Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juni 2015 sosialurin 69 24 afturhvarv Sosialurin 15. juni 1990 T á starvsfólkini á deildini hjá Sjóvinnubankanum á Oyrarbakka komu til arbeiðis hósmorgunin varnaðust tey, at har hevði onkur verið undan teimum. Óbodnir gestir hava bortið seg inn gjøgnum eitt vindeyga á náttartíð, við skeribrennara fyri síðani at rýma við umleið hálvari millión. Hann, hon, teir, ella tey – eingin veit hvør ella hvussu mong – hava veruliga gjørt sær óma. Fyri at fáa betri »arbeiðsumstøður« hava tjóvarnir klistrað plastikk fyri vindeyguni, so glæman frá skeribrennaranum ikki skuldi síggjastr uttanífrá. Politiið stendur enn á berum. Kanningar verða í løtuni gjørdar á staðnum, og meðan heta arbeiðið fór fram, slapp eingin óviðkomandi innar í bankahúsini. Heldu rikki starvsfólki í Sjóvinnubankanum. Hóast politiið í gjár seinnapartin ikki var komið serliga langt í kann­ ingar­arbeiðinum kundu teir siga, at hetta mest líktist einum rættiliga professionellum innbroti. Tað hevur heldur ikki verið løtuverk at fáa penga­skápið upp, men hvussu leingi tjóvarnir hava havt um arbeiðið sítt er óvist. Næsti granni hjá banka­deildini hjá Sjóvinnu­bank­anum er bensin­ støðin. Har búgva fólk, men sum vit hava skilt, hevur eingin varnast at nakað var áfatt í granna­lag­num. Politiið heitir á øll fólk, sum hlada seg hava sæð ella hoyrt nakað, sum tey halda kann hava samband við innbrotið, um tey siga frá. Seinastu tíðina hava fleiri líknandi innbrot verið við skeribrennara, uttan tó at so nógvir pengar eru stolnir. Um samband er millum hesi inn­brotini veit politiið ikki, men hetta verður nú eisini kannað, verður sagt. Ongar pengar fingið Sjóvinnubankin hevði í gjár ikki fingið nakrar pengar aftur, sum vórðu tiknir í deildini á Oyrarbakka hós­náttina. Út við 500.000 krónur hvurvu úr pengaskápinum. Sunnukvøldið ljóðaði, at løgreglan hevði funnið pengar niðurgrivnar onkrastaðni í Sundalagnum. Ein svart­ur posi varð funnin, men hvat var í honum, vil løgreglan ikki upp­ lýsa. Regin Olsen, bankastjóri, segði fyrrapartin í gjár, at har í bankanum vistu tey ikki meira enn onnur um kanningararbeiðið hjá løgregluni. Deildin á Oyrarbakka hevði fingið eitt fyribils pengarskáp frá teimum, sum selja hesi skápini, til tað nýggja kemur. Pengaskápið, sum var, bleiv oyðilagt hósnáttina. Annars er ikki heldur stórvegis skaði í bankahølinum. Sjóvinnubankin hevur ikki enn tikið støðu til endurgjaldskrav móti teimum, sum eina ferð verða dømd fyri innbrotið og stuldurin. Regin Olsen sigur, at bankin nú kannar, hvussu allar deildirnar kunnu útgerast við ávaringaskipan. Stjólu hálva millión Bankin hevði onga ávaringarskipan, so tað lá væl fyri hjá óbodnu gestunum at arbeiða í friði og náðum og fara astað við hálvari millión úr Sjóvinnubankadeildini á Oyrarbakka Sosialurin fyri 25 árum síðani Sosialurin 19. juni 1990 Teir tríggir menninir, sum eru tiknir í sambandi við peningastuldurin í Sjó­ vinnubankanum á Oyrarbakka, eru føddir í 1963, 1966 og í 1969. Tveir teirra eru danir og tann eini jugoslavi. Teir hava verið í Frøoyum í eitt til trý ár. Teir eru skuldsettir fyri stuldur undir skerpandi umstøðum. Revsi­ lógin heimilar upp í fýra ára fongsul fyri tílíkt brot. Danirnir vórðu tiknir í Havn leygar­kvøldið og jugoslavin í Hanst­holm seinnapartin leygar­ dagin. Hann fór við Norrønu úr Føroyum fríggjamorgunin. Hes­um fekk løgreglan frænir av, og leygar­ morgun­in fór ein løgreglu­maður til Dan­markar við flogfari. Hann var í Hanstholm, tá Norrøna legði at og handtók mannin saman við donskum starvs­feløgum. Teir komu so aftur til Føroya við flogfari sunnudagin og so skjótt, teir komu til Havnar, varð maðurin førdur í Føroya Rætt til grund­lógvaravhoyringar. Rætturin avgjørdi sunnukvøldið, at tveir av teimum skuldsettu skulu sita fullkomiliga avbyrgdir í tvær vikur og tann eini skal sita eina viku, fyribils eisini fullkomiliga avbyrgdur. Hesin hevur kært úrskurðin hjá Føroya rætti til Eystara Landsrætt. Øll loyndin í sambandi við hand­tøkurnar og grundlógar­av­ hoyr­ingina og, at menninir eru avbyrgdir í gegl­inum sigur, at løg­ reglan leitar eftir fleiri, hon hevur illgruna um vóu við í stóra­kvett­ inum á Oyrarbakka hós­náttina. Hugsast kann eisini, at løg­reglan setur teir tríggar menninir í sam­ band við onnur slík innbrot, verið hava í seinastuni, eitt nú hjá Auto Service á Hálsi í Havn. Fullkomiliga avbyrgdir