fríggjadagur 19. juni 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015
SOSIALURIN 69
26
Óli Jacobsen
TÓRBJØRN PETERSEN:
HEVUR ARBEITT 50 ÁR
HJÁ P/F MARIU POULSEN
Tað er ikki ofta, at ein handverkari hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í 50 ár.
Men tað hevur Tórbjørn gjørt hjá partafelagnum Mariu Poulsen
P
/f Maria Poulsen er ein av elstu
fyritøkunum í Havn, ikki minst tá
upprunaliga virksemi verður talt
við. Hetta man vera ein av stóru
fyritøkunum í landinum innan rør og sanitet.
Samstundis er hetta ein fyritøka, har
starvsfólkið trívist væl. Besta dømi um hetta
man vera Tórbjørn Petersen, sum 22. juni hevur
starvast har í ikki færri enn 50 ár.
Hetta gevur eitt gott høvi til at lýsa Tórbjørn
og eisini at gera nakað burtur úr søguni hjá
Ludvig og Mariu Poulsen.
Hvør var Maria Poulsen?
Tað er ein áhugaverdur spurningur, hvussu ein
blikksmiðja, sum tað kallaðist tá, kundi fáa eitt
konufólkanavn!
Fyrst skal greiðast frá hvør Maria var.
Hon var dóttir Jacob Jacobsen, bøkjara f.
1836, sum var av Húsum í Havn. Kend systkin
vóru Hjalmar og Mads A. Jacobsen.
Maria giftist í 1896 við Ludvig Poulsen,
sum var einkjumaður. Tey høvdu tikið seg úr
kirkjuni í 1895 og vóru millum tey fyrstu, sum
fylgdu gamla Sloan. Teirra vígsla var onnur
borgarliga vígslan í Føroyum.
Byrjaði 9 ára gamal
Fyrsti føroyingur, sum fekk sær útbúgving
sum blikksmiður, var pápi Ludvig, Johan C.
Poulsen f. 1815, sum hevur teknað væl kenda
býarkortið av Havnini frá 1867. 20 ára gamal
fór hann í læru í Keypmannahavnar . Eftir
seks árs lærutíð fór hann til Týsklands, har
hann var í eini sjey ár. Í 1848 kom hann aftur
til Føroyar, har hann fekk sær egnan verkstað,
sum hann hevði inntil deyða sín 3. juli 1874.
Hetta var fyrsta blikksmiðja í Føroyum.
Tá var Ludvig bert 9 ára gamal, men hann
var longu byrjaður at arbeiða undir vegleiðing
av pápanum og beiggjanum Jens Christian,
sum seinni gjørdist sakførari í Sorø og eisini
riddari av Dannebrog.
Ludvig helt fram at arbeiða sjálvur. Ikki fyrr
enn hann gjørdist 25 ár, fór hann til Danmarkar
at fáa sær eina beinleiðis útbúgving. Tá ið
hann kom aftur til Føroyar 3. Juni 1890 fekk
hann sær egið virki sum blikksmiður. Á heysti
1900 fekk hann sær ein lítlan handil við køks
útgerð. Tað gekk støðugt framá. Í 1902 var bert
ein lærlingur, Morten Mortensen, vanliga varð
nevndur Mortan Blikk.
Í 1917 vóru í verkstaðnum tveir sveinar og
ein lærlingur, og í handlinum vóru tá tvey
mannfólk og tvey konufólk.
Í 1906 varð flutt oman í Tórsgøtu, har hand
ilin framvegis er. Í 1935 vóru tey 9 starvsfólk,
fýra sveinar og fimm fólk í handlinum og
skrivstovuni. Umsetningurin var eisini øktur
samsvarandi. Verkstaðið fekst við alt, sum
hoyrdi til fakið, her í millum at leggja vatn inn
til fólk. Vatnleiðingur var lagdur í Havn í 1898,
so her hevur verið nóg mikið at gera.
Handilin gjørdist tann størsti í landinum av
sínum slag, og hann hevði størstu goymslu í
Føroyum av til dømis vatnrørum, kranum,
lampum (bæði til petroleum og el), porselen,
krystal og leikum. Eisini var longu tá útgerð til
baðirúm. Handilin hevði einkarsølu av kendum
vørum sum Nilfisk dustsúgvarum, Philips
perum, PH lampum, svenskum primussum
og annars av amboðum.
Líkindini at dríva handil, serliga í krígs
árunum 1914-18 vóru sera vánalig. Tað var ofta
trupult at fáa fatur á tí tilfari, sum kravdist.
Árini aftaná 1. heimsbardaga vóru eisini sera
trupul, tá ið fiskaprísirinir fóru niður í einki.
Tá fóru nógvir stórhandlar á húsagang. Ludvig
Poulsen gav tó ikki skarvin yvir, og hann kom
yvir kreppuna.
Ludvig Poulsen doyði í 1938, tá tók konan,
Maria, við. Í 1944 stovnar hon partafelag við
navninum Hjá Ludda. Tann 5. januar 1945 verð
ur navnið broytt til p/f Maria Poulsen & Co.
Í 1949 selur Maria fyritøkuna til brøðurnar
Jógvan, Grím, Jákup og Páll á Dul, og Grímur
verður stjóri. Systir hesar brøðurnar, Mia í
Skorini, arbeiddi hjá fyritøkuni í 40 ár.
Grímur doyði í 1987, men yngra ættarliðið
hevur tikið við. Í dag eru tað synirnir hjá
Grími, Kristian og Jógvan, sum eiga fyritøkuna.
Kristian er stjóri.
Triðja ættarlið er eisini við at taka við.
Dóttir Kristian, Súsanna, er í dag leiðari í bú
nýtishandlinum í Miðbýnum. Restin av virk
seminum er uppi á Hálsi. Her starvast Kjartan
og Grímur, synir Kristian, eisini.
Tórbjørn hevur verið partur
av Mariu Poulsen í 50 ár
Tað er hesum virksemi Tórbjørn hevur verið
ein partur av í 50 ár. Hann er upprunaligur
klaksvíkingur, føddur 15. juni 1948. Tískil er
hann júst blivin 67 ár.
Pápin, Matthias, var av Selatrað, meðan
mamma Karin, fødd Høgnesen, var av Norð
oyri.
Tey búsettust fyrst á Norðoyri og síðani á
Heygnum í Klaksvík, har Tórbjørn er føddur.
Tey eru seks systkin, fýra systrar og tveir
brøður.
Matthias var við Niels Finsen á heysti 1939
tann dramatiska túrin, tá ið teir á heimleið úr
Grønlandi við útróðrarmonnum mundu gingið
burtur.
Hann var sera virkin maður, sum gekk
høgt uppí, at eingin tíð skuldi fara til spillis hjá
nøkrum. Tórbjørn varð tískil vaktur tíðliga á
morgni, eisini tá hann annars hevði frí. Ofta
var okkurt at gera sum at fara norður á Kósina
at landa trolarar.
Tórbjørn gekk í skúla frá 1955 til 1963. Tá
hevði hann ongan hug til at halda fram við
skúlagongd.
Hann fór tá at arbeiða hjá Kjølbro, størsta
arbeiðspláss í Klaksvík. Hann minnist, at øll
sum arbeiddu har høvdu eitt arbeiðsnummar.
Hansara var 626, meðan tað hjá pápanum var
349.
Tórbjørn hevur eisini roynt sjólívið. Fyrst
fór hann við gomlu Polarstjørnuni hjá Kjølbro.
Túrurin gav 500 krónur. Hann keyptu eina
Siðsøga
Tórbjørn í sínum rætta elementi!