Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015 SOSIALURIN 69 30 Vísindastarvsfólk í búskaparfrøði Á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi er eitt vísindastarv sum lektari ella adjunktur í búskaparfrøði leyst at søkja. Starvsøki Starvið fevnir um gransking í búskaparfrøði og undirvísing í búskaparfrøði, matematikk og hagfrøði fyri búskaparfrøðilesandi. Starvið er liður í menningini av búskaparfrøði á Fróð skaparsetrinum, og tann, ið fær starvið verður partur av toymi, sum skipar fyri B.Sc.- námi í búskaparfrøði og tekur lut í arbeiðinum hjá Búskaparráðnum. Góður kunnleiki til serligu viðurskiftini í føroyska búskapinum er ein fyrimunur, eins og royndir við undirvísing á universitetsstigi er ein fyritreyt. Góður málkunnleiki krevst í føroyskum, enskum og donskum ella øðrum skandinaviskum máli. Starvslýsing Sæst á www.setur.fo Umsókn Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, yvirlit yvir vísindalig avrik og arbeiðsroyndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum, um tær eru til taks. Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 5 vísinda ligar greinir. Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt. Freist Umsóknarfreist er 1.juli 2015. Miðað verður eftir at seta starvið tann 1.september 2015 ella skjótast til ber. Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til Jóannes Jacobsen, adjunkt, joannesj@setur.fo, ella til Maluna Marnersdóttur, dekan, malanm@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 110 Tórshavn • www.setur.fo Lions Club Tórshavn skipar aftur í ár fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku. Framsýningin verður í døgunum 27.-29. juli. Hevur tú hug at sýna tíni listarligu avrik fram, so set teg í samband við Lions Club Tórshavn á lions.torshavn@hotmail.com ella á tel 224550 í seinasta lagi hósdagin 9. juli, so fært tú sendandi eitt tilmeldingarskjal at fylla út. Hvør luttakari kann í mesta lagi hava 3 málningar við á framsýningini. Málningar, ið skulu sýnast fram, skulu handast nevndini mikudagin 22. juli millum kl. 18 og 20 í Müllers Pakkhúsi. Óseldir málningar skulu heintast hósdagin 30. juli millum kl. 19 og 20. Ágóðin av framsýningini verður latin Føroya Fólkaháskúla. Endamál Háskúlans er at vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum, og at upplýsa og menna tað einstaka menniskjað og felagskapin allan. LIONS CLUB TÓRSHAVN Listaframsýning á ólavsøku 2015