Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-19, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juni 2015 sosialurin 69 37 Ikki við: Atli Danielsen (Burturstaddur), Evrard Blé (Givin) Við aftur: Hjalgrím Elttør Ikki við: Hallgrím G. Hansen (Lærkrikin, 1-2 vikur) Ivasamur: John Daniel Guðjónsson Ikki við: Hedin Stenberg (4-6 vikur, hondin) Ikki við: Heini M. Mortensen (virus í knænum) Arthur Poulsen (beinbrot) Við aftur: Heine Mortensen (liðugur við próvtøku niðri) Ikki við: Búi Egilson (leikbann, 5 gul) Ivasamur: Jón Krosslá Poulsen (knæ) Nýggjur miðvøllur og fleiri ivamál B36 - KÍ Eiler Rasmussen Sunnudagin kl. 15.00 Hjá klaksvíkingum var tað vónbrot, at tað á norðoyastevnu ikki eydnaðist at vinna ímóti fuglfirðingum. Úrslitið var málleysur javnleikur. Nú fyrireikar KÍ seg at fara í Gundadal, har væl upplagdi Heðin Klakstein og liðfelagarnir skulu spæla ímóti Eyðuni Klakstein og hans­ara monnum. Støðutalvan sigur, at tað eru seks stig teirra millum. Tá ið B36 tók ímóti KÍ skírisdag, var úrslitið 1-0 heimasigur. Jákup á Borg umsetti brotsspark til sigursmálið í evstu løtu undan steðginum. Eftir at úrtøkan í fleiri dystum ikki hevði verið so stór, var tað sera kærkomið hjá B36, at tað í síðsta um­ fari eydnaðist at vinna 3-1 í Trongis­ vági. Jákup á Borg, Gestur B. Dam og Hørður Askham eru ivasamir. Í Klaksvík arbeiða teir við at skipa miðvøllin av nýggjum. Evrard Blé er ikki longur í felagnum, og Atli Danielsen er burturstaddur. Tað verður hildið lítið um at umskipa ov nógv, men tað er ein møguleiki, at Ndende verður fluttur úr miðverjuni og fram á miðvøllin. At tað ber til at vinna á B36 á úti­vølli sóu klaksvíkingar á 110 ára føðingar­degnum hjá KÍ 24. august 2014, tá ið úrslitið í Gundadali var 1-0 KÍ sigur. Ta ferðina var Bárður J. Heinesen einsamallur málskjútti – í 87. minutti. Kappast við kappróðurin NSÍ - TB Petur Reinert Leygardagin kl. 15.00 Fyrsta bríksl í 16. umfari verður leygardagin klokkan 15. Tá fara NSÍ og TB á vøllin við Løkin í Runavík. Hetta er júst somu tíð, sum tað verður FM kappróður á fjarðastevnu, sum verður hinumegin fjørðin. Eftir at NSÍ tapti 4-2 á heimavølli ímóti Víkingi, vórðu spurnartekin sett við, um NSÍ fór at megna at halda fram í sama lagi, sum toppliðið var í fyrsta partin av kappingini. Trygvi Mortensen og hansara svaraðu dyggiliga aftur síðstu dagarnar fram ímóti landsliðssteðginum. Tað gjørdu teir í Gundadali ímóti HB við fyrst at tryggja sær finalupláss í steypakappingini og við síðani at spæla 1-1 á sama vølli og ímóti sama liði. Tað er meiri enn ein mánaði síðani, at TB vann fulla úrtøku. Tað var 14. mai, tá ið grannauppgerðin ímóti FC Suðuroy við Stórá endaði við 4-1 sigri. Síðani hevur TB spælt fýra dystir, uttan at tað hevur eydnast at vinna fulla úrtøku. Einasta stigið í hesum tíðarskeiðnum er tað í 1-1 javn­ leikinum á heimavølli ímóti AB. TB var á fimta plássi eftir ellivu umfør. Nú er TB á sjeynda plássi. Tað skal leitast aftur til 2. juni 2013 fyri at finna dagin, tá ið TB sein­ast vann stig í Runavík. Tá var úrslitið málleysur javnleikur. Síðsti TB sigurin í Runavík varð vunnin 23. september 2012, tá ið Milan Kuljic var einsamallur málskjútti, og TB vann 1-0. Tá ið NSÍ var í Trongisvági skíris­ dag, var úrslitið 3-2 til NSÍ. Ta ferðina var NSÍ frammanfyri 3-0 eftir ein hálvan tíma. Ein av avbjóðingunum hjá Páll Guðlaugsson er at syrgja fyri, at TB ikki fær mál ímóti sær, áðrenn liðið sjálvt skorar. Tað er ikki komið fyri síðani í 3-0 sigrinum á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað var á krossmessu – 3. mai. Arnbjørn ímóti sínum egnu EB/Str - HB Kári J. á Høvdanum Sunnudagin kl. 15.00 Størsti stigamunurin millum tvey lið, sum hittast í hesum umfarinum, er millum EB/Streym og HB, sum hittast við Margáir. EB/Streymur er aftast, og tølini siga, at pílurin peikar fult og heilt skeiva vegin. EB/Streymur hevur tapt fimm tær seinastu ferðirnar við samantalda málmuninum 2-19! Í roynd at venda gongdini eru nú veteranarnir Egil á Bø og Marni Djurhuus aftur í miðverjuni. Saman­talda dystartalið hjá teimum í fremstu røð er 941! Tá ið HB skírisdag hevði vitjan av EB/Streymi var úrslitið 4-2. Hetta var fyrsta ferðin, at Arnbjørn Hansen í landskappingini spældi ímóti barn­ dóms­felagnum, og Arnbjørn var eirindarleysur. Hann skoraði hattrikk, og ein annar fyrrverandi EB/Streyma spælari, Levi Hanssen, skoraði fyrsta HB málið. joannes@sosialurin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 15 10 2 3 44 22 +22 32 2 B36 15 8 6 1 31 16 +15 30 3 Víkingur 15 7 6 2 38 22 +16 27 4 HB 15 7 6 2 22 16 +6 27 5 KÍ 15 7 3 5 25 20 +5 24 6 ÍF 15 4 6 5 22 22 0 18 7 TB 15 3 7 5 20 21 -1 16 8 FC Suðuroy 15 4 1 10 20 40 -20 13 9 AB 15 0 8 7 12 24 -12 8 10 EB/Streymur 15 1 3 11 12 43 -31 6 Mynd: Áki Bertholdsen Mynd: Álvur Haraldsen Arnbjørn Hansen gjørdi hattrick móti barndómsfelagnum, seinast liðini møttust. Framherjin er tó ivasamur til dystin sunnudagin