fríggjadagur 19. juni 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015
SOSIALURIN 69
28
Mánadagur 25. juni 2012 · Nr. 72
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving
og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger arbeiður dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær
undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri
ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sos.fo, og
so svarar Holger tær her í Sosialinum.
1: Finn útbúgvingina
Kanska fleiri - sum tú kundi hugsað tær
at søkt inn á. Nýt til dømis hesar heima-
síður:
Stóra Bretland:
UCAS.uk og EducationUk.org
Úti í heimi:
ANSA.no AllaStudier.se
og BrainTrack.com
Spyr
til
dømis
lestrarvegleiðingina,
Altjóða Skrivstovuna - www.setur.fo/
ASK, MFS og onnur lesandi.
2: Søk inn á útbúgvingina í
góðari tíð, áðrenn seinastu freist
Kanna umsóknarfreistina. Hon kann
vera ógvuliga ymisk frá staði til stað.
Summa staðni skal søkjast eitt heilt ár
framman undan, summa staðni nakrar
mán aðir, áðrenn lesturin byrjar, og onkra
stað ni er møguleiki fyri at søkja inn á av-
lops pláss, beint áðrenn lesturin byrjar!
3: Søk samstundis SU-styrel-
sen í DK um góðkenning
av útbúgvingini
Um útbúgvingin ikki er at finna á
FASTTRACK- listen hjá SU, skalt tú nýta
eitt umsóknarblað, sum eitur: Ansøgning
om godkendelse af uddannelse i udlandet
til SU og udenlandsstipendium. Minst til
at leggja skjalprógv frá kommununi fyri,
at tú innan fyri tey seinastu 10 árini hev-
ur búð í minst tvey samanhangandi ár í
Føroyum/DK, saman við umsóknini. Um
tú ikki hevur danskt CPR.nr., skalt tú
eisini leggja avrit av passinum við um-
sókn ini og fylla út oyðublaðið PÅ TRO
OG LOVE. Viðgerðin kann í minsta lagi
taka 6-9 vikur!
4: Søk um stuðul frá
SU til livikostnað
Søk um stuðul frá SU til livikostnað á
oyðublaði, ið eitur Videregående ud -
danne lse - Udland. Legg avrit av upp tøku-
brævinum frá út búgv ingar stovninum og
av rit av góðkenningini frá SU-styrelsen
við umsóknini. Tað ber ikki til at søkja
um SU við afturvirkandi kraft. Byrjar
út búgvingin eftir 20. í mánaðinum, fært
tú ikki stuðul fyrr enn mánaðin eftir. SU
letu r stuðul í 4 ár og Studni letur ÚS í upp
til 2 ár aftrat.
5: Søk um stuðul frá ÚSUN/
Studna til skúlagjaldið/
Tuition Fees
Søk um stuðul frá ÚSUN (Studni) til
skúlagjaldið (Tuition Fees) á oyðublaðnum
ÚSUN-
Umsóknarblað.
Legg
avrit
av
upptøkubrævinum
frá
útbúgvingarstovninum
og
avrit
av
góðkenningini
frá
SU-styrelsen
við umsóknini. Hesi bæði seinastu
umsóknarbløðini verða viðgjørd innan
fyri eina viku.
6: Søk um ferðastuðul
í 2. lestrarhálvu
Minst til á hvørjum ári at søkja
um
ferðastuðul
í
2.
lestrarhálvu.
Umsóknarblaðið finnur tú á studni.fo.
Tú finnur eisini oyðibløðini á síðuni
setur.fo/ASK undir “Oyðubløð”.
Mannagongd fyri uMsókn til útbúgving og stuðul í úsun-skipanini (uttanfyri norðurlond)
SpurnarSíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Spurningur 1
Góðu tit
Hvussu nógvir umsøkjarar vóru til kvotu 2 á Setrinum, og
nær er freistin at søkja inn eftir kvotu 1?
Vinarliga
hin spenta
Góða spenta,
149 umsøkjarar hava sent inn kvotu 2-umsókn um upptøku
til lestur á Setrinum til heystið 2015. Umsóknarfreistin at
søkja inn eftir kvotu 2 var 15. apríl.
Tølini fyri kvotu 2-umsóknir 2014 og 2015.
Av hesum 149 umsóknunum er nógv tann størsti
parturin til ávikavist Sjúkrarøktarfrøði 48, Lærara 39 og
Námsfrøði 43. Hendan myndin hevur eisini verið tann
sama undanfarnu ár.
Í ár verða 8 av teimum 10 bachelorútbúgvingunum á
Setrinum bodnar út. Møguleiki verður fyri at søkja inn á
Lívfrøði og KT-verkfrøði aftur komandi lestrarár, 2016.
Upp til 20% av teimum lesandi verða tikin inn eftir
kvotu 2-skipanini.
Evstamark fyri kvotu 1 er 1. juli 2015, sí nærri kunning:
setur.fo/upptoeka-2015
Allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 13.
juli. Og í seinasta lagi 3. august skulu umsøkjararnir vátta,
hvørt teir taka við lestrarplássinum.
Kelda: setur.fo
Vinarliga
Holger
Spurningur 2
Er eitt samlað yvirlit yvir útbúgvingartilboð í Føroyum?
Føroyingurin
Góði føroyingur
JA. Bókin “Les og lær í Føroyum”, sum er ein árbók, er just
komin út a øðrum ári. Bókin er ætlað til skúlaárið 2015-2016.
Heimasíðan les.fo er komin saman við bókini.
Á heimasíðuni er sama kunningartilfar tøkt, tó við
leitimøguleikuum, filmsbrotum og aðrari kunning.
Við tí í huga, at samfelagnum tørvar bæði yrkisliga og
bókliga førningin, so er ætlanin, at yrkisligar útbúgvingar
fáa eins stóra virðing og rúm i “Les og lær í Føroyum” sum
tann bókligi parturin.
Bókin lýsir útbúgvingar bæði til ung og tilkomin, stuttar
og langar útbúgvingar og bókligar eins og verkligar út búgv-
ingar.
Á útbúgvingarstøðunum eru lestrarvegleiðarar, sum
fegin vilja vegleiða, aðrenn tú søkir inn á ávísu út búgv ing-
arnar. Altjóða Skrivstovan, sum partur av Setrinum, veg-
leið ir eisini um útbúgvingar úti í heimi.
Bókin fer saman við heimasíðuni at hjálpa tær at velja
út búgv ingarleið.
FUR - Føroya Ungdómsráð - hevur givið út.
Kelda: les.fo
Vinarliga
Holger
28
SOSIALURIN 69
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015