fríggjadagur 19. juni 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. juni 2015
sosialurin 69
36
ítróttur
Ikki við: Alex Mellemgaard
(lærkrikin, 4 vikur),
Jónas Tór Næss (økslin, 3 vikur)
Ivasamir:
Hørður Askham (lærkrikin),
Árni G. Nielsen (hælsinan)
Við aftur: Jákup á Borg
Ikki við: Gunnar Haraldsen
(Skaddur, lærkrikin),
Jóhan Troest Davidsen
(Leikbann)
Ivasamur: Arnbjørn Hansen,
Christian R. Mouritsen
Við aftur:
Rókur av Fløtum Jespersen
Ikki við: Súni Olsen
(Knæskaði, 2-3 vikur),
Gert Hansen (Knæskaði, 1-2 vikur)
Allir mans tøkir.
Ikki við: Jóhannes Hansen
(baklærið, 2 vikur),
Rasmus Dan Sørensen
(fótur, óvist),
Ivasamur: Leif Niclasen (fótur)
Jóannes Hansen
S
íðani leygarkvøldið hevur
fagnaðurin verið stórur.
Framúr avrikið og sigurin
ímóti Grikkalandi hevur
lyft føroyskan landsliðsfótbólt fram
á eitt nýtt støði – bæði so og so. Á
FIFA styrkislistanum er skarvslopið
so stórt sum ongantíð áður. Heima á
landi er áhugin fyri at síggja lands
liðið størri enn nakrantíð. Atgongu
merkini til dystin ímóti Norðurírlandi
4. september vórðu rivin burtur eftir
lítlari løtu, og tað eru dømi um út
lendingar, sum hava spurt seg fyri,
hvussu tað ber til at fáa atgongumerki,
tá ið Rumenia fer at vitja í Føroyum.
Tað verður sunnudagin 11. oktober,
tá ið punktum verður sett fyri hetta
fótbóltsárið.
Eina stóra viku frammanundan
– leygardagin 3. oktober – verða
FM steyp og gullkrónur og alt
hitt skreytið handað. Eftir framúr
landsliðsavrikið leygarkvøldið og
vónbrotið mikukvøldið, tá ið U21
landsliðið tapti á heimavølli ímóti
Aserbadjan, verður í vikuskiftinum
farið undir aftur heimligu kappingina.
Tólv umfør eru eftir av ársins
landskapping. Tvey tey næstu viku
skiftini verður spælt, og so verður
summarfrí fram til á ólavsøku.
Meðan landsliðssteðgurin hevur
verið, hevur tað í nøkrum feløgum
verið møguleiki fyri at leggja nógv í
venjingarnar og at arbeiða fyri, at teir,
sum hava verið illa skaðadarvaðir,
skulu koma fyri seg aftur. Í øðrum
feløgum hava tað ikki verið so nógvir
til venjingar, tí bestu spælararnir
hava verið upptiknir av at umboða
føðilandið á A-landsliðnum ella á U-21
landsliðnum.
Í gjárkvøldið vóru allir teir til
venjingar aftur, sum fram til miku
kvøldið vóru upptiknir av U-21 lands
liðnum. Eingin varð illa skaddur á
Svangaskarði, og harvið sær tað út
til, at teir eru tøkir til avbjóðingina,
sum bíðar.
Tað er sjáldan, at talan er um so
greiðar favorittar, sum talan hesaferð
er um. Toppliðið NSÍ fær leygardagin
vitjan av TB, sum hevur 16 stig, og
sum er 16 stig aftanfyri NSÍ. B36 fær
vitjan av KÍ, sum er seks stig aftanfyri
árstalsfelagið. FC Suðuroy fær vitjan
av Víkingi, sum hevur 27 stig, og sum
harvið hevur meiri enn tvífalt so
nógv stig sum heimaliðið á Vágseiði,
og HB skal norður í Sundalagið. HB
hevur 27 stig, meðan EB/Streymur
hevur seks stig!
Síðsti dysturin er tann millum ÍF
og AB. Hann verður ikki spældur í
Fuglafirði, men í staðin fer ÍF hesaferð
at eiga heimavøll í Leirvík. Tað kemst
av, at nýtt graslíki verður lagt á vøllin
í Fløtugerði. At ÍF eigur heimavøll
bæði nú sunnudagin og aftur næsta
fríggjakvøld ber við sær, at tveir
heimadystir verða fluttir til Leirvíkar,
áðrenn tað aftur verður klárt at spæla
á graslíkinum í Fuglafirði.
Fingu nýtt mót
ÍF - AB Alex Troleis
Sunnudagin kl. 15.00 í Leirvík
Síðani 1-1 javnleikin í Vági fyri
knøppum tveimum vikum síðani
hevur Sámal Erik Hentze saman við
AB fyrireikað seg til avbjóðingina
í Leirvík. Um roknað verður út frá
støðutalvuni og út frá, tá ið liðini
seinast hittust – 1-1 skírisdag á Argjum
– so er lagt upp til, at hetta verður tøtt
og spennandi uppgerð.
– Tað er eingin ivi um, at AB eigur
nógvar góðar spælarar. Tí er tað í
høvdinum, at tað ræður um at venda
gongdini, hevur AB venjarin Sámal
Erik Hentze sagt.
Inntil í síðstu sekundunum í Vági
sá tað út til, at AB skuldi tapa, og
at vegurin fram til áttanda plássið
og bjargingina harvið skuldi verða
ógvuliga tungur og langur. So var
tað, at málverjin, Heðin Stenberg, í
síðsta sekundi javnaði og harvið birti
vónina hjá AB um, at tað skal eydnast
at varðveita plássið í fremstu røð.
Nú kemur tað illa við, at Heðin
Stenberg hevur brotið tveir fingrar, og
at hann tískil er skaðadarvaður. Um
Heðin ikki verður førur fyri at spæla
í Leirvík, verður tað eykamálverjin
Niklas Thomsen, sum fer at verja AB
málið.
Eftir at tað í fleiri umførum ikki
var nakað serliga hugaligt í Fuglafirði,
hevur tað tvær tær seinastu ferðirnar
sæð betri út – 2-0 heimasigur á TB
og so málleyst í Klaksvík á norðoya
stevnu.
AB eigur framvegis fyrsta sigurin
í hesum kappingarárinum til góða.
Stórt sjálvsálit í Sarpugerði
FCS - Víkingur Lars Müller
Sunnudagin kl. 15.00
Hjá Sigfríði Clementsen og Víkingi
hevur gongdin verið tann sama
sum undanfarnu árini. Eftir laka
byrjan hava teir ljósabláu strítt seg í
steypafinaluna, og nú eru teir á triðja
plássi í landskappingini.
Leygarkvøldið vóru tríggir teirra
– Bárður J. Hansen, Atli Gregersen og
Sølvi Vatnhamar – við til at vinna 2-1 á
Grikkalandi. Nú er tað gerandisdagur
aftur í Sarpugerði, har teir í vikuni
hava fyrireikað seg til setningin á
Vágseiði. Tá ið FC Suðuroy skírisdag
var í Gøtu, var úrslitið 4-0, og Finnur
Justinussen skoraði øll málini. Hann
hevur samantalt skorað ellivu ferðir,
men higartil í ár er tað bara ímóti FC
Suðuroy, at hann í einum og sama
dysti hevur skorað fleiri enn eitt mál.
Jón Pauli Olsen og hansara menn í
FC Suðuroy vóru ógvuliga vónbrotnir,
tá ið teir á heimavølli mistu sigurin
ímóti AB. Hetta var bara eitt av fleiri
dømum, tá ið tað í síðstu løtu er
kiksað. Hesaferð er avbjóðingin so
mikið stór, at heimaliðið heilt víst fer
at kenna javnleik sum at hava vunnið
eitt stig, meðan javnleikurin ímóti AB
gav kensluna av at hava tapt tvey stig.
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
Víkingur
NSÍ
EB/Streymur
Fótbóltur Sjáldan eru favorittarnir so stórir, sum teir síggja út til
at vera hesaferð, tá ið toppliðini hitta tey, sum eru niðari á talvuni
Tað sær út til
at vera sum
fótur í hosu
Upptakt til Effodeildina