðu
Tað var í viðførisrúminum á einum Hyundai Pony, meinlíkum hesum,
at Elgeir Olsen sá reyðar og blaár lakkspønir. Tá myndamaðurin
frá Sosialinum vitjaði hjá Bilútleigan hendan dagin, hevði
politiið lagt hald á tann bilin, sum nýttur var til ránið, at brúka
sum prógv. Elgeir var ikki í iva um, at lakkspønirnar stavaður
frá gass- og iltfløskum, og boðaði tí beinanvegin politinum
frá. Fáar tímar seinni vórðu bakaránararnir handtiknir
Sosialurin fyri 25 árum síðani