fríggjadagur 19. juni 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2015
SOSIALURIN 69
31
Námlektarastarv
á Fróðskaparsetri Føroya
Megindeildin fyri hugvísindi,
samfelagsvísindi og námsvísindi
Starvsøki
Talan er um eitt tíðaravmarkað parttíðarstarv sum námslektari
í linjugreinini Heilsa, kroppur og rørsla. Tann, sum settur verður,
skal undirvísa námsfrøðingalesandi og pedagogum undir
eftirútbúgving í linjugreinini Heilsa, kroppur og rørsla. Linjan
leggur dent á samantvinnan av ástøði og praksis innan spæl og
læring, børn og rørslu, heilsu og heilsupedagogik.
Viðkomandi skal somuleiðis undirvísa lærarum í pørtum av
linjugreinini Itróttur.
Setanartíðarskeiðið er 1. august 2015 – 30. juni 2016.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava hóskandi kandidat- ella
2-ára masterútbúgving, t.e. í ítrótti, heilsu- og rørslulæra ella
tílíkum fakum.
Námslektari er undirvísingarstarv. Námslektari skal hava góðan
fakligan førleika, rímiligan
vísindaligan førleika, fyrisitingarroyndir í sambandi við
hægri undirvísing, men fyrst og fremst góðan pedagogiskan
førleika og vera góður undirvísari í ástøðiligum og verkligum
undirvísnigarevnum.
Umsøkjarar við royndum frá námsfrøðiliga økinum umframt
royndum við undirvísing og vegleiðing hava fyrimun
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit
yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av
granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum.
Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir
framda undirvísing saman við viðmæli og eftirmetingum um
tær eru til taks. Hevur umsøkjarin vísindaligar útgávur skal
yvirlit tær leggjast við umsóknini.
Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt.
Setanargongd
Størvini verða sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á
Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært
sáttmála við Akademikarafelag Føroya. Umsóknin verður
viðgjørd í eini setanarnevnd.
Freist
Umsóknarfreist er 22. juni 2015.
Umsóknir skulu sendast til umsokn@setur.fo
Nærri upplýsingar fáast hjá Maluni Marnersdóttur,
malanm@setur.fo dekani á Megindeildini fyri hugvísindi,
samfelagsvísindi og námsfrøði, og Anniku Antoniussen
útbúgvingarleiðara annikaa@setur.fo Upplýsingar um
Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo
Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út masterútbúgving í føroyskum, har tú fært
holla vitan um føroyskt mál og bókmentir søguliga og samtíðarliga. Her fært tú
kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum.
Les meira um útbúgvingina og tak niður umsóknarblað og
leiðbeining á www.setur.fo/føroyskt
… ella vend tær til
Jógvan í Lon Jacobsen, lektara, tlf. 292532, jogvanlj@setur.fo
Berg Djurhuus Hansen, adjunkt, tlf. 292542, bergurdh@setur.fo
a
UMSÓKNARFREIST
1. JULI
MASTERÚTBÚGVING Í
Mál- og bókmentavísindi
FØROYSKUM