Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juni 2015 sosialurin 69 25 Politiið bað okkum eygleiða mannin Gloymdi at krevja afturlætnar dyr Ódramatisk handtøka millum ferða­ fólkini uttan fyri cocktailbarrina »Dyrnar eru afturlætnar« vóru boðini, tíðindamenn fingu frá løgregluni, tá teir komu í Dómhúsið seinnapartin sunnudagin. Men rætturin hevði als ikki avgjørt nakað sum helst um hetta. Ákærin gloymdi at krevja afturlætnar dyr, tá grundlógaravhoyringin byrjaði, tí tá vóru eingi tíðindafólk hjástødd Sosialurin 19. juni 1990 P olitiið ringdi umborð leygar­morgunin og segði, at hann var við. Vit funnu hann, og hvødu so eyguni við honum, men vit gjørdu einki við hann. Eingin av manningini kendi hann ella visti, hvussu hann sá út. Men vit sóu navnið hjá honum á ferða­fólka­listanum og, hvar hann búði. Hann búði í couchettunum. Vit fóru so upp at hyggja og sóu, hvør hann var. Síðani høvdu vit eyg­uni við honum, so hann ikki slapp nakran veg, tá vit komu inn, og um hann hevði samband við nakran umborð. Soleiðis greiðir yvirstýrimaðurin á Norrønu, Ólavur Hovsgarð, frá. Tann eini maðurin, ein jugo­slavi, sum er skuldsettur fyri peninga­ stuldurin á Oyrarbakka hósnóttina í siðstu viku, for við Norrønu til Dan­markar fríggjamorgunin. Leygarmorgunin ringdi løg­ reglan til Norrnøu og segði frá, at ein maður sum var undir illgruna í sambandi við stuldurin, var við skipinum og, at hann fór at verða handtikin í Hanstholm. Norrøna var í Hantsholm leygar­dagin klokkan 16 danska tíð, og nakrir løgreglumenn komu umborð og tóku mannin millum ferðafólkini uttan fyri cocktail­ barrina. Hetta hendi uttan nakað hóvasták, og Ólavur Hovsgarð heldur ikki, nógv yvirhvøvur varnaðust, at talan var um eina handtøku. Fá, bara nøkur í mann­ ingini, vistu, hvat var á vási. Einsamallur Ólavur Hovsgarð sigur, at maðurin sýntist vera einsamallur á ferð, og hann tosaði ikki við nakran. Hann hevði ikki nógv viðføri við, bara tvær taskur. Hann hevði ikki bil við. Hann var sum onur ferðafólk og einki í framferð hansara bendi á, at hann var eftirlýstur fyri pen­ inga­stuldur. Hann brúkti ikki óvanliga nógv­ ar pengar umborð, sum nakar veit um at siga. Og hann veksl­aði ikki pengar í bankanum hjá Norrønu. Yvirstýrimaðurin á Norrønu: Tað var so umráðandi hjá løgregluni at halda fjølmiðlarnar uttan fyri grundlógarhoyringina sunnudagin í málinum um peningastuldurin, at hon púra gloymdi, at tað er rætt­urin, og ikki løgreglan, sum av­ger, um rættarfundur skal haldast fyri aftur­ lætnum durum. Tá ein tíðindamaður hjá SvF, Sigmar Bláberg, kom inn í rættar­salin, meðan tann fyrsta av­hoyr­ ingin var, fekk hann boð um at fara útaftur – frá einum løg­reglu­ manni. Løgreglan segði, at grund­lógar­ avhoyringin varð hildin fyri aftur­ lætnum durum. »Tekniskur feilur« Men tað var hon bara ikki, ikki tá, í hvussu so er. Hetta vistu tíðinda­ menninir, sum sótu uttan fyri rættarsalin, ikki. Men teir fingu tað at vita, tá avhoyringin hevði vart í yvir ein tíma. Og so fóru teir inn í rættarsalin. Hetta kom dátt við hjá ákæranum, Magnusi Møller. Hann segði við dómaran, Birgit Skriver, at hendur var ein tekn­ iskur feilur. Hann hevði gloymt at biðið rættin um afturlætnar dyr, tá grundlógvaravhoyringin byrj­aði, tí tá vóru ongi tíðindafólk hjá­stødd (av teirri góðu grund, at vónleyst var at fáa uppspurt, nær rættar­ fund­urin byrjaði). Men ákærin kravdi nú, at dyrnar vórðu afturlætnar og vísti til grein 29, 4. stk nr 2 í rættargangslógini: » – når særegne omstændigheder giver grund til at antage, at rets­ mødets offentlighed på afgørende måde vil være til hinder for sagens opklaring«. Dupult afturlatið Ákærin kravdi eisini, at dyrnar vórðu afturlætnar, meðan grund­ gevingin fyri at krevja aftur­lætn­ar dyr varð viðgjørd. Hann fekk við­ hald í hesum, og tíðinda­menninir noyddust út. Løtu seinni vórðu teir so kallaðir inn aftur at hoyra úrskurðin hjá rættinum. Og hann var, ikki óvæntað, at grund­lógar­ avhoyringin var fyri afturlætnum hurðum. Og ikki bara tað, men fyri »dupult« afturlætnum hurð­ um. Tað vil siga, at eisini, tá skuld­ set­ingar­nar móti teimu trimum monn­unum vórðu lisnar, vóru dyrnar aftulætnar. Hetta er ikki ofta, kanska ongantíð, hent fyrr í Føroyum. Verjin hjá manninum, sum tá var í rættinum, Trygvi Jacobsen, mótmælti, ikki kravinum um aftur­ lætnar dyr. Og skuldsetti, sum als ikki var fegin um hjáveruna hjá press­uni, takkaði ákæranum fyri kravið um afturlætnar dyr. Grundlógaravhoyringini byrjaði klokkan 14 og vardi í slakar sjey tímar. eirikur@sosialurin.fo