Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015 SOSIALURIN 69 27 Komandi partur Næsti partur verður um heimsins kanska elsta veðurmann. súkklu fyri fiskipartin. Hann hevur eisini roynt sildaveiðu við gørnum við Hólmasund hjá Jens Paula av Reyni. Hann hevur róð út við Brattenni. Eisini hevur hann verið við trolara, Sjúrðarbergi. Blikksmíð gjørdist framtíðin Tórbjørn vildi hava eina útbúgving. Í 1964 for hann at læra til blikksmið í Klaksvík hjá Jákup Jacobsen, nevndur Jákup Blikk. Ein stórur partur av arbeiðinum var at leggja miðstøðuhita inn í hús. Men Tórbjørn hevði hug til at sleppa at arbeiða á einum størri verkstaði, har tað vóru fleiri avbjóðingar. Hann søkti og slapp at halda áfram við læruni hjá Mariu Poulsen. Hann kom til Havnar 21. juni 1965 og byrjaði dagin eftir. Nú gjørdist hann havnarmaður, hóast hann framvegis kennir seg sum klaksvíking. Hann leigaði sær kamar. Tað sigur nakað um kostnaðarstøðið tá, at hetta kostaði 130 kr. um mánaðin, men annars búði hann hjá systir síni, Kirstin Ljósheim. Seinni fluttu foreldrini eisini til Havnar. Løn og Tekniski Skúli Lønin hjá lærlingi var ikki tann stóra tá í tíðini. Ein fyrstaárslærlingur fekk kr. 33,60 um vikuna. Annars var lønin 2. árið 12,5% av sveinalønini og hon hækkaði til 22,5% fjórða árið. Men nakað av yvirtíð var eisini, hetta gjørdi eisini mun at kunna klára seg. Tórbjørn hevur framvegis lønarseðlar, sum vísa lønarlagið tá. Seinna hálvár 1965 var inntøkan hjá honum kr. 2.652,39. Ein partur av læruni var tekniski skúlin, sum tá var dagskúli í Havn, meðan hann var kvøldskúli í Klaksvík. Skúlin var har Til­haldið er í dag í Tórsgøtu. Johan Ziska var skúla­stjóri. Lærarar hjá honum vóru Arnold Niel­sen úr Sumba og Jóan Pauli Zachariassen úr Vest­ manna. Tá ið sveinatíðin var liðug skuldi sveina­ stykki gerast. Tað fevndi um fleiri uppgávur. Ein var at gera eina tekning av einum ketli, og so at gera ketilin eftir tekningini. Ein onnur uppgáva var uppseting av einum vaski við tí, sum hoyrir til hetta. Eisini var ein sveisiroynd. 2-3 dagar vórðu settir av til at gera sveinastykkið. Men tað var eingin trupulleiki og gekk væl. Góðir og drúgvir formenn Tórbjørn føldi seg væl frá byrjan av hjá Mariu Poulsen. Fyrstu tíðina var Martin Wilhelmsen formaður á verkstaðnum. Hann gjørdist tískil lærumeistari hjá Tórbjørn. Martin var altíð væl gjørdur, hevði góðar hend­ur og var ein fyrimyndarligur læru­meist­ ari. Hann byrjaði at arbeiða hjá Mariu Poulsen í 1937 men mátti leggja frá sær av sjúku í 1969. Eftir hann gjørdist Hákun Mortensen meistari. Hann var eisini ógvuliga fittur í hondunum. Hjá honum var Tórbjørn fastur maður, tá ið miðstøðuhiti skuldi leggjast inn í hús. Tá ið Hákun gavst 1976, gjørdist Tórbjørn meistari. Sum meistari hevur hann havt eitt ótal av lærlingum undir hond. Hann var meistari fram til 1999. Tá fór heilsan at bila, so Tórbjørn valdi at trappa eitt sindur niður. Grímur var eitt stás Tá ið Tórbjørn byrjaði var Grímur á Dul stjóri. Umframt at vera góður stjóri var hann eisini sera menniskjansligur. Tórbjørn nevnir sum dømi eina ferð, hann skuldu fara til Klaksvíkar til ein jarðarferð, og bilurin var fyrigingin. Men Grímur bað hann bara fara heim til Andreu, konu hansara, eftir lyklinum til teirra bil! Hetta var eyðkent fyri Grím og hansara beinasemi. Stjórin, Kristian á Dul, var bara 14 ár gamal, tá ið Tórbjørn kom í fyritøkuna, so sigast kann kanska eisini, at Tórbjørn hevur verið við til at læra hann upp! Fjølbroyttar uppgávur Á verkstaðnum hava verið nógvar ymiskar upp­gávur hesa tíðina. Tað hevur til dømis ver­ið at gera inn­dekningar, takvindeygu og sink­takrennur. Nógv arbeiði hevur eisini at gera útgerð til skipini. Tá vóru flestu matíløt gjørd á verk­ staðnum, sum ketlar, supputarinur, grýtur, kaku­formar og dyllur til mjólk. Grýtur til kóking av eplum vóru fýr­kant­ aðar, og vóru eisini úr blikki. Eisini vóru gjørdir ventilar til maskinrúm, eins og lanternur blivu umvældar. Uppgávurnar kundu eisini vera at gera stakitt og portur, eins og primussar vórðu umvældir. Eisini var arbeiði við vatnleiðingar og við at leggja vatn inn i hús. Ein serlig uppgáva kundi vera líkkistur, sum skuldu loddast, tí tær skuldu av landinum. Ein týðandi uppgáva er at leggja oljufýringar inn í hús. Hetta merkir, at Tórbjørn hevur verið inni í einum ótali av húsum, ikki bara í Havn men eisini úti á bygd. Alla staðni hevur hann verið væl móttikin og fólk hava verið blíð. Sjálvur er hann eisini ógvuliga fryntligur og vitandi. Tí kennir hann nógv fólk. Kristian gevur Torbjørn besta ummæli Blaðið Handverkarin hevði í 2011 eina frásøgn hjá Tórbjørn. Stjórin hjá Mariu Poulsen, Krist­ ian á Dul, gav tá Tórbjørn hetta ummæli: Síðan 1965 hevur Tórbjørn fylgt fyritøku okkara gjøgnum góðar eins væl og ringar tíðir. Tá minni arbeiði hevur verið í byggi­vinn­ uni hava vit havt færri rørleggingar á verk­ staðnum, men tað hevur altíð verið brúk fyri Tórbjørn. Hann hevur eisini verið leiðari á verk­ staðnum hjá okkum í góð 20 ár, bæði á rør- og blikk­smiðjuni. Tórbjørn er avhildin handverkari bæði hjá leiðslu, starvsfeløgum og hjá kundum okkara. Fleiri av kundunum hjá Tórbjørn eru kund­ ar, sum hann javnan hevur arbeitt hjá, og sum spyrja eftir honum, tá ið teir hava arbeiði, sum skal gerast. Tað kemur eisini javnan fyri, at boð eisini eru eftir Tórbjørn frá starvsfeløgum, sum vilja vita, hvussu hann sjálvur vildi loyst eina uppgávu. Tórbjørn er sera góður við Mariu Poulsen, hetta fáa ungu lærlingar okkara at kenna, tá ið hann við sínum drúgvu royndum kann greiða teim­um frá, hvussu ymisku arbeiðini skulu loysast. Kristian váttar, at hetta ummæli stendur fram­vegis við og væl tað! Fekk gentu í Havn Í Havn hitti Tórbjørn Onnu , dóttir Finu og Sigird av Reyni. Tey giftust í 1971, og tey eiga børnini: Anja, f. 1971, Sigird, f. 1973, Karin f. 1975 og Karstin f. 1990. Abbabørnini eru 6, og tvey langabbabørn eru komin aftuat. Tórbjørn letur væl at, nú hann hyggur aftur á hesi 50 árini. Sum hann sigur, hann hevði ikki verið í 50 ár á hesum arbeiðsplássi, um hann ikki hevði trivist. Tað hevur verið stór menning innan hans­ara arbeiðsøki, hetta hevur eisini broytt arbeiðið nógv. Maria Poulsen er ein av stóru fyri­tøkunum í Havn í dag. Har arbeiða úti við 50 fólk. Tað verður sjálvsagt gjørt nakað burtur úr, at Tórbjørn hevur henda stóra dag. Tað verður móttøku hjá Mariu Poulsen á Hálsi 22. juni frá kl. 15 til 17. Tá fer Tórbjørn eisini úr føstum starvi hjá Mariu Poulsen. Men hann verður kortini tøkur at taka eina hond í, um tørvur verður á tí. Man tað ikki fara at verða! Hiðani verður eisini ynskt Tórbjørn tillukku við ynski um góða eydnu framyvir. Tórbjørn og Anna saman við børnunum. V.f. Anja, Sigird, Karin og Karsten i M i P l í ði Ludvig og Maria Poulsen Handilin hjá Mariu Poulsen fyrst í undanfarnu øld Grímur á Dul var ein góður og lagaligur stjóri